Renna runt Agnið leygardagin

Leygardagin, 4. november, byrjar Vetrarkappingina aftur. Talan er um eina kapping, sum er runt um í Føroyum 8 leygardagar. Fyrsta kappingin er Agnið runt, og tað er lokala felagið Roysnið, ið skipar fyri. Byrjað verður við Tofta skúla kl. 11.00.

Vanliga eru nógvir luttakarar til kappingina Agnið runt, og fyrireikarnir vóna at tað eisini verður soleiðis leygardagin. Øll kunnu luttaka. Tey vaksnu renna allan teinin , 10,3 km, meðan børnini renna 5,0 km. Hesaferð verður skipað fyri kapping í einum ultraveteranbólki, + 65 ár.

Allir luttakarar kunnu skifta í Tofta skúla. Málið er niðanfyri kommunuskrivstovuna hjá Nes kommunu.

Meira kunning fæst á heimasíðuni hjá felagnum fyri frælsan ítrótt, fif.fo.

 

Kirkjuráðsvalið 2017

Hin 7. november 2017 verður kirkjuráðsval í Nes kirkjusókn. Valið ferð fram í kirkjukjallaranum í Fríðrikskirkjuni frá kl. 10.00 til 20.00, ella so leingi veljarar møta uttan steðg.

Veljarar, sum ikki kunna koma á valstaðið valdagin, kunna venda sær til kommunuskrivstovuna á tlf. 447586.

Les meira undir Kalendari her á síðuni.

Listi yvir tey, sum eru uppstillaði
  1. Niclas Fr. Davidsen, Toftir
2. Amanda Elkjær, Nes
3. Emma Hansen, Æðuvík
4. Inga Hansen, Toftir
5. Kaj Eli Hansen, Nes
6. Súni í Hjøllum, Toftir
7. Bjørg Reinert Højgaard, Saltnes
8. Hilmar Jónfinn Højgaard, Saltnes
9. Jan Regin Jacobsen, Nes
10. Jonna Johannesen, Nes
11. Ólavur Magnussen, Nes
12. Petur Jákup Petersen, Saltnes

 

Minningarhald teirra sjólætnu

Minningarhald teirra sjólætnu verður í Fríðrikskirkjuni 1. novembur kl. 15.00. Tað verður Ovi Brim prestur ið talar.

Eftir taluna verður farið niðan til minnisvarðan, har kransar verða lagdir.

Aftaná minningarhaldið bjóðar Nes kommuna til kaffi í kirkjukjallaranum.

Nes kommuna fingið nýggja heimasíðu

Nes kommuna hevur fingið nýggja heimasíðu. Síðan er einføld og snøgg, og lætt er at finna runt á henni og fáa teir upplýsingar, ein hevur tørv á.

Fyrrverandi síðan hjá Nes kommunu var nú vorðin gomul og ótíðarhóskandi. Sostatt var tørvur á at fáa nýggja síðu.

Á heimasíðuni eru allir upplýsingar, ið borgarar í kommununi og onnur hava tørv á. Bæði kommunalir, vinnuligir og mentanarligir upplýsingar, umframt tað, ið bjóðast børnum og ungum, tað, sum bjóðast eldri, upplýsingar um grundstykki, tíðindi, myndasavn og nógv, nógv annað.

Lætt er at finna runt á heimasíðuni, og síðan er útgjørd við góðari leitiskipan. Til ber eisini beinleiðis á heimasíðuni at fylla út umsóknir av ymiskum slag og senda til kommununa.

Síðan er responsive, sum merkir, at hon riggar eisini til snildfonir og teldlar. Í dag koma umleið 50% av øllum heimasíðuvitjanum frá snildtelefon ella teldli.

Tað er KREA, sum hevur ment og gjørt nýggju heimasíðuna hjá Nes kommunu.

 

Bygdaráðsfundurin útsettur

Almenni bygdaráðsfundurin, sum er lýstur at verða mánadagin 30.10.17, er fluttur til mikudagin 8.11.17 kl. 18.00.

Bingjuplássið stongt

Bingjuplássið er stongt til og við mánadagin 30. oktober 2017, vegna tekniskt brek hjá IRF.

Starv sum skúlastjóri í Tofta skúla

Hevur tú áhuga og hegni at átaka tær leiðslustarv í føroyska fólkaskúlanum og virka fyri alsamt at menna skúlans arbeiði, so hevur tú møguleika at søkja starvið sum skúlastjóri í Tofta skúla. Í Tofta skúla eru 195 næmingar í 10 árgangum, og 17 lærarar starvast í skúlanum. Starvið verður sett frá 1. desember 2017 ella so skjótt sum til ber.
Um starvið
Skúlastjórin hevur fyrisitingarligu og námsfrøðiligu leiðsluna og ábyrgd av virksemi skúlans. Hann skal fremja góðar arbeiðsumstøður og gott samstarv millum skúla og heim og í samstarvi við foreldrini virka fyri, at næmingarnir fáa eina mennandi og fjølbroytta undirvísing.
Harumframt skal skúlastjórin vera førur fyri at inna eina mennandi starvsfólkaleiðslu, skapa umstøður hjá tí einstaka fyri samábyrgd og ávirkan og tryggja, at lærarar skúlans hava umstøður fyri fakligari menning. Eisini skal skúlastjórin skapa virðing fyri skúlanum og leggja dent á at menna skúlaskapin í kommununi.
Førleikakrøv
Umsøkjarar skulu hava fólkaskúlalæraraútbúgving og starvsroyndir í fólkaskúlanum. Harumframt er tað ein fyrimunur, um umsøkjarar hava leiðsluroyndir og leiðsluútbúgving.
Setanarviðurskifti
Setanarøkið er undir Mentamálaráðnum við fyribils tænastu í Tofta skúla. Tann, ið settur verður, eigur at tola broytingar í starvinum. Starvið er flokkað í lønarflokkinum 35.1 sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag.
Umsóknir
Umsókn saman við avriti av læraraprógvi, C.V. og møguligum viðmælum skal verða Mentamálaráðnum í hendi í seinasta lagi 6. november 2017.
Umsóknin verður stílað til:
Mentamálaráðið
Hoyvíksvegur 72
Postrúm 3279
110 Tórshavn
ella við t-posti: mmr@mmr.fo

Tey, ið ynskja fleiri upplýsingar um starvið, kunnu ringja til Jenny Lydersen, undirvísingarleiðara, tlf. 555044.

Mentamálaráðið
Mentamálaráðið hevur sum høvuðsuppgávu at fyrisita undirvísingarmál, mentamál og gransking. Harafturat eru uppgávur viðvíkjandi kirkju, loftmiðlum og øðrum frítíðarvirksemi. Sí heimasíðuna hjá Tofta skúla