Eldrafelagið skipar fyri hugnakvøldi á Svangaskarð

Leygardagin hin 24. oktober 2020 kl. 19.00 hevur Eldrafelagið eina hugnaløtu nú 75 ár eru liðin síðan kríggi endaði.

Løgmaður luttekur og Tórður Mikkelsen verður veitsluvertur.

 

Harmonikuliðið J. J. band spælir og Dansibólkur upptraðkar.

Lutaseðlar við nógvum góðum vinningum verða seldir.
Har vera talur, frásøgnir og nógvur góður felagssangur v.m.

 

Øll 100 fólkini (coronaásetingar) eru hjartaliga vælkomin.

Ikki er neyðugt við tilmelding.

Eldrafelagið á Toftum

Valevnini til Kommunuvalið í Nes kommunu

Týsdagin 10. november 2020 verður Kommunuval.
Tá freistin at lata inn valevnislistar var farin, var ein listi.
Valstýrið hevur gjøgnumgingið og góðkent listan.

Hesi eru uppstillaði til Kommunuvalið í Nes kommunu:

  1.  Petur Jákup Anfinnur (Dakko) Petersen, Saltnes
  2.  Elin Ólavsdóttir á Torkilsheyggi, Nes
  3.  Kaj Eli Hansen, Nes
  4.  Janus Thomsen, Nes
  5.  Heini Súnason Kristiansen, Toftir
  6.  Høgni Hansen, Toftir
  7.  Súni í Hjøllum, Toftir
  8.  Hanna Krista Poulsen, Toftir
  9.  Jan Højgaard, Nes
  10.  Hallfríð Lamhauge Kjeld, Toftir
  11.  Rannvá í Túni Petersen, Saltnes

Valið  fer fram í Fimleikahøllini í Tofta skúla. Atkvøðugreiðslan byrjar kl. 10.00 og heldur fram til kl. 20.00 ella so leingi veljarar møta uttan steðg.

Veljarir fáa valkort sendandi og verða bidnir at siga frá skjótast gjørligt á kommununuskrivstovuni um feilur er íkomin.

Nes kommuna.

FELAGS FORELDRAFUNDUR OG UPPSTILLINGARFUNDUR TIL SKÚLASTÝRIÐ

Mikudagin 21.oktober kl 19 skipar Skúlastýrið fyri Tofta skúla fyri felags foreldrafundi í sangstovuni í Tofta skúla.

Skrá:
Skúlastýrið leggur fram ársfrágreiðing fyri skúlaárið 2019/20

Drekkamuður og tíð til spurningar og prát

Eftir foreldrafundin (kl 20) verður uppstillingarfurndur til skúlastýrið

Skrá:

Kunning um valið og høvi at seta spurningar í hesum sambandi.

Eftir fundin hava tey, sum møtt eru, høvi til at stilla upp valevni og lata inn uppstillingarlistar

Felags foreldrafundur og uppstillingarfundur til skúlastýrið

Mikudagin 21.oktober kl 19 skipar Skúlastýrið fyri Tofta skúla fyri felags foreldrafundi í sangstovuni í Tofta skúla.

Skrá:
Skúlastýrið leggur fram ársfrágreiðing fyri skúlaárið 2019/20

Drekkamuður og tíð til spurningar og prát

Eftir foreldrafundin (kl 20) verður uppstillingarfurndur til skúlastýrið

Skrá:

Kunning um valið og høvi at seta spurningar í hesum sambandi.

Eftir fundin hava tey, sum møtt eru, høvi til at stilla upp valevni og lata inn uppstillingarlistar

Umbygging á Eysturoyar Røktar- og Ellisheimi  

Tá kommunalu fíggjarætlanirnar vórðu lagdar fyri verandi ár – 2020 – samdust tær tríggjar kommunurnar í eldrasamtakinum Roðin um, at seta pening av til umbyggingar á Eysturoyar Røktar- og Ellisheimi í Runavík. Tá bleiv mett, at samlaði kostnaðurin fór at vera á leið 13,7 mió. kr., og samdust partarnir um at klúgva útreiðsluna yvir tvey fíggjarár – 2020/21.

Endamálið við umbyggingini er m.a.:

  • at rationalisera køkshøpið, har farið verður frá tveimum til ein køk, sum liggur høgliga plaseraður í húsinum.
  • at umbyggja soleiðis, at allar funktiónirnar, sum í dag húsast í kjallaranum í Heilsudeplinum í Runavík, flyta niðan á Ellisheimið.
  • at fáa tikið svimjingarhylin á heiminum í brúk aftur, eftir at hann hevur staðið tómur í meiri enn 10 ár.

Tað er Teknistovan Gøta sum hevur teknað og fyrireikað útbjóðingina. Tøkniligur ráðgevi hjá Roðanum hevur verið felagið RÁÐ – ráðgevandi verkfrøðingar.

Nú er nakað fráliðið síðan tilboðini komu inn, og nú ein dagin, stutt herfyri, skrivaðu hesir partar undir sáttmálar við Roðan umvælingini viðvíkjandi:

HVS:                        Zacharias Leitisstein

Ravmagn:             Maskinhandilin í Saltangará

Timburarbeiði:    Búsetur

Køkur:                      Leif Mohr

Ætlandi byrjar arbeiðið alt fyri eitt og samsvarandi tíðarætlanini verður tað liðugt  seint næsta summar.

Samlaði kostnaðurin liggur um metingina, ið var gjørd frammanundan.

