Skúlin byrjar aftur mánadagin

Nú er summerferian hjá Tofta skúla um at verða liðug, og mánadagin, 15. august, byrjar skúlagongdin aftur, og hol verður sett á skúlaárið 2016/17. Næmingatalið fyri 2016/17 í Tofta skúla er 198, herav 91 gentir og 107 dreingir. 24 børn byrja í 1. flokki.

Leiðslan í Tofta skúla boðar frá, at lærarar og stuðlar møta kl. 08.00 og næmingar kl. 09.30. Tó møtir 1. flokkur kl. 11.00.

Ternan í bestu deildini komandi kappingarár

Á fyrsta sinni verður Ternan umboðað í bestu flogbóltsdeildini bæði hjá kvinnum og monnum sama kappingarár. Kvinnurnar hava áður leikt í bestu deildini, meðan mennirnir royndu seg á fyrsta sinni seinasta kappingarár.

Tað verður royndi flogbóltsleikarin úr Fuglafirði, Bárður Jacobsen, ið verður venjari hjá kvinnunum. Hjá monnunum verður tað eisini Bárður Jacobsen, sum saman við toftamanninum, Trygva Hansen, ið verða leikandi venjarar.
Bárður og Trygvi eru báðir landsliðsleikarar í flogbólti.

Bátafelagið aðalfund

Aðalfundurin hjá Bátafelagnum verður í Undirhúsinum hósdagin 11. august 2016 kl. 19. Skrá samb lógum felagsins. nevndin

Ung í arbeiði 2016

Aftur í summar eru tey ungu í Nes kommunu sjónlig í kommunala umhvørvinum. Seinastu dagarnar hava vit sæð tey í gulu arbeiðsvestunum og hvítu málingaklæðunum.

Ungdómurin, 17 í tali, eru býtt í 2 bólkar, og hava bólkarnir arbeitt 2 víkur í part. Tey byrjaðu 27. juni og seinasti arbeiðsdagur er 22. juli.

Og tey fáa nógv av skafti. Talan er mest um fríðkanararbeiði, har tey rudda og taka ókrút upp fram við kommunalu vegnum. Eisini eru ymiskt málaraarbeiði gjørt, t.d. er girðingar málaðar. Harumframt havt tey hjálpt til við sláingini, í kirkjugørðunum og runt um í kommununi.

Fyrilestur í Undirhúsinum á Toftum

Óli Samró fer at greiða frá úr nýggju bókaútgávu síni, hvussu fiskivinnan er skipað kring heimin, og hvussu ymisku fiskivinnuskipanirnar virka og roynast á heimsins høvum.

Óli vónar, at nógvir spurningar verða settir, sum kunnu íbirta kjak um fiskivinnu.

Møguleiki verður at keypa nýggju bókina hjá Óla Samró.

Fyrilesturin er ókeypis.

Fólkatalið og skattainntøkan er vaksandi

Góða gongdin,í fólkatalinum og skattainntøkuni hjá Nes kommunu, heldur fram.

Fólkatalið í Nes kommunu hevur ongantíð verður so stórt, sum tá uppgjørt var pr. 31/12-2009, tá var tað 1268. Síðani fall tað í nøkur ár, og pr. 31/12-2013 var tað komið niður á 1212. Fólkatalið hevur síðani verið vaksandi, og pr. 1. juli 2016 eru 1260 fólk skrásett at búgva í Nes kommunu. 

6 teir fyrstu mánaðirnir í 2016 var fyribilsskattainntøkan hjá Nes kommunu, sambært uppgerðini hjá Taks,, 19,3 mió. krónur. Sama tíðarskeið í 2015 var inntøkan 17,4 mió. krónur. Hetta svarar til eina økta inntøku uppá 1,9 mió. krónur, ella 10,9 prosent. 

Í fíggjarætlanini fyri 2016, er roknað við einari skattainntøku fyri fyrra hálvár uppá 17,5 mió. krónur. Talan er sostatt um eina meirinntøku, í mun til fíggjarætlanina, uppá 1,8 mió. krónur, ella 10,3 prosent.
 
Skattaprosentið í Nes kommunu er 20,5, og hevur verið óbroytt síðani 2006.

Asfaltering í ár

Fyrr í ár bleiv gongubreytin í eldra partinum av Lýðarsvegi asfalterað. Á bygdarráðsfundinum mánakvøldið bleiv samtykt at asfaltera nøkur økir afturat í ár.

Talan er um fylgjandi økir:
– gongubreytin fram við Gaddavegnum – Nýgerð/íløga
– Lýðarsvegur, vegin gjøgnum nýggju útstykkingina við Lýðarsveg – Nýgerð/íløga
– vegin millum hallirnar á íðnaðarøkinum inni við Rætt – Nýgerð/íløga
– part av økinum millum bygningarnar hjá Faroe Origin – Viðlíkahald/rakstur

Íalt er verða góðar 5.000 m2 asfalteraðir. Mettur kostnaður av asfalteringini, íroknað fyrireiking, er 1,6 mió. kr. Tá er meirvirðisgjald ikki íroknað.

 

Svimjihylurin er stongdur í summarfrítíðini

Fríggjadagin, 24. juni, er svimjihylurin opin fyri seinastu ferð undan summarfríðtíðini.

Svimjihylurin verður opin aftur eftir summarfrítíðini. Lýst verður nærri tá opnað verður aftur.

×