Venjingin hjá Roðanum byrjar aftur

Væl umtókta venjingin hjá økistænsstuni Roðanum byrjar aftur í komandi viku.

Týsdag og hósdag kl. 10.45-11.45 í Bylgjuni í Runavík.
Mánadag og mikudag kl. 10.45-11.45 í ítróttarhøllini á Skála.

Roðin Økistænastan

Nes kommuna søkir eftir kommunuskrivara

Í samband við at eitt starvsfólk á kommunuskrivstovuni fer frá vegna aldur og annað starvsfólk fer at arbeiða niðursetta tíð, verður uppgávubýtið á kommunuskrivstovuni broytt framyvir. Í tí sambandinum søkir Nes kommuna eftir kommunuskrivara.

Talan er um eitt fjølbroytt og spennandi starv, har viðkomandi í settur verður kemur at arbeiðia í tøttum samstarvi við umsiting, bydaráð og borgarstjóra.

Her er starvslýsingin – trýst her

Umsóknarfreistin er 1. oktober 2020.

 

Skráin fyri kvøldskúlan 2020/21 er nú klár

Nýggji kvøldskúlaleiðarin fyri Tofta kvøldskúla, Áki Dyssegard, hevur gjørt sína fyrstu kvøldskúlaskrá, fyri skúlaárið 2020/21.

Trýst her fyri at síggja kvøldskúlaskránna 

Tekning og gjalding fer fram á heimasíðu skúlans -toftaskuli.fo- og tekningin byrjar 1. oktober 2020, kl. 20.00.

Undirvísingin er treytað av nóg stórari undirtøku og byrjar eftir heystfrítíðina, í viku 43.

Í skránni eru nøkur nýggj kvøldskúlatilboð, m.a. programmering av videospølum, matgerð frá útlondum, vikuskiftisskeið í máling, VHF skeið, fantastiskir filmar og undirvísing í donskum.

 

Áki er nýggjur kvøldskúlaleiðari í Tofta kvøldskúla

Áki Dyssegaard er nýggjur kvøldskúlaleiðari í Tofta kvøldskúla. Áki, sum er ættaður úr Løgumkloster í Danmark, er 37 ára gamal og giftur við konu av Strondum, har tey eisini búgva.

Áki Dyssegaard er útbúgvin fólkaskúlalærari og hevur verið lærari í Tofta skúla síðani 2018.

Áki hevur seinastu tíðina arbeitt við at leggja skema fyri komandi vetur, og vit kunnu longu gleðast um nøkur nýggj kvøldskúlatilboð.  Niðanfyri sæst skráin fyri Tofta kvøldskúla fyri veturin 2020/2021.

Kvøldskúla skema 2020/21

 

Staðarnavnaskrásetingin er byrja

Á útgávudegnum í Tofta skúla 22. August 2018 av ættarbindinum, sum er 3 bindið av bygdasøguni Nes Toftir Saltnes, kunngjørdi Nes kommuna, at nú arbeiði við bygdasøguni var liðugt, var ætlanin at fara undir at skráseta staðarnøvnini í kommununi.

Áður høvdu staðarnøvn sera stóran týdning fyri okkara forfedrar, tí uttan staðarnøvn bar ikki til at siga øðrum frá, hvar t.d. seyður og neyt lógu í haganum ella á bønum, og hvar í fjøruni seiður fekst á seiðabergi. Í dag eru staðarnøvnini við at fara í gloymskuna. Stórt spell hevði verið, um øll hesi nøvn verða gloymd, tí stórt siðsøguligt virði er í hesum staðarnøvnum. Tí hevur Nes kommuna tikið stig til at varðveita staðarnøvnini.

Fyrst í hesum árinum játtaði Janus Jensen av Toftum at standa á odda fyri skrásetingararbeiðinum, samstundis sum Nes kommuna gjørdi avtalu við SP/F Munin um atgongd til eina skrásetingarskipan, sum Munin hevur ment og sum er brúkt aðrastaðni í Føroyum.

Janus Jensen er longu byrjaður at skráseta staðarnøvn. Nógv skrivligt tilfar fyriliggur, sum hann hevur at halda seg til, eins og Janus hevur tosað við fleiri eldri fólk í kommununi um staðarnøvn og søgur sum knýta seg til staðarnøvnini.

At skráseta staðarnøvn er drúgført arbeiði, og ov nógv arbeiði hjá einum fólki. Tí hevur Nes kommuna heitt á Ólav Magnussen av Nesi um at verða Janusi til hjálpar, og tað hevur hann játtað.

