Jákup stillar ikki upp

Skriv frá Jákup A. Olsen

Eg havi havt tað æru at blíva valdur og at hava sitið í bygdaráðnum í Nes kommunu hesa seinastu setuna, sum nú er við at verða runnin. Eg vil nýta høvi til at takka øllum tykkum sum valdu meg í bygdaráðið, og somuleiðis takka teimum sum eg havi sitið í bygdaráðnum saman við.

Túsund tøkk til veljarar og starvsfelagar.

Eg havi trivist væl í arbeiðinum, og meti eg, um eg hyggji 4 ár aftur, at væl er komi av skafti í bygdarráðsarbeiðinum í Nes kommunu seinastu 4 árini.

Men av ymiskum arbeiðs- og privatum orsøkum, havi eg gjørt av, ikki at stilla upp aftur hesaferð, men møguliga einaferð seinni.

Bestu heilsanir

Jákup Alfredsson Olsen

Kommunuvalið 8. nov. 2016

8. juli 2016: 

Sjófólk og onnur, sum ikki rokna seg at vera heima valdagin, og veljarar, sum eru staddir uttanlands, kunnu útfylla atkvøðuseðilin í fyrsta lagi 4 mánaðir áðrenn valdagin. 
Í øðrum førum skal atkvøðuseðilin vera útfyltur í fyrsta lagið eina viku áðrenn valdagin (t.e. 1. november 2016).

1. september 2016: 
Vallistin verður gjørdur í seinasta lagi 1. september í tí ári, sum valið fer fram, yvir teir veljarar, ið tá lúka treytirnar fyr valrætti.

27. september 2016: 
Landsstýrismaðurin lýsir í minsta lagi seks vikur fyri valdagin:
1) nær valdagurin er,
2) hvar valevnislistar skulu latast inn og
3) seinastu freist at lata valevnislistar inn

27. september 2016:
So skjótt sum valdagurin er ásettur, verður gjørdur eykalisti yvir teir persónar, sum, aftan á at høvuðsvallistin er gjørdur og til valið fer fram, ætlast at lúka aldurstreytina og hinar treytirnar fyri valrætti valdagin, sbr. § 1 í lógini.

4. oktober:
Lýst verður um framløgu av vallistunum á vanliga hátt 5 vikur framman undan valinum.

11. oktober 2016:
Í seinasta lagi 4 vikur framman undan valinum skulu vallistarnir vera framlagdir til alment eftirlit, og teir verða liggjandi frammi í 2 vikur á einum staði, ið liggur høgliga fyri hjá íbúgvarunum. Lýst verður um hetta á vanliga hátt 5 vikur framman undan valinum.

18. oktober 2016:
Valevnislistarnir mugu vera valnevndarformanninum ella kommununi í hendi í seinasta lagi kl. 18:00, 3 vikur undan valdegnum.

25. oktober 2016:
Bygdaráðið kann gera av, at valkort verða send út til veljararnar. Tey skulu innihalda upplýsingar um navn og bústað veljarans og talnummar hansara á vallistanum, og tey skulu verða útsend í seinasta lagi 2 vikur framman undan valinum.

25. oktober 2016:
Valrætt og valbæri til bygdaráðsval hevur hvør tann, sum:
a) hevur fylt 18 ár og annars lýkur hinar treytirnar fyri valrætti og valbæri til løgtingið,
b) er tilmeldaður fólkayvirlitið í avvarðandi kommunu í seinasta lagi 2 vikur áðrenn tann dagin, valið fer fram, og
c) sum valdagin framvegis er búsitandi í kommununi.
Hóast ásetingina í a), hava ríkisborgarar úr hinum Norðurlondunum valrætt og valbæri til kommunuval, um so er, at teir hava havt fastan bústað í Føroyum seinastu 3 árini undan valinum.

27. oktober 2016:
Er ein persónur uppstillaður á fleiri listum, skal valnevndin siga honum frá hesum. Hann kann tá skrivliga siga valnevndini frá, um hann bert vil standa á einum lista og hvørjum. Valnevndin skal hava gjørt honum tað kunnugt seinast 12. dagin undan valinum, og skal hann hava svarað valnevndini seinast 11. dagin undan valinum, so stillararnir á hinum listunum, sum vikomandi stóð á, kunnu fáa høvi til innan 24 tímar at seta annað valevni í hansara stað.