 

 

Endurvinn matloyvdirnar við hús

Saman við IRF, fer Nes kommuna undir eina verkætlan um at endurvinna matloyvdirnar við hús, og í hesum sambandi at bjóða sínum borgarum eitt sett av Bokashi spannum ókeypis. Tey í hava áhuga í at verða við í hesar verkætlan,skulu boða Nes kommunu frá við at skriva til nes@nes.fo.

Í einum setti av Bokashi eru tvær spannir og 1 kg av kompostger. Tilmeldingarnar skulu verða Nes kommunu í hendi innan 1. nov. 2020, og Bokashi settini verða útleveraði fyrst í 2021.

Bokashi er ein máti at endurvinna matleivdir við hús. Í bokashi-tilgongdini verður tilfarið (matleivdirnar) súrgað, eins og tá vit súrga mjólk ella grønmeti. Tilgongdin verður kallað fermentering og er anaerobisk. Hvørja ferð, tú koyrir matleivdir í bokashi-spannina, verður kompostger latin omanyvir (Hendan gerin fylgir við bokashi-settinum).

Tá spannin er full, skal hon standa í tvær vikur í innihita, og síðani eru tveir møguleikar at hagreiða bokashi-tilfarið víðari:

  • Tilfarið kann gravast niður í mold (t.d. í eina gamla veltu ella í eina pallerammu)
  • Tilfarið kann leggjast í ein kompostkassa og síðani verða dekkað til við mold.

Allar matleivdir kunnu latast í bokashi-spannina, eisini fiskur og kjøt. Rotta verður ikki drigin at bokashi á sama hátt sum við vanligum komposti. Orsøkin til hetta er, at innihaldið í Bokashispannini hevur eitt sera lágt pH-virði, og rottum dáma ikki súran mat (tær dragast í størri mun at rotnum mati). Tó kann tað henda, at hundur ella fuglur fer at skava í einum kassa við bokashi, um tilfarið ikki er grivið nóg langt niður. Tí verður mælt til at leggja 5-10 cm av mold omanyvir, hava eitt lok yvir ella brúka ein kompostkassa.

Afturat Bokashi-settinum er tað neyðugt, at borgarar hava ein kompostkassa, pallerammu ella møguleika at grava bokashitilfarið niður úti í garðinum.

Hesar treytir eru fyri at fyribyrgja smittuspjaðing frá køks-og matleivdum, sum stava frá djórum, til húsdjór.

  • Køks- og matleivdir skulu vera blivin til sankutøð, áðrenn tey verða brúkt.
  • Sankutøðini skulu brúkast í tí húsarhaldi, har matleivdirnar koma frá, og mugu ikki flytast til onnur støð.
  • Sankutøð mugu ikki brúkast har samband er við húsdjór, tvs. høsn, gæs, seyð, heimalomb osfr.
  • Sankutøð mugu ikki brúkast á landbúnaðarjørð.

Fleiri upplýsingar um sankutøð eru at finna á heimasíðuni hjá HFS um ásetingar fyri privat húsarhald. Les meira her.

Til ber eisini at lesa meira um bokashi á www.irf.fo/bokashi og www.byhaver.dk, og møguleiki er eisini at innlima seg í føroyska facebook-bólkin “Bokashi sankutøð í Føroyum”.

 

Vallistin og valevnislistin til kommunuvalið

Kunngerð um vallistan og valevnislistar til kommunuvalið 10. november 2020

Hervið verður kunngjørt, at vallistin, til kommunuvalið 10. november 2020, liggur frammi á kommunuskrivstovuni, í vanligari avgreiðslutíð, til alment eftirlit, í  døgunum frá 08. oktober 2020

til og við 22. oktober 2020.

Kæra um, at onkur av órøttum er komin á listan, ella onkur rættkomin ikki er tikin við, skal í seinasta lagi 1 viku fyri valdagin verða send Nes kommunu, sum kannar og tekur endaliga avgerð í málinum.

Valevnislisti í Nes kommunu kann í mesta lagi hava 11 valevnir.

Listin skal verða undirskrivaður av í minsta lagi 15 og mesta lagi 25 veljarum sum stillarum.Undirskriftirnar hjá stillarunum skulu vera á sama lista, sum valevnini eru skrivaði á.

Hjálagdur skal vera ein serligur listi yvir stillararnar, har teir eru skilliga lýstir við navni, starvi og bústaði.

Ein veljari kann bert vera stillari á einum lista. Listin skal latast inn av einum stillara á kommunuskrivstovuna ella til valnevndarformannin í seinasta lagi týsdagin 20. oktober 2020 kl. 18.00.

Nes kommuna

 

 

 

Endurnýtsluvirkið í viku 41 og 42

Í sambandi við, at fjøllini verða gingin tekur Endurnýtsluvirkið ímóti burturkasti frá slaktinum.

Mint verður á, at vembur skulu verða tómar og saman við innvølinum koyrdar í posar, áðrenn koyrt verður í bingjuna.

 Frá 5. oktober til og við 17. oktober 2020 er Endurnýtsluvirkið opið soleiðis:

Mána- til fríggjadag frá:  kl. 16.00 – 20.00
Leygardag frá                      kl.  13.00 – 18.00

                                  Nes kommuna

Stongt verður fyri vatninum ídag kl. 13.00, í ávísum økjum

Vegna arbeiði uppá vatnleiðing við Regnaveg, verður stongt fyri vatninum á Brekkukletti, við Høganesvegin, og Undir Nesinum, í dag frá kl. 13.00, og so leingi arbeitt verður.

Roknast kann eisini við óstøðugari vatnveiting aðrastaðni í kommununi.

 Nes Kommuna

×