Hol sett á arbeiðið undir Høganesi

Í síðstu viku byrjaði JHR arbeiðið við útstykkingini, sum Nes kommuna hevur samtykt at gera, undir Høganesi. Áðrenn arbeiðið byrjaði, hevur kommunan hegnað økið av.

Verkætlanin umfatar gerð av 350 m av asfalteraðum vegi við gongubreyt, íroknað klokk- og spillvatnsleiðingar og gøtuljós. Fram við vegnum er pláss fyri 11 grundstykkjum, sum øll eru seld.

Eftir ætlan skal arbeiðið verða liðugt í apríl 2020.

Byggingin av frítíðarskúlanum er byrjað

Í summar byrjaði arbeiðið við at grava út fyri nýggja frítíðarskúlanum á Brekkukletti. Tað arbeiði er liðugt og sjálv byggingin er byrjað. Tað er RTS Entreprenørar, sum hava gjørt økið byggibúgvið, og tað er KBH Entreprenørar, sum skulu byggja frítíðarskúlan.

Umframt frítíðarskúla fer nýggi bygningurin eisini at húsa elsta árganginum í barnagarðinum.

Bygningurin, sum verður bygdur norðurfrá verandi frítíðarskúla, er í 2 hæddum. 1 stova við bólkarúmi er á hvørjari hædd. Harumframt er innrættað inngongd/uppgongd, klædnarúm, felagsøki til verandi frítíðarskúla og nýggju stovurnar, starvsfólkarúm og skrivstova.

Ætlanin var, at arbeiðið skuldi verða liðugt til skúlaársbyrjan á sumri í 2020, men tað er broytt. Arbeiðið skal eftir ætlan nú verða liðugt um eitt ár.

Íbúðarbyggingin gongur væl

Fyri góðari viku síðani bleiv sunnari íbúðarbygningurin reistur. Nú eru báðir bygningarnir reistir og tann norðari um at verða liðugt innilokaður. Vindeygu verða nú ísett norðara bygningin.

Arbeiðið við vegi og parkeringsøki, er um at verða liðugt. Asfalteringin manglar, og verður gjørd í næsta ár. Gøtuljósini eru uppsett og eru farin at lýsa.

Tað er Falkon Entreprenørar, sum hava gjørt gjørt grundøkini byggibúgvin og hava gjørt veg og parkeringsøkir fyri Nes kommunu.

Byggivirkið KBH byggir íbúðarbygningarnar fyri Bústaðir.

Bygningarnir hýsa íalt 18 íbúðum. Væntandi verður tann norðari bygningurin liðugur til jóla næsta ár og hin seinni á sumri 2021.

 

Jólatræsrøðan 2019

Her ber til at lesa røðuna, sum Krista Magnussen helt, í samband við at jólatrøðini í Nes kommunu vórðu tendrað 30.11.2019.

“Góðan dag øll somul.

So eru vit aftur samlaðið her, mitt á Toftum, fyri at tendra jólatræið/trøini í Nes kommunu.

Í ár er tað fallið í mín lut at siga nøkur orð. Eg takki fyri álitið.

Hendan løtan fær okkum at hugsa um tað farna samstundis, sum vit fyrireika advent og jól.

Hvat er hent, síðan vit stóðu her fyri einum árið síðan, kunnu vit spyrja hvønn annan.

Í juli mánað í ár, hittust vit, sum fóru í 1. flokk í Tofta skúla í 1969. Tvs. at tað eru 50 ár síðan, vit byrjaðu í 1. flokki.

Tað var 20. juli, og tað var ein góður dagur. Vit mintust aftur á okkara skúlaár saman. Ymiskt var hvat vit minntust, men tey flestu minnini vóru góð, stuttlig og kanska eitt sindur flovislig. Samanlagt høvdu vit ein góðan og ógloymandi dag saman í fyrrverandi Nebo, nú húsið hjá talvfelagnum og kvinnufelagnum.

Eitt, sum vit øll minntust aftur á við takksemi, var morgunsangurin í skúlanum.