28. oktober 2016:
Seinasta freist hjá teimum, ið eru uppstillaði á fleiri listum at svara valnevndini, so stillararnir á hinum listunum, sum viðkomandi stóð á, kunnu fáa høvi til innan 24 tímar at seta annað valevni í hansara stað.

1. november 2016:
í seinasta lagi eina viku framman undan valinum almannakunnger valnevndin stað og klokkutíð fyri valið. Atkvøðugreiðslan byrja kl. 10:00 fyrrapart og heldur fram til kl. 20:00, ella so leingi veljarar møta uttan steðg.

1. november 2016:
Sjófólk og onnur, sum ikki halda seg verða heima valdagin, og veljarar, sum eru staddir uttanlands, kunnu útfylla atkvøðuseðilin í fyrsta lagi 4 mánaðir áðrenn valdagin. Í øðrum førum skal atkvøðuseðilin vera útfyltur í fyrsta lagi 1 viku áðrenn valdagin.

7. november 2016:
Seinast freist at atkvøða við brævi.
Atkvøðuseðilin skal ver komin fram til valstaðin, áðrenn atkvøðugreiðslan byrjar.

8. november 2016, áðrenn atkvøðugreiðslan byrjar:
Atkvøðuseðilin skal vera komin fram til valstaðin, áðrenn atkvøðugreiðslan byrjar.

8. november 2016: 
Regluligt val fer fram annan týsdag í november, og valskeiðið gongur frá 1. januar árið eftir.
Atkvøðugreiðslan byrjar kl. 10:00 fyrrapart og heldur fram til kl. 20:00, ella so leingi veljarar møta uttan steðg.

8. november 2016: 
So skjótt sum atkvøðugreiðslan er av, (t.e. kl. 20 ella seinni) fer atkvøðuteljingin fram. Hon er almenn.

8. ella 9. november 2016:
Endalig uppgera av valinum verður síðan gjørd av valnevndini annaðhvørt sama dag, sum atkvøðuteljingin er farin fram, ella í seinasta lagi dagin eftir.

9. november 2016:
Í kommunum, sum uppbýttar eru í tevey ella fleiri atkvøðuøki, verður úrslitið av atkvøðuteljingini í hvørjum valstað gjørt kunnugt fyri teim hjástøddu og skjótast gjørligt fráboðað formanni valnevndarinnar. Í hesum kommunum kemur valnevndin saman í seinasta lagi dagin eftir, at atkvøðugreiðslan er farin fram, fyri at gera upp atkvøðuteljingina í øllum atkvøðuøkjum kommununnar. Hesin fundur er almennur.

15. november 2016:
Um so verður, at bygdaráðið ger av, at fínteljing skal vera, skal hon fara fram í seinasta lagi vikudagin eftir sjálvan valdagin.

17. november 2016:
Hann, ið hevur nakað at kæra seg um viðvíkjandi vali, sum fram er farið, má, fyri at klaga hansara kann verða tikin til viðgerðar í seinasta lagi 8 dagar eftir, at valið er gjørt endaliga upp, skrivliga seta fram mótmæli sítt fyri bygdaráðnum.

17. november 2016:
Um onkur av teim valdu ynskir at sleppa undan at taka við vali, sbr. §22, stk. 2, og frammanfyri í stk. 1, skal hann innan fyri somu fresit, sum galdandi er fyri innsendan av klagum, sbr. §23, stk. 1, skrivliga venda sær til bygdaráðið, sum viðger og tekur avgerð í málinum á sama hátt, sum nevnt í §23, stk. 2, viðvíkjandi klagum.

27.
november 2016:
Tey mótmæli, ið framsett eru í samsvari við frammanfyri standandi reglur, veðra gjørd av bygdaráðnum á fundi, ið hildin skal verða í seinasta lagi 10 dagar eftir, at frestin er farin. Áðrenn bygdaráðið tekur avgerð sína, verður ummæli valnevndarinnar um málið at fáa.

14 daga freist
Tær avgerðir, sum bygdaráðið hevur tikið viðvíkjandi klagum vum valið, sbr. §23, stk. 1, og innkomnum umsóknum um at sleppa undan vali og áheitanum um at sleppa úr bygdaráðnum, kunnu, áðrenn 14 dagar eru lidnir, eftir at avgerðin er tikin, verða skotnar inn fyri landsstýrismannin.

