Onnur tíðindi

Broyting í ásetingunum í almennu byggisamtyktini fyri Nes kommunu

Við heimild í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954, seinast broytt við løgtingslóg nr. 31 frá 17. mars 2022, verður við hesum boðað frá, at Nes kommuna á býráðsfundi, tann 28.08.2023, samtykti uppskot um broyting í ásetingunum fyri almennu byggisamtyktina fyri Nes kommunu.

 

Uppskotið til broytinginar snýr seg um at gera ymiskar broytingar í ásetingunum í almennu byggisamtyktini fyri Nes kommunu.

 

Tilfar, sum lýsir uppskotið um serstøku byggisamtyktina, liggur frammi á  kommunuskrivstovuni og annars niðast á hesi síðuni, frá 20. desember 2023 til 15. januar 2024.

 

Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot verða at senda skrivliga til Nes kommunu á nes@nes.fo í seinasta lagi 05. februar 2024.

 

Ásetingar til byggisamtykt – áðrenn broytingar

Ásetingar til byggisamtykt – broytingarnar

Ásetingar til byggisamtykt – aftaná broytingarnar

 

Nes kommuna