Í okkara tíð í skúlanum var tað so, at fyrst var ein sálmur sungin, síðani var Faðirvár biðið, og so kom sálmaversið, sum Mikkjal á Ryggi hevur yrkt, og sum er orðað sum ein bøn:

”Faðir fylg mær henda dag,
vend til tín mítt sinnalag,
troystaríka trúgv mær gev,
glaðan hug til dagsins strev;
villist eg, so vís mær slóð,
goym øll míni heil og góð,
Faðir, signa land og tjóð!”

Eisini nú verður hetta versið sungið í skúlanum.

Tá vit samlaðust henda dagin í juli, var nærum ein sjálvfylgja, at vit byrjaðu dagin við hesum sálmaversið. Haldi, at eg kann siga, at vit øll vóru takksom fyri, at hetta sálmaversið ella bøn gjørdist ein partur av tí førningi, vit bera við okkum gjøgnum lívið.

Ein bøn, sum er so sigandi, og sum veruliga er góð at byrja hvønn dag við.

Tað var eisini í spælistykkinum við Tofta skúla, at jólatræið stóð øll míni barnaár.

Tá í tíðini bleiv træið ikki tendrað so tíðliga sum nú. Ofta var farið um hálvan desembur ella kanska út ímóti 20 desembur, áðrenn træið var tendrað.

Tað eg serliga minnist var, at Follend prestur segði nøkur orð, helst hevur onkur annar eisini hildið røðu okkurt árið.

Hornorkestrið spældi – og tað gera tit enn, so trúgv sum tit eru – og Jóhann-lærarin gekk og helt eyga við okkum børnum, so at vit skikkaðu okkum nøkulunda væl, og ikki larmaðu ov nógv. Løtan endaði við, at ”Gleðilig jól” var sungin saman við hornorkestrinum.

Hetta var eitt hæddarpunkt. Nú byrjaðu jólini av álvara.

Sálmaversið/bønin eg nevndi í áðni vendir sær til Faðir. ”Faðir fylg mær henda dag”.

Hesin Faðir er Gud, okkara himmalski Faðir. Gud, sum gav sín einasta son her til jarðar, og sum vit nú aftur fara at minnast á jólum. Okkara tíðarrokning er tíðarsett fyri Kristi føðing og eftir Kristi føðing. So avgerðandi var og er hendan hendingin.

Eitt sum eg mangan eri steðgað við í jólaboðskapinum er, tá hirðarnir koma inn í Betlehem, og finna Jesus-barnið, Mariu og Jósef, og siga frá øllum tí, teir høvdu sæð og hoyrt úti á markini. Tá stendur, at Maria legði sær øll hesi orð í geyma og HUGSAÐI UM TEY Í HJARTA SÍNUM.

At leggja sær í geyma er at minnast.

At hugsa við hjartanum, tað má verða tað, sum verður goymt og mintst við kærleika, eymleika, og har onki ilt hongur við, men einans tað góða og reina verður goymt. Kanska eitur hetta í dag djúphugsni ella reflektering.

Á jólum, og nú í advents tíðini, fara vit øll á ymiskan hátt at minnast, bæði tað vit hava í geyma okkara (sum kanska er í høvdinum), og so tað vit minnast og goyma í hjarta okkara, tað sum kanska er meira kensluligt.

Vit hugsa um og minnast tey, sum ikki eru okkara millum hesi jól, sum eru farin foldum frá og tykkum sum avvarðandi. Tey, sum ikki kunnu vera heima á jólum, sjófólk, útisetar o.o.

Tey, sum fyrstu ferð halda jól saman, sum nýgift ella eru blivin foreldur í hesum árinum.

Tey, sum eru rakt av sjúku ella øðrum mótburði, og tey, sum eru einsamøll.

Lat okkum samla alt í hesa somu bøn, eg nevndi at byrja við og biðja Faðir í himli fylgja okkum hvønn dag, okkum unnist lív her á fold. Í útgangsbønini, sum lisin verður til endan av guðstænastuni stendur ”at eg má varðveita orð títt (Guds orð) í reinum hjarta.”

Soleiðis hugsi eg, at Maria hevur gjørt, varðveitt og hugsað um orðið í reinum hjarta.