31. desember 2016:
Tá vanligt val til bygdaráðið er farið fram, fara teir gomlu limirnir í bygdaráðnum frá 31. desember, uttan so at kalag um valið er sett fram, áðrenn tann í §23, stk. 1., ásetta klagufrest er farin.

31. desember 2016:
Nývalda bygdaráðið skal skipa seg í seinasta lagi innan árslok í valárinum.

Fyrilestur á Eysturoyar røktar- og ellisheimi

Fyrilesturin er við Gro Gade Haanes, Sjúkrarøktarfrøðideildin, Fróðskaparsetrið.

Fyrilesturin verður kallaður ” Hørsel, syn, og lysforhold hos eldre pasienter i hjemmesykeplejen”.

Fyrilesturin er ein partur av Vísinda vøku – á ferð.

Fyrilesturin verður í salinum á ERE, hósdagin, 22. september 2016, kl. 14.00 til kl. 16.00.

Tíð verður til spurningar og prát, og ein drekkamuður verður eisini at fáa.

Skálafjarðarsamstarvið nýggjan samleika

Tíðindaskriv frá Skálafjarðarsamstarvinum:

Økistænastan hjá Skálafjarðarsamstarvinum fingið nýtt navn og búmerki.

Fyri nøkrum mánaðum síðan varð útskrivað kapping um navn og búmerkið. Fleiri uppskot komu inn og hevur stýrið fyri Skálafjarðarsamstarvið tikið støðu til uppskotini.

Fitt av fólki høvdu í týsdagin seinnapartin leita sær til hugnaløtu á Eysturoyar Røktar-og ellisheimi, har navn og búmerkið varð avdúkað. Myndir frá hugnaløtuni síggjast í myndasavninum. Trýst her

Okkurt gott undir tonnina var at fáa og hugnaði Signar í Homrum um við tónleiki og sangi. Leiðarin bjóðaði vælkomið og segði nøkur orð. Stýrisformaðurin Jóhannus Danielsen, helt røðu og avdúkaði navn og búmerki.

Navnið er “Roðin” og vinnarin gjørdist Monika W. Jacobsen, sjúkrarrøktarfrøðingur,ið starvast á Eysturoyar Røktar-og ellisheimi.

Í viðmerkingum til uppskotið sigur Monika: “Sambært føroysku orðabókini er “roði” ein reyðligur farri á luftini av rísandi ella setandi sól. Setandi sól kann vakurt ímyndað lívið, ið spakuliga rennur út, meðan roðin, sum prýðir himmalin, ímyndar alt tað vakra, tann eldri hevur við sær á leiðini: Vísdómur, familju, lívsgleði og lívsdygd. Alt hetta kunnu og skulu vit starvsfólk vera við at hjúkla um og stimbra, soleiðis, at hvør einstakur sólarroði verður so vakur sum gjørligt.”

Búmerkið, sum Sjúrður Højgaard, grafikari hjá KREA hevur gjørt, tekur støði í navninum.

Í grundgevingini til búmerkið verður m.a. sagt:

“Ein bogað linja gongur ígjøgnum navnið. Navnið stendur við feitum stavum og teir standa tætt saman, fyri at bogaða linjan skal síggjast væl og vera sjónlig í grafiska úttrykkinum. Bogaða linjan gongur uppeftir, og smælkar yvireftir frá vinstru til høgru, fyri at útrykkja vídd og dýnamikk. Deililinjan ígjøgnum navnið skapar eina forgrund og eina bakgrund, sum hava hvør sín lit. Forgrundin er lendið undir luftini, meðan tann reyða bakgrundin er luftin við roðanum. Forgrundin hevur ein myrkari reyðan lit, sum er ein myrkari tóni av tí reyðu luftini.

Búmerkið lýsir navnið á ein beinleiðis hátt: Ein roði á luftini. Sambært føroysku orðabókini er roði ein reydligur farri á luftini av rísandi ella setandi sól. Roði í síni skilmarking er lutleysur í mun til ungdóm og elli – og kann tí eisini ímynda lívið sum heild.

Búmerkið er lætt at minnast, í og við at navnið er Roðin og í og við at merkið lýsir ein roða. Hartil er merkið partur av navninum og eitt við tað. Búmerkið í navninum ber í sær allan súmbolikkin í navninum, bæði hvat litum og formi viðvíkur. Búmerkið hevur bert ein uppsetingarhátt.

