Onnur tíðindi

Jóhan Christiansen, landsstýrismaður, á vitjan í Nes kommunu

Mikudagin var Jóhan Christansen, landsstýrismaður í fiskivinnu- og samferðslumálum, á kunnandi fundi í Nes kommunu.

Landsverk hevur ábyrgdina av einum parti av vegakervinum í Nes kommunu. Nes kommuna hevur avbjóðingar, og í ávísum førum sera, sera stórar avbjóðingar við landsvegakervinum í kommununi.

Súni í Hjøllum, borgarstjóri, kunnaði landsstýrismannin um viðurskiftini og tær størstu avbjóðingarnar á landsveganetinum í  kommununi. Við hesum fundi ynskti Nes kommuna at siga nýggja landsstýrismannin frá, at kommunan ynskir at verða ein góður viðleikari til tess at finna skilagóðar loysnir.

Nes kommuna takkar nýggja landsstýrismanninum fyri vitjanina og ynskir honum blíðan byr í avbjóðandi starvinum.