Við hesum orðum vil eg ynskja okkum øllum eina góða advent, sum er ein fyrireiking til eini friðsæl og gleðilig jól.

Takk fyri og hervið eru jólatrøini 2019 tendrað í Nes kommunu.”

Jólakonsertir hjá Nes Sóknar Musikkskúla

Aftur í ár fara næmingar hjá Nes Sóknar Musikkskúla at hava framførslur.

Skráin fyri Jólakonsertirnar í Nes og Runavíkar kommunu ??

10.desembur           kl. 17:30 í Tofta skúla
10.desembur           kl. 19:00 í Tofta skúla
11.desembur            kl. 18:00 í skúlanum vid Løkin ?
11.desembur            kl. 19:30 í Glyvra kirkju ?
12.desembur           kl. 11:00 í Kelduni ?
12.desembur           kl. 17:00 í Skála skúla
18.desembur           kl. 17:00 í Vesturskin, Toftir.?

Verið hjartaliga vælkomin ?

Mintust Hákun í samband við móttøkuna av Jógvan I

Sunnukvøldið andaðist Hákun Jacobsen, skipari, 75 ára gamal. Í samband við móttøkuna av Jógvan I við Toftagjógv í gjár, var tøgn eina løtu, har Hákun bleiv mintur við tøkk og virðing.

Hákun Jacobsen var sonur Mathias Jacobsen, reiðara og handilsmann av Toftum og Annu Malenu, ættað úr Klaksvík. Hákun giftist við Elsu Danielsen, f. Jacobsen, ættað av Roykheyggi í Saltnesi.

Hákun fór til skips við Elsu í 1959 og sigldi í nøkur ár sum motormaður og bestimaður. Hákun tók skiparaprógv í 1964 og førdi í nógv ár línuskipið Jógvan Norði, sum brøðurnir Hákun og Jógvan Jacobsen áttu. Jógvan Norði sakk í 2003.

Brøðurnir keyptu nýtt skip og frá 2005 førdi Hákun tann nýggja Jógvan Norði, sum bleiv seldur í 2007 og fekk navnið Kambur.

Jarðarferðin hjá Hákun verður úr Fríðrikskirkjuni, fríggjadagin kl. 13.00.

Hugnaløta á Vesturskin hóskvøldið 12. desember

Hugnaløta verður á Vesturskin hóskvøldið 12.12.2019 kl. 19.30.

Skálafjarða sløkkilið luttekur við sangi og ein drekkamuður verður at fáa.

Øll eru hjartaliga vælkomin.

Ps. Hugnaløtan var fyrst ásett til at verða týskvøldið. Tað er so broytt til hóskvøldið.

Jógvan Ingvard Olsen uppkallaður

Í samband við móttøkuna av nýggja frystilíniskipinum, sum kom á Toftir ígjár, kunngjørdi reiðarin, Anfinn Olsen, at nýggja skipið skuldi hava navn eftir pápa sínum, Jógvan I.

– Tað eru í ár 50 ár síðani, at Jákup, Petur og pápi komu við sínum skipi, og tá vóru vit stolt, segði Anfinn Olsen.

Anfinn segði í røðuni, at hann spurdi pápa sín, hvat navnið skuldi vera á nýggja skipinum.

– Eg var ikki nøgdur við tað heitið, ið pápi kom við. Hann nevndi, at tað kundi eita Vektin, sum er eitt stað á vestarakanti á Tangafirði, sum vit sóu frá vindeyganum hjá okkum. Men tað helt eg ikki vera gott nokk. Vit hava tí tikið ta støðu, at skipið skal fáa navn eftir pápa og skal eita Jógvan I, segði Anfinn Olsen.

Úr bygdsøguni kunnu vit lesa um Jógvan Ingvard Olsen, at hann er føddur á Toftum í 1930. Sum 15 ára gamal fór hann við deksfarinum Nípuni, sum pápi hansara var formaður á. Síðani var hann millum annað við Morgunstjørnini, Kongshavn, Elsu, trolaranum Vesturvarða og Oyraskeri.

