Hvussu hevur tú tað? Soleiðis spyr Fólkaheilsustýrið 8.000 tilvildarliga valdar føroyingar, sum nýliga hava fingið innbjóðing á Vangan um at luttaka í fólkaheilsukanning.
Talan er um spurnakanning um heilsu, trivnað og lívsstíl. Spurt verður um likamliga og sálarliga heilsu, svøvn, vekt, vanar, óvanar, sjúkur, heilivág og annað.
Málið er at fáa til vega vitan, sum kann brúkast til at meta um fólkaheilsuna í Føroyum. Kanningin útvegar upplýsingar um heilsustøðuna hjá føroyingum sum heild, sum heilsuverk og eisini kommunalir myndugleikar kunnu brúka sum grundarlag at leggja til rættis og raðfesta átøk á heilsu- og trivnaðarøkinum.
Liviumstøður, tørvur o.a. kunnu vera ymisk, alt eftir hvar tú býrt.
Neyðugt er tí, at øll øki í landinum verða væl umboðað í kanningini, bæði fyri at geva eina rætta heildarmynd, men eisini fyri at kunna seta inn við møguligum heilsuátøkum eftir tørvi í lokaløkjunum.
Tí heita vit á allar borgarar, sum hava móttikið innbjóðing á Vanganum í okkara kommunu, at svara spurnakanningini, soleiðis at okkara øki er væl umboðað í kanningini. Tað tekur einar 30-40 minuttir at svara spurningunum.
Fólkaheilsustýrið leggur dent á, at allir luttakarar eru dulnevndir, og at eingi kanningarúrslit verða gjørd, soleiðis at einstaklingar kunnu eyðmerkjast.
Les meira um kanningina og ofta settar spurningar á Fólkaheilsustýrið (folkaheilsustyrid.fo) Lutakast um góðar vinningar verður millum tey, sum svara og sum játta at vera við í lutakastinum. Luttøkan í lutakastinum er óheft av svari. Vinnarar fáa beinleiðis boð seinni í ár.