Broyting av Almennu byggisamtyktini

Kunngerð um broyting av byggisamtyktini í Nes kommunu

Við heimild í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 seinast broytt við løgtingslóg nr. 19 frá 18. mars 2013, verður við hesum boðað frá, at Nes kommuna á fundi 29.01.2018 samtykti broyting í byggisamtyktini fyri Nes kommunu.

Broytingin umfatar víðkan av D-økinum, í samband við leingjan av grótkastinum, matr. nr. 435a.

Broytingin í byggisamtyktini er til skjals á kommunuskrivstovuni í upplatingartíðini í tíðarskeiðnum frá 5. februar til 26. februar 2018, og á heimasíðuni www.nes.fo

Møgulig mótmæli og/ella broytingaruppskot skulu verða bygdaráðnum í hendi í seinasta lagi 19. mars 2018.

Nes kommuna

Kunngerð viðv. byggisamtyktini

Dagføring av korti til byggisamtykt

Flot skipar svimjikapping

Leygardagin 03.02.2018 verður skipað fyri svimjikappin á Toftum.

Í hesum sambandi verður ongin almenn svimjing.

Venjingarhølið á Svangaskarði klárt at nýta

Venjingarhølið í Ítróttarhúsinum á Svangaskarði er nú tókt til nýtslu hjá øllum borgarum í Nes kommunu. Tað er ókeypis at nýta venjingarhølið.

Fyri at sleppa inn í venjingarhølið er neyðugt at hava lykil. Lykilin fæst frá umsjónarfólkinum, telf. 565008, og goldið verður kr. 200,00 í depositum fyri lykilin.

Við lyklinum fæst eisini atgongd til skiftingarrúmini og WC.

Ein skal verða 16 ár fyri at fáa lykil. Borgarar í Nes kommunu undir 16 ár hava atgongd til venjingarhølið saman við vaksnum.

Reglugerð fyri venjingarhølið er sjónlig í hølinum.

Innskriving av næmingum til 1. flokk

Innskriving av næmingum til 1. flokk komandi skúlaár verður í Tofta skúla mikudagin, 24. januar, kl. 13.00. Næmingarnir skulu hava dóps- ella navnaseðil við.

Ongin gjøgnumkoyring eftir Agninum

Nes kommuna hevur samtykt at breiðka Agnið frá íbindingin við Nesveg og niðan til Agnið 18. Arbeiðið byrjar mánadagin 15. januar 2018.

Í hesum sambandi verður ongin gjøgnumkoyring eftir Agninum. Tí er neyðugt at koyra eftir Gaddavegnum inntil arbeiðið er liðugt.

Durita Jakobsen byrjað sum skúlastjóri

Mikudagin 3. januar 2018 var fyrsti almenni arbeiðsdagurin hjá Duritu Jakobsen sum skúlastjóra í Tofta skúla. Tað var fyrst í desember 2017, at Rigmor Dam, landsstýriskvinna, setti Duritu Jakobsen í starvið sum skúlastjóri í Tofta skúla frá 1. januar 2018 at rokna. Í hesum sambandi varð skipað fyri lítlari móttøku fyri Duritu í skúlanum mikumorgunin 3. januar. Familja, næmingar, lærarar, starvsfólk og umboð fyri skúlastýrið og Nes kommunu vóru boðin við til móttøkuna. Løtan byrjaði við góðum felagssangi. Síðani vóru heilsanir og nógv góðynski borin fram av Armgarð á Regni, forkvinnu í skúlastýrinum, Jóhannusi Danielsen, borgarstjóra, Olafi Magnussen, varastjóra og Maritu Dalsgaard, fráfarna skúlastjóra. Móttøkan endaði við felagssangi. Síðani fingu allir næmingarnir søtmeti, meðan tey vaksnu vóru boðin til ábit.

Fyrsti arbeiðsdagur hjá Duritu Jakobsen sum skúlastjóri í Tofta skúla.

Myndir og tekstur er av heimasíðuni hjá Tofta skúla.

Joan nýggjur kommunulækni

Joan Skibenæs, alm. med., er sett í fast starv sum kommunulækni í viðtalu 2, í Skálafjarðar læknadømi. Hon tekur við starvinum 1. februrar 2018. Hesum boðar Heilsutrygd frá.

Nes kommuna ynskir Joan Skibenæs til lukku við starvinum.

Gleðilig jól

Nes kommuna ynskir øllum borgarum eini gleðilig jól og eitt eydnuberandi nýggjár.

Stongt millum jól og nýggjár

Skrivstovan hjá Nes kommunu er stong millum jól og nýggjár.

Skrivstovan letur aftur 22. desember og letur upp aftur 2. januar.

Borgarar við átrokandi boðum kunnu venda sær til vakttelefonina tlf. 448144.

Nes kommuna ynskir øllum eini gleðilig jól og eitt eydnuberandi nýggjár.

Nýggjársbál

Umsókn um at brenna nýggjársbál

Sambært kunngerð um burturkast nr. 147 frá 19. oktober 1995 er krav, at
góðkenning skal fáast frá kommununi at brenna nýggjársbál.

Søkjast kann um loyvi hjá Skálafjarðar Kommunala Sløkkiliði á Telefon 448235 
ella skalslok@olivant.fo innan 31. desember, klokkan12.00

Treytirnar fyri at fáa loyvi eru hesar:
• at bert reinur, óviðgjørdur og turrur viður verður nýttur
• at støddin á bálinum er í mesta lagi 3 metrar í diametur og 2 metrar í hædd
• at bál, størri enn 3 metrar í diametur og/ella 2 metrar í hædd, skulu
frammanundan góðkennast av Sløkkiliðnum við sýn á staðnum og verða
bert loyvd, um Sløkkiliðið metir trygd og frástøðu at verða hóskandi til
umstøðurnar
• at veðrið er til vildar
• at frástøða til hús og lutir verður nóg stór, og á góðkendum stað
• at navnsnevndur ábyrgdarpersónur er á staðnum og at navn, adressa og telefonnummar verða upplýst Sløkkiliðsstøðini á telefon 448235, ella teldupost skalslok@olivant.fo
• at um neyðugt verður hjá Sløkkiliðnum at fara á staðið at sløkkja ella rudda,
er tað navngivni ábyrgdarpersónurin, ið fær rokning
• at økið verður ruddað í seinasta lagi dagin eftir
• mælt verður til, at hava spannir ella vatnkør á staðnum til sløkking ella
køling í samband við møguligar brunaskaðar

Hesar treytir skulu tryggja, at bálbrenningin verður gjørd við skynsemi,
umframt at minst møgulig umhvørvisárin standast av brenningini.

×