Leygardagin 3. mars kl. 18.30 hevur Fornminnisfelagið í Nes kommunu alment hugnakvøld við eydnuhjóli á Svangaskarði.
Tórður Mikkelsen hugleiðir um sendingarnar “Við Tórði á túri”.
Borðreitt verður við kaffi og køkum.
Nevndin vil við hesum tiltaki vekja áhuga fyri felagnum og samstundis skaffa pengar til Bygdasavnið, sum arbeiðir við at skifta klædning og vindeygu á Gamla Prestagarði, eitt arbeiði, sum tekur tíð og er kostnaðarmikið, mett at kosta umleið kr. 1,5 mill.
Ynskir tú at tekna teg sum lim í Fornminnisfelagnum í Nes kommunu, er tú vælkomin at ringja +298 227096.
Eydnuhjólið:
Her eru góðir vinningar, m.a. lamb til heystar, men vit taka fegin ímóti lutum til eydnyhjólið. Lutirnir kunnu latast inn fríggjadagin 2. mars kl. 17.00 – 19.00 á Svangaskarði.
Øll eru hjartaliga vælkomin
Nevndin