Í dag var fundur á kommunuskrivstovuni, m.a. um hvussu arbeiði við skrásetingini skal skipast framyvir. Teir báðir fara at taka sær av skrásetingini og at tosa við heimildarfólk í samband við skrásetingina.

Staðarnøvnini verða skrásett á einari almennari talgildari skrá, sum øll fólk fara at fáa atgongd til umvegis teldu, teldil ella fartelefon.

Umframt at fáa upplýsingar um ymisku staðarnøvnini í kommununi, verður eisini møguleiki at lesa søgur og síggja myndir, sum viðvíkja staðarnøvnunum.

Enn er ikki greitt nær staðarnavnaskrásetingin er komin so mikið áleiðis, at skráin kann gerast almenn. Tað fer kommunan at kunnað um í góðari tíð, og væntandi verður okkurt at frætta frá arbeiðinum, so hvørt sum tað skríður fram.

 

 

Dagtilhaldið opnar aftur 15. sept.

Nú verður aftur møguleiki hjá teimum eldru í Nes kommunu at fara í dagtilhaldið, sum heldur til í dagtilhaldinum Vesturskin, á Kneysum 14. Dagtilhaldið hevur verið afturlatið síðani hálvan mars, tá koronafarsøttin kom til Føroyar, og opnar aftur 15. september, kl. 15.00.

Í dagtilhaldinum er ymiskt á skránni, s.s. handaligt ítriv, útferðir, spøl o.a.
Ein góður drekkamuður er at fáa hvønn dag opið er.

Dagtilhaldið er opið týsdag, mikudag og hósdag frá kl. 15.00 til 18.00.

Roðin letur upp aftur

Nú tamarhald aftur tykist verða á Korona smittubreiðsluni í Føroyum, verða viðurskiftini í Roðanum aftur normaliserað.

Frá mikudegnum 9. september verður latið upp fyri øllum vitjanum á Eysturoyar røktar- og ellisheimi, Vesturskin og Sjóvarlon. Hettar merkir, at ongar avmarkingar eru fyri hvussu nógv kunnu vitja og at tiltøk s.s. andaktir, gudstænastur, hugnaløtur, sangløtur og føðingardagar aftur kunnu verða inni á heimunum.

Fyri lættari at kunna spora møguliga smittu, verða vitjandi framvegis biðin um at skráseta seg tá tey vitja.

Starvsfólkini í Roðanum verða javnan kannaði fyri Covid-19.

Aðrar tænastur í Roðanum s.s. dagtilboð og venjingartilboð virka eisini aftur, sum vanligt. – Somuleiðis verður kantinan opin aftur sum vanligt.

Tað hevur týdning, at øll halda tey almennu tilmælini um fjarstøðu og hondreinføri.

Vinarliga

Jóngerð Guttesen, leiðari.

Nes kommuna við í slóðbrótandi námsfrøðiligari verkætlan

Í endanum av september 2020 fer ein námsfrøðilig verkætlan av bakkastokki, ið verður framd av Námsvísindadeildini á Fróðskaparsetur Føroya í samstarvi við Vága kommunu, Eiðis kommunu, Sunda kommunu og Nes Kommunu.

Verkætlanin hevur sum endamál at økja dygdina á námsfrøðiliga arbeiðinum í dagstovnunum í luttakandi kommunum. Í stuttum er uppskriftin, at ein granskari og tríggir dagstovnar stovna eitt Professionelt Námsfrøðiligt Netverk. Frá hvørjum dagstovni luttaka ein leiðari og tveir námsfrøðingar í einum netverksbólki; luttakandi fólkini í netverksbólkinum hava til uppgávu at seta átøk í verk í einstøku dagstovnunum.

Netverkið er avmarkað í tíð.  Netverksbólkurin møtist fýra ferðir (umleið tríggjar tímar hvørja ferð); hvørja ferð er ein skrá, ið skal facilitera at í seinasta enda verða námsfrøðiligar betringar framdar í dagstovnunum. Hesar betringar skulu standast av, at netverksbólkarnir arbeiða saman við at finna nakrar felags námsfrøðiligar aðalreglar, sum skulu roynast av í verki. Hesar námsfrøðiligu aðalreglar skulu vera eitt svar uppá eina konkreta avbjóðing, ið einstaki dagstovnurin stendur í, t.d. hvussu møta vit mammum úr øðrum londum, hvussu skapa vit eitt tilboð til børn ið hava fingið staðfest ADHD, hvussu læra vit børn at handfara ósemjur ella hvussu økja vit orðafeingið hjá dreingjum í aldrinum 3-5 ár.

