Felags foreldrafundur í Ungdómshúsinum á Toftum.

Týskvøldið 26. november kl. 19.00 verður felags foreldrafundur í ungdómshúsinum.

Vit fáa vitjan av fólkaheilsuráðnum, sum kemur at hava ein sera áhugaverdan fyrilestur, ið varpar ljós á sálarliga heilsu, hvussu vit kunnu styrkja okkara sálarligu heilsu og sálarligu heilsuna hjá okkara ungu.

Umframt fyrilesturin bjóða vit sjálvandi kaffi, te og okkurt gott afturvið, og høvi verður eisini til prát og at síggja hvat gongur fyri seg í ungdómshúsinum annars.

Hetta kvøldið er bert ætlað foreldrum. Fólkaheilsuráðið kemur aftur at vitja okkum hóskvøldið 28. november, og tá koma tey at tosa við okkara ungu.

Tiltakið er ókeypis.

Blái Krossur og Fólkaheilsuráðið skipa fyri.

Hugnaløta á Vesturskin

Mikudagin 27. november kl. 16.00 verður hugnaløta á Vesturskin. Undirhúsið fer at luttaka við sangi.

Øll eru vælkomin.

Vesturskin

Jólatrøini verða tendrað 30. nov. kl. 15.30

Jólatrøini í Nes kommunu tendrað leygardagin, 30. nov.

Jólatræshaldið verður við jólatræið á Toftum og byrjar kl. 15.30. Elin á Torkilsheyggi, forkvinna í mentanarnevndini, bjóðar vælkomin og Nes Sóknar Musikkfelag, sum trúliga á hvørjum ári luttekur, spælir nøkur løg. Krista Magnussen heldur talu og tendrar jólatræið.

Jólamennirnir koma við sløkkiliðsbili, og børnini fáa pakka.

Aftaná verða øll boðin í Nebo til kakao og bollar, har sangløta eisini verður.

 

Eldrafelagið bjóðar til ræstkjøtaveitslu

Hósdagin 28. november 2019 kl. 19.00 hevur Eldrafelagið ræstkjøtaveitslu í Dagtilhaldinum á Vesturskin.
Kostnaður kr. 200,00 pr. persón.

Hilmar Jan fer at hava ymiskt til gaman og álvara og Jóhan Magnus fer at syngja.

 

Eisini verður felagssangur o.a. møguleiki verður at keypa lutaseðlar.

Øll eru hjartaliga vælkomin.

Eldrafelagið á Toftum

Rókavegur verður nú gjørdur aftur

Meðan arbeitt hevur verið við tunnilsmunnanum í Rókini, hevur tað ikki verandi koyrandi eftir Rókavegnum omanfyri tunnilsmunnan, síðani á sumri 2018.

P/F Eystur- og Sandoyartunlar boðar ídag frá:

“Farið verður nú undir at leggja Rókavegin tvørturyviraftur nýggja portalin til Eysturoyartunnilin og í hesum sambandi verður fyribils vendiplássið eisini tikið burturaftur. Arbeiðið verður væntandi liðugt um 3 vikur og ætlanin er at leggja asfalt á umleið 16 desembur.”

 

Vitjanartænasta nú eisini í Nes kommunu

Nú er vitjanartænasta eisini í Nes kommunu og er samstarv tikið upp við Reyða kross í hesum sambandi.

Seinasta hóskvøld var kunnandi fundur á Vestuskin á Toftum um nýggju Vitjanartænastuna í Nes kommunu, har Reyði krossur greiddi frá skipanini. Marin Samuelsen, Jóannes Eidesgaard  og Eyrith Guttesen Leyni luttóku frá Reyða krossi. Eisini vóru umboð frá Økistænastuni Roðanum og bygdaráðnum við á fundinum.

Kunningarfaldari er gjørdur, sum kemur at liggja í handlum og á øðrum almennum støðum í Nes kommunu.

At vera vitjanarvinur er sjálvboðið og ólønt arbeiði. Tú vitjar vin tín eina ferð um vikuna. Hvør vitjan varir ein til tveir tímar, ella eftir avtalu.

Sum vitjanarvinur skalt tú vera minst 18 ár, vera álítandi, vinarlig/ur og virða menniskju, sum tey eru. Vitjanarvinir hava tagnarskyldu.

Hevur tú hug at gleða við eini vitjan ella kundi tú hugsað tær ein vitjanarvin ?