Í búmerkinum eru tveir litir: Reytt og myrkareytt. “Roði” kemur frá “reyður”, og tí er reytt í veruleikanum tann einasti rætti liturin til búmerkið hjá roðanum. Reytt er eisini tann liturin, sum umboðar umsorgan og kærleika best.

Tá ein roði er á luftini, hevur luftin altíð ein ljósari reyðan lit enn lendið, tí at roði kemur á luftina, tá ið sólin rísur ella setur, og tá er dimt úti. Tí er alt, sum ikki er roði, gjørt myrkareytt, fyri at roðin sjálvur skal skera seg út og síggjast væl. Valt varð ikki at brúka svart saman við reyðum, tí at svart er dapurt og kalt og kann tengjast deyða. varð Valt varð heldur at brúka ein myrkari reyðan lit saman við litinum í sjálvum roðanum”.

Konfirmantar í Gøtu kirkju 02.10.2016

Konfirmatión í Nes prestagjaldi. Gøtu kirkja 2. oktober 2016 kl 11.00.

1. Miriam Jákupsdóttir Johansen, á Brekkukletti 7, 650 Toftir. Dagurin hildin: í skótahúsinum í Runavík frá kl 17.00.

2. Anni Johannessen, á Brekkukletti 22, 650 Toftir, frá kl 17.00.

3. Elsa Maria Hansen, Regnavegur 39, 650 Toftir, frá kl 17.00.

4. Jenný Jarnskor, Torbjarnargøta 3, 512 Norðragøta, frá kl 17.00.

5. Lena Olsen, Heygsvegur 56, 650 Toftir. Dagurin hildin: í Missiónshúsinum Tabor á Toftum frá kl 16.00.

6. Áki Johannesen, Nesvegur 93, 655 Nes, frá kl 17.00.

7. Harry Mohr Jacobsen, Regnavegur 11, 650 Toftir. Dagurin hildin: í Tofta Talvfelag, Toftavegur 20 frá kl 16.00.

Vísinda vøka – á ferð

Mánakvøldið 19. september kl. 19.30  á Bókasavninum í Nes Kommunu 
 
Erland Viberg Joensen, Søvn Landsins, kemur at tosa um Arbeiðsfólk og handverkarar fram til1950-árini – millum mentanar- og samfelagssøgu.
Bókasavnið bjóðar ein drekkamunn. 

Tiltakið er ókeypis og alment — øll eru vælkomin! 
Bókasavnið í Nes Kommunu
Heygsvegur 28,
650-Toftir

Tørvs- og nøgdsemiskanning í Skálafjarðarsamstarvinum

Tíðindaskriv:

Í kanningini hevur Gallup Føroyar tosað við 438 fólk í ávikavist Runavíkar, Nes og Sjóvar kommunu, sum eru 65 ár og eldri.

Hetta svarar til 43% av teim 1015, ið eru í hesum aldursbólki.
Tey eldru á Skálafjørðinum eru sum heild væl nøgd við tilveruna og eru væl fyri.
Tey allarflestu búgva í egnum sethúsum og ein stórur partur býr saman við hjúnafelaga ella familju.

45% av teim spurdu kundu hugsað sær at flutt í eina minni íbúð.
Nógv tey flestu koma runt í egnum bili, so tey eru sera mobil og taka sær av egnum viðurskiftum. Út við 100 av teimum 438 spurdu arbeiða framvegis og fleir av teim kundu hugsað sær at arbeitt fleiri ár afturat.
Tey flestu hava avvarðandi, sum búgva í nánd ella aðrastaðnis í Føroyum. Bert nøkur fá hava eingi avvarðandi. Yvir 75% kenna seg ongantíð einsamøll. Tó eru nøkur, sum ofta ella av og á gera tað.
Tá tey sjálvi skulu meta um egna heilsustøðu, siga tey flestu, at hon er góð. Helvtin sigur seg røra seg kropsliga antin við at ganga ella gera fimleik.
Í kanningin síggja vit, at tey flestu halda seg eta sunnan kost.
Nógv eru sera aktiv og luttaka í sosialum felagsskapum, umframt at tey spæla ein aktivan lut í sínum egnum familjum.

Ein lítil tørvur er á vitjunarvinum og enn fleiri hava hug at vera vitjunarvinur hjá onkrum.

Spurd um framtíðina og møguleikar at verða heima sum longst, svaraðu tey flestu, at tað mest umráðandi fyri tey er, at avvarðandi eru í nánd ella til staðar fyri at veita eina hjálpandi hond. Eisini var sera umráðandi at hava møguleika at fáa heimahjálp ella heimasjúkrarøkt.