Jógvan I. Olsen tók skiparaprógv í 1953 og longdina í 1954. Eftur tað var hann eitt skifti við norskum sildabátum og á kópaveiðu í Vesturísinum. Síðani var hann í nøkur ár við Elsu, og í 1957 var hann við til fiskiskap í Íslandi.

Jógvan I. Olsen førdi Mjóanes í 1958. Í 1959 og 1960 førdi hann Elsu, men í januar 1961 á veg til marknað í Aberdeen sigldu teir á land í Pentland Firth. Skipið gjørdist vrak, men fólkaskaði hendi eingin. Eftir tað fór hann at føra Brimnes og Svínoynna.

Við ársenda í 1961 fór Jógvan Ingvard at føra nýggja stállínuskipið Jógvan Norði hjá Mathias Jacobsen. Hann førdi skipið á ísfiskaveiðu og saltfiskaveiðu frá 1961 og 1967 og meginpartin av 1968.

Í 1968 var Jógvan I. Olsen við til at lata Stapan byggja í Vestmanna. Stapin skuldi avreiða til nýstovnaða flakavirkið Nyk. Jógvan Ingvard førdi Stapan tvey tey fyrstu árini. Frá 1970 sat hann í løgtinginum og eisini 2 skeið í bygdaráðnum. Hesi árini førdi hann Stapan einstakar túrar.

Í 1960 handaði Føroya Landsstýri Jógvan I. Olsen heiðursmerkið “Fyri hús og heim” fyri í 1960 at hava flutt stóra og væl hagreidda veiðu til lands sum skipari á Elsu.

Í 1983 stovnaðu teir, sum áttu Stapan, saman við øðrum partsreiðaríið Snoddið við heimstaði á Toftum. Teir lótu feskfiskahekkutrolara byggja í Noregi. Trolarin fekk navnið Snoddið og kom til Føroyar í 1984. Jógvan Ingvard var tveir túrar sum dekkari við Snoddinum og hevur ikki verið til fiskiskap eftir tað. Men hann var reiðari á bæði Stapanum og Snoddinum.

Jógvan Ingvard Olsen er kendur í Føroyum sum tingmaður fyri Sambandsflokkin frá 1970-1998, harav var hann tingformaður juli-sept. 1994 og 1995-1998. Han var landsstýrismaður í fiskivinnu- og orkumálum juni 1989 til januar 1990.

Í Nes kommunu sat hann sum bygdaráðslimur frá 1975 til 1980, harav bygdaráðsformaður frá 1977 til og við 1980.

Móttøka fyri Jógvan I

Í gjár skipaðu Nes kommuna og P/F Eysturoy fyri móttøku á Toftagjógv, í samband við at P/F Eysturoy hevur keypt nýtt frystilíniskip, Atlantic, úr Noreg.

Tónleikur frá Nes Sóknar Hornorkestri tónaði, tá skipið kom inn í Tofta havn. Borgarstjórin í Nes kommunu, Jóhannus Danielsen, bjóðaði vælkomin og helt talu, áðrenn mennirnir úr Undirhúsinum á Toftum sungu 3 sangir.

Síðani talaði reiðarin Anfinn Olsen og í endanum á talini segði hann, at hann hevði avgjørt, at skipið skuldi kallaðast upp eftir pápa hansara, og skuldi hava navnið Jógvan I.

Eftir taluna hjá Anfinn bjóðaði Kristmund Johannsen øllum í teltið, sum var sett upp møttøkuna, til suppu og kaku, eins og øll vóru boðin umborð at hyggja at skipinum.

Jólatrøini í Nes kommunu 2019 tendraði

Leygardagin tendraðu jólatrøini Nes kommunu. Við jólatræshaldið á Toftum helt Krista Magnussen talu, Nes sóknar Hornorkestur spældi, jólamenn vitjaðu og børnini fingu pakkar.

Aftaná bjóðaði kommunan øllum kakao og bollar í Nebo, har tað eisini bleiv skipað fyri felagssangi og barnakórið í Nebo sang.

Olivia Tausen læs jólaevangeliið.

Nógv fólk var møtt upp í góðveðrinum.
×