So set teg í samband við  Reyða Kross Vitjanartænastuna í Nes kommunu:

Eigil Andersen, Nes, telefon 212129 ella teldupost eigadd@olivant.fo

Maja Højgaard Jakobsen, Toftir, telefon 24 41 73 ella teldpost x-size@olivant.fo

Á myndini frá vinstru, Marin Samuelsen, Eigil Andersen, Jóannes Eidesgaard, Maja Højgaard Jacobsen og Eyrith Guttesen Leyni. 

Rottangatøming í Nes kommunu

Reinsitænastan hjá IRF er byrjað at tøma rottangar í Rituvík, og síðan fara teir til Æðuvíkar, Nes, Toftir og Saltnes.

Tað er ein ómetaliga stór hjálp hjá monnum okkara, at rottangarnir eru klárir, tá teir koma á staðið. Tað sparir bæði borgarum og IRF nógva tíð og nógv stríð.

IRF heitir tí á fólk í bygdunum um at tryggja:

  • at tangin er lættur at koma til
  • at tað er grivið væl frá rundan um lokið
  • at lokið er væl fest, men lætt at loysa
  • at lokið er trygt og heilt
  • at lokið er lætt at festa aftur, tá ið arbeiðið er liðugt

Eru omanfyri nevndu viðurskifti ikki í lagi, verður tangin ikki tømdur. Meira kann lesast um hetta á  www.irf.fo/rottangatoming/

Reglugerðin sigur harumframt, at eigarin av rottanganum hevur til eina og hvørja tíð ábyrgd av, at tangin er í góðum standi og ikki er til ampa fyri fólk og umhvørvið. Hetta inniber millum annað, at fólk og fæ trygt kunnu ferðast tvørtur um rottangan, eisini eftir at hann er tømdur.

Tá ið tangin er tømdur, leggur IRF ein lepa við árstali undir lokið á tanganum.

Kunningarfundur um Vitjanartænastu í Nes kommunu

Hóskvøldið, 14. november kl. 19.30, verður kunningarfundur á Vesturskin á Toftum, um Reyða Kross Vitjanartænastu, sum í næstum verður sett í gongd í Nes kommunu.

Umframt fyrireikarnar, verða m.a. hesi við á fundinum:

  •  Jóannes Eidesgaard, formaður í Reyða Krossi Føroyar
  •  Jóngerð Guttesen, stjóri í Roðanum Økistænastuni

Í eina tíð hevur eitt ávíst fyrireikingararbeiði verið í samband við seta eina Vitjanartænastu í gongd í Nes kommunu.  Ein kunningarfaldari er gjørdur, sum verður á fáa á fundinum og kemur at liggja á ymiskum almennum støðum og handlum í kommununi.

Samstarvsavtala er gjørd við Reyða kross Føroyar, og Vitjanartænastan í Nes kommunu verður skipað eftir teimum mannagongdum og reglugerðum, sum Reyði krossur hevur ásett, m.a. í Havn og Vágunum.

Tað eru Eigil Andersen, Nes og Maja Højgaard Jacobsen, Toftir, sum saman við Nes kommunu, hava fyrireikað Vitjanartænastuna í Nes kommunu.

At vera vitjanarvinur er sjálvboðið og ólønt arbeiði. Sum vitjanarvinur skalt tú vera minst 18 ár, vera álítandi, vinarlig/ur og virða menniskju, sum tey eru.

Fyrireikarnir vóna, at Vitjanartænastan í Nes kommunu fær góða undirtøku, at nógv fólk koma á kunningarfundin og at fólk tekna seg sum vitjanarvin. Øll eru hjartaliga vælkomin.

Roðin Økistænastan bjóðar ein drekkamunn.

Vegna fyrireikarnar, Nes kommuna

 

 

 

 

Felags foreldrafundur í Tofta skúla

Í kvøld, 12. nov. 2019 kl. 19.00, verður felags foreldrafundur í Tofta skúla. Fundurin verður í sangstovuni, og er frá  kl. 19.00 til kl. 20.30.

Skrá:

  • Skúlastýrið leggur fram ársfrágreiðing fyri skúlaárið 2018/19
  •  Fyrilestur við Sunnevu Mohr. Evnið á fyrilestrinum er: Børn og uppaling.Drekkamuður og tíð til spurningar og prát

 

Skúlastýrið fyri Tofta skúla

Rithøvundavitjan og sangur

Mikukvøldið 13. nov. kl. 19 verður kvøldseta á Bókasavninum í Nes kommunu.

• Jógvan Arge fer at tosa um nýggjastu bók sína “Úr ymsum heraðshornum”.
Møgulleiki verður at keypa bókina fyri einans 250 kr. og at fáa hana signeraða

• Hervør og Kári á Torkilsheyggi syngja nakrar sangir.

Øll eru vælkomin

×