


Nýggi graslíkisvøllurin verður tikin í nýtslu leygardagin 5. juli kl. 17.15
Leygardagin 5. juli kl. 17.15 verður nýggi graslíkisvøllurin á Svangaskarði tikin í nýtslu, tá ið B68 og EB/Streymur spæla Betrideildardyst.
Beint áðrenn dystin fer Møblasølan við Birgir Andreasen formliga at handa Nes kommunu skjalið uppá vøllin. Síðan verður nýtslurætturin formliga handaður til B68.
Í hálvleikinum bjóðar Nes kommuna øllum ókeypis kaffi/the og vaflur.
Øll eru hjartaliga vælkomin!
NES KOMMUNA

Rottangarnir verða tømdir í Nes kommunu
Frá IRF:
Reinsitænastan hjá IRF byrjar í næstu viku (viku 28) at tøma rottangar á Nesi. Síðani verður hildið fram á Toftum og í Saltnesi.
Tað er ein ómetaliga stór hjálp hjá starvsfólki okkara, at rottangarnir eru klárir, tá ið vit koma á staðið. Tað sparir bæði borgarum og IRF nógva tíð og nógv stríð.

Andrias Magnussen er valdur til formann í valnevndini
Á býráðsfundi tann 26. mai varð nýggj valnevnd vald.
Hesi vórðu vald:
Andrias Magnussen
Elsa í Hjøllum
Vilmund D. Jacobsen
Álvur Højgaard
Anna Malena Højgaard
Varlalimir:
Rúna Olsen
Petur Gaardlykke
Jaspur Højgaard
Valnevndin skipar seg sjálv, tó sigur lógin, at býráðið velur forfólkið til valnevndina til Fólkatingsval.
Herfyri varð hildin skipanarfundur í valnevndini, og Andrias Magnussen varð valdur til formann.
Á býrásðfundi 23. juni samtykti byráðið eisini at velja Andrias Magnussen til formann í valnevndina til fólkatingsval.

Vælkomin til móttøku av Team Rynkeby Føroyar hósdagin 26. juni kl. 14
Team Rynkeby Føroyar liðini vitja í Nes kommunu hósdagin 26. juni kl. 14 á Toftagjógv.
Øll eru vælkomin at heilsa uppá og ynskja góðan túr.
Borgarstjórin sigur nøkur orð, og eisini verður sagnur/ tónleikur, kaffi, te og okkurt lætt til matna.
Hetta er 12. árið, at Team Rynkeby Føroyar hevur lið, sum súkklar til París. Undirtøkan at vera við í felagsskapinum og áhugin at stuðla innsavningini til álvarsliga sjúk børn og familjur teirra er vaksin á hvørjum ári. Aftur í ár hava tey tvey lið: Team Rynkeby Føroyar og Team Sornfelli – ið er fjallaliðið, sum súkklar til París á øðrum sinni.
Team Rynkeby Føroyar súkklar leiðina Danmark – Týskland – Holland – Belgia – Frankaríki, meðan Team Sornfelli byrjar í Geneve og súkklar í fronsku alpunum, áðrenn tey leggja leiðina norðureftir, har bæði føroysku liðini hittast og koyra saman inn til París

Vaskifólki til fimleikahøllina í Tofta skúla
Søkt verður eftir fólki at gera reint í fimleikahøllini í Tofta skúla at byrja 12. august 2025.
Reingerðin er 20 tímar aðruhvørja viku, sum verður at fremja um kvøldið, eftir at høllin er stongd, ella tíðliga á morgni, áðrenn skúlatíð.
Løn samb. sáttmála millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag.
Skrivligar umsóknir verða at senda til Nes kommunu, Toftavegur 3, 650 Toftir, ella við telduposti nes@nes.fo, í seinasta lagi 15. juli 2025.
Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til umsjónarmannin í Tofta skúla á tlf. 565003.
Setanin er treytað av, at barnaváttan fæst.
Nes kommuna

Vaskifólk til Tofta skúla
Søkt verður eftir fólki at gera reint í Tofta skúla. Starvið verður sett frá 12. august 2025.
Reingerðin er 23 tímar um vikuna, tá ið skúlagongd er. Starvið er tímalønt.
Løn samb. sáttmála millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag.
Skrivligar umsóknir verða at senda til Nes kommunu, Toftavegur 3, 650 Toftir, ella við telduposti nes@nes.fo, í seinasta lagi 15. juli 2025.
Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til umsjónarmannin í Tofta skúla á tlf. 565003.
Starvssetanin er treytað av, at barnaváttan fæst.
Nes kommuna

Almennur býráðsfundur verður má. 23. juni
Hesi mál vera fyri á býráðsfundinum 23.06.2025 kl. 18.00.
Mál nr. Málsheiti Málslýsing
38/2025 Tekniskt mál Umsókn um uppískoytisstykki matr. nr. 451
39/2025 Tekniskt mál Umsókn um byggiloyvi til garð matr. nr. 699an
40/2025 Tekniskt mál Umsókn um byggiloyvi matr. nr. 276l
41/2025 Mentanarmál Afturlatið mál
42/2025 Mentanarmál Listaverkið við Rætt – Nes kommuna
43/2025 Mentanarmál Afturlatið mál
44/2025 Fíggjarmál Eykajáttan 2025 2. viðgerð– Nes kommuna
45/2025 Fíggjarmál Val av formanni í valnevndini fyri fólkatingsval
46/2025 Fíggjarmál Heimild til Teknisku nevnd í summarfrítíðini
NES KOMMUNA

Summarkvøld við Toftavatn
Hósdagin 19. juni kl. 18 verður summarkvøld við Toftavatn.
Tá ið summarið stendur í blóma, og náttúran vísir seg frá síni vakrastu síðu, bjóða Nes og Runavíkar kommunur til eina serliga løtu við Toftavatn – við tónleiki, hugleiðing og felagssangi.
Tiltakið byrjar kl 18.00. Farið verður til gongu frá tveimum støðum: Eftir gøtuni av Svangaskarði, og frá Skúlanum við Løkin kl. 17.50.
Summarkvøld við Toftavatn er eitt afturvendandi tiltak, sum tekur støði í gøtunum runt Toftavatn, sum Nes og Runavíkar kommunur er felags um.
Í ár er tað Marjun Niclassen, leiðari í Filmshúsinum, sum fer at hugleiða, meðan Jens Marni Hansen fer at syngja og spæla.
Talan er um familjuvinarligt tiltak, har øll eru hjartaliga vælkomin. Okkurt verður bæði at eta og drekka – ókeypis.
Nes og Runavíkar kommunur.

Vígsla á kommunuskrivstovuni í dag
Í dag, fríggjadagin 13. juni 2025, vórðu Edna Langgaard og Jan David Hansen vígd á kommunuskrivastovuni av Súna í Hjøllum, borgarstjóra.
Nes kommuna ynskir brúðarparinum hjartaliga tillukku, alt tað besta og blíðan byr á lívsleiðini.