Um alt gongur sum ætla hjá P/F Eysturoyar- og Sandoyartunlar, opnar Eysturoyartunnilin fyri almennari ferðslu leygardagin 19. des. 2020, kl. 12.00.
Kl. 11 verður hátíðarhald niðri við rundkoyringina í Eysturoyartunnlinum. Vegna koronu er hátíðarhaldið ikki alment, men Kringvarp Føroya vísir alt hátíðarhaldið í sjónvarpinum. Á skránni verður hornblástur, fleiri røður, millum annað frá okkara borgarstjóra, Jóhannus Danielsen. Til seinast verður snórurin kliptur og Eysturoyartunnilin tikin í nýtslu.
Tað verður ókeypis at koyra í Eysturoyartunlinum leygardagin og árið út.
Leygardagin fara væntandi nógv fólk at koyra ein biltúr gjøgnum nýggja Eysturoyartunnilin. Øll eru vælkomin út á Toftir, har Nes kommuna bjóðar Drive In pannukøku og kaffi. Nú tað er sera týdningarmikið, at vit ansa væl eftir hvørjum øðrum og at koronatilmælir verða hildin, verður eitt Drive In øki skipað omanfyri egningarskúrarnar á Toftum, har pannukøkur og kaffi verður bjóðað út í bilarnar.
Eisini verður møguleiki at hoyra góðan tónleik á einum útipalli, sum verður settur upp á havnarlagnum millum Landingarmiðstøðina og Snoddbygningin. Har er gott pláss og møguleiki verður at sita í bilinum og lurta ella at standa úti í góðari fjarðstøðu.
Skráin fyri Drive In tiltakið:
Kl. 14.00 Pannukøkuhúsið opnar
Tónleikaframførslur:
Kl. 15.00 Midnáttarsangbólkurin
Kl. 16.00 Hallur Joensen
Kl. 17.00 Gadders
Kl. 18.00 Dania Tausen
Kl. 19.00 Magni Christinasen
KL 20.00 Pannukøkukúsið letur aftur.
Eysturoyartunnilin, sum nógv hava bíðað leingi eftir, er ein av størstu verkætlanum í Føroya søgu og kemur at hava stóra ávirkan á alt føroyska samfelagið, ikki minst fyri Nes kommunu. Nes kommuna ynskir á henda hátt at hátíðarhalda stóra dagin, samstundis sum hædd verður tikin fyri koronatilmælunum.