Felagskonsert í Fríðrikskirkjuni leygardagin 27. apríl kl. 17.00

Leygardagin 27. apríl kl. 17.00 verður felagskonsert í Fríðrikskirkjuni við Kirkjukórinum í Fríðrikskirkjuni, Kristiliga Sangkórinum og Sandskórinum. Susanne Brattaberg er kórleiðari hjá øllum trimum kórunum.

Eisini luttaka musikskúlanæmingar frá Nes Sóknar Musikkskúla, sum fara at spæla saman við kórinum og einsamalllir.

Føroysk og útlendsk løg verða framførd, m.a. eftir H. J. Højgaard, Knút Olsen og J. S. Bach.

Konsertin er partur av skránni hjá Várdøgum í Nes kommunu.

Elveitingin í Oyrunum

Vegna arbeiðið verður streymveitingin í bátahylinum slitin frá seinnapartinum í dag og meginpartinum av týsdegnum.

Skráin til býráðsfundin mánadagin 22.04.2024 kl. 18.00

Hesi mál vera fyri á býráðsfundinum 22.04.2024 kl. 18.00.

Mál nr.          Málsheiti             Málslýsing

38/2024          Tekniskt mál         Umsókn um byggiloyvi

 

39/2024          Fíggjarmál            Eykajáttan til Roðan – 2.viðgerð

40/2024          Fíggjarmál            Afturlatið mál

 

41/2024          Fyrisitingarmál     Afturlatið mál

42/2024          Fyrisitingarmál     Afturlatið mál

 

43/2024          Starvsfólkamál      Afturlatið mál

 

NES KOMMUNA

Nýggi fíggjarleiðarin byrjaður

Í morgun varð skipað fyri lítlari móttøku á kommunuskrivstovuni, nú Terji Petersen, nýggi fíggjarleiðarin, byrjaði í starvi hjá Nes kommunu.

Terji Petersen er ættaður úr Klaksvík, men býr í Hoyvik og er 46 ár. Hann hevur útbúgving sum búskaparfrøðingur, og hevur seinastu árini starvast í Tryggingareftirlitinum.

Terji Petersen hevur eisini drúgvar starvsroyndir úr Fíggjarmálaráðnum, har hann starvaðist í árunum 2006-2013, áðrenn hann tók við sum deildarstjóri í Heilsumálaráðnum, har hann arbeiddi í árunum 2013-18.

Selma Hansen, sum hevur verið roknskaparleiðari síðan á vári í 2009, hevur nú valt aðrar avbjóðingar.

Á samkomuni í morgun bjóðaði Súni í Hjøllum, borgarstjóri, nýggja fíggjarleiðaranum hjartaliga vælkomnum við ynski um gott samstarv.

Samstundis takkaði hann Selmu Hansen fyri nærlagni, trúgva tænastu og sera gott samstarv. Hann ynskti Selmu framhaldandi alt tað besta á lívsleiðini.

×