Longi hevur verið arbeitt í londunum rundanum okkum við einum líknandi skipan, ið nevnist ein Professionellur Lærandi Felagsskapur  – mest í skúlum, men eisini í dagstovnum. Seinastu fimm árini er skjøtil síðani settur á at stovna hesi Professionell Námsfrøðilig Netverk innan skúlaøkið, men onki serligt er enn gjørt við dagstovnar. Harvið vera hesar kommunurnar í Føroyum saman við námsvísindadeildini nøkur av teimum fyrstu í heiminum, ið royna skipanina við Professionellum Námsfrøðilig Netverkum av í verki í dagstovnahøpi.

Verkætlanarleiðari er Jóhannes Miðskarð, Phd og Adjunktur á Námsvísindadeildini.

Meira kunning færst á hesi heimasíðu, har tað eisini ber til at melda seg til eitt tíðindabræv: https://www.pnngransking.com/

Konfirmatiónir verða 20. sept. og 4. okt.

Sunnudagin 20. september, kl. 11.00, verður konfirmatión í Fríðrikskikjuni á Toftum og sunnudagin 4. oktober verða 2 konfirmatiónir í Gøtu kirkju, kl. 10.00 og kl. 12.00.

Konfirmantarnir í Nes prestagaldi í 2020 eru nevndir niðanfyri.

Konfirmatión í Fríðrikskirkjuni 20. september 2020 kl. 11.00.

Andrea Melanie Andreassen, Høganesvegur 41, 650 Toftir.

Jenny Maria Briansdóttir, Nesvegur 66, 655 Nes.

Andri Clementsen, Kvíggjarvegur 5, 650 Toftir.

Eyðbjartur Wenzelsson Danielsen, á Brekkukletti 19, 650 Toftir.

Sonni Fagraklett, Sjúrðargøta 33, 512 Norðagøta.

Kristoffur Gaardlykke, Gaddavegur48, 655 Nes.

Benjamin Hansen, Regnavegur 48, 650 Toftir.

Adrian Lind Jacobsen, Nesvegur 71, 655 Nes.

Julia Jacobsen, Gerðavegur 15, 513 Syðrugøta.

Fía Joensen, Lýðarsvegur 17, 650 Toftir.

Sámuel Maibrittarson Norðfoss, Regnavegur 32, 650 Toftir.

Jonnhild á Sondum, Gaddavegur 25, 655 Nes.

Konfirmatión í Gøtu kirkju 4. oktober 2020 kl. 10.00.

Ingi Arngrímsson, Garðabrekka 13, 513 Syðrugøta.

Árni Nóa Atlason, Tórðargøta 8, 512 Norðragøta.

Jóan Magnus Gøthe Áslakksson, Geytagøta 9, 512 Norðragøta.

Jónas Lind Borgarsson, Gaddavegur 36, 655 Nes.

Dánjal Danielsen, Lýðarsvegur 32, 650 Toftir.

Ronan Martin Farrelly, Torbjarnargøta 14, 512 Norðragøta.

Jákup Fríði Jansson, við Ánna 24, 512 Norðragøta.

Gerhard Lognberg, Gaddavegur 40, 655 Nes.

Jónas Eysturtún Nielsen, Sjúrðargøta 26, 512 Norðragøta.

Jógvan Aronsson Olsen, við Korkusá 9, 512 Norðragøta.

Dorian Øre, fyri oman Brúgv 6, 513 Syðrugøta.

Sverri Jun Øre, í Tungu 2, 513 Syðrugøta.

Konfirmatión í Gøtu kirkju 4. oktober 2020 kl. 12.00.

Miriam Hansen, Tórðargøta 12, 512 Norðragøta.

Birna Pálsdóttir Isholm, Gróvargøta 9, 513 Syðrugøta.

Ida Maj Adelin Matsdóttir Jørgensen, Geytagøta 33, 512 Norðragøta.

Fríða Magnussen, Torbjarnargøta 16, 512 Norðragøta.

Marta Nesá, Gerðavegur 22, 513 Syðrugøta.

Silja Askham Krag Olofson, Sundsvegur 5, 740 Hvannasund.

Amy við Rætt, Regnavegur 31, 650 Toftir.

Ingrid Terjadóttir, á Sýnini 3, 520 Leirvík.

 

×