Sum heild halda tey spurdu, at Økistænastan hjá Skálafjarðarsamstarvinum, sum umsitur heimahjálp/heimasjúkrarøkt, økisterapi, røktarheim og sambýli, veitir eina góða tænastu.

Á fundi 7. sept., varð kanningin løgd fyri bý- og bygdaráðslimir í Runavík, Nes og Sjóvar kommunum.
Les kanning her

Margit og Elinborg 35 ára starvsdag

Margit Andersen hevur arbeitt sum vaskifólk í Tofta skúla í 35 ár. Hon byrjaði tá útbyggingin av Tofta skúla var liðug í 1981.

Elinborg Højgaard vaskaði fyrst í læknahølinum, síðani í kommunuskrivstovuni og frá 1994 hevur hon vaska í Tofta skúla.

Tær báðar hava á ein fyrimyndarligan hátt røkt teirra arbeiði í 35 ár, og á lítlari samkomu í dag, saman við teirra starvsfelagum, takkaðu Jóhannus Danielsen, borgarstjóri og Marita Dalsgaard teimum fyri trúgva og góða tænastu. Á samkomuni fingu tær handaðar gávur og blómur.

Forskúlatilboðið í Nes kommunu víðkað

Í 3 ár, frá 2013 til 2015, samstarvaðu barnagarðurin á Svangaskarði og Tofta skúli um eina royndarverkætlan við 6 ára gomlum børnum. Royndirnar og samstarvið góðu so mikið góð úrslit, at Nes kommuna avgjørdi at halda fram við hesum forskúlatilboði, sum eina varandi loysn frá 2016 av.

 

Higartil hevur samstarvið millum barnagarðin og skúlan verið í føroyskum og málmenning, og nú halda partarnir, at tíðin eisini er komin til menna talfatanina.

 

Tofta skúli og barnagarðurin á Svangaskarði samstarva um ta málsligu menningina hjá 6 ára gomlu børnunum. Endamálið er at byggja brýr millum stovn og skúla samstundis, sum fakbólkarnir samstarva á námsfrøðiligum grundarlagi. Gransking hevur týðiliga víst, at um arbeitt verður miðvíst við málmenning og tí málsliga medvitinum áðrenn skúlabyrjan, verða børnini nógv betur fyri, tá ið tey skulu í skúla.

 

Skipaða samstarvið millum barnagarðin og skúlan er grundað á verkætlanir, sum Jørgen Frost, kendi professarin og granskarin, hevur gjørt bæði í Danmark og Noregi. Ein tann kendasta verkætlanin er “Bornholmerprojektet”. Samstarvið millum barnagarð og skúla, sum í Danmark kallast “fra jul til jul”, tekur støði í 6 ára gomlum børnum. Jørgen Frost hevur eisini verið í Føroyum og hildið fyrilestrar um málsliga menning.

Talan er um málsliga menning gjøgnum spæl. Málspølini eru eisini ein kendur partur av undirvísingini í byrjanini av 1. flokki. Tann praktiski parturin av verkætlanini hjá Jørgen Frost er týddur til føroyskt, og hetta tilfarið verður grundarlagið undir undirvísingini hjá Barnagarðinum á Svangaskarði og Tofta skúla. Harumframt er annað tilfar tøkt til hesa verkætlan, sum námsfrøðiliga byggir á somu fatan.

Lesiroyndirnar, sum eru gjørdar í 1. flokki vísa, at børnini hava ment lesiførleikan, síðani royndarverkætlanin fór av bakkastokki í 2013, og farið var at arbeiða málrættað við málsligari og sosialari menning av teimum 6 ára gomlu.

 

Stovnarnir báðir eru á einum máli um, at góða samstarvið, við málsligu menningini hjá børnunum, skal halda fram og víðkast við eisini at umfata menning av talfatanini.

 

Samstarvið er skipað soleiðis, at frá januar verður komandi føroysktlærarin og roknilærarin knýttur til arbeiðið í skúlabólkinum í barnagarðinum 6 tímar um vikuna, 4 tímar í føroyskum og málmenning og 2 tímar í menning av talfatanini. Tá ið børnini byrja í skúla í august, verður námsfrøðingurin knýttur til arbeiðið í 1. flokki í skúlanum nakrar tímar um vikuna árið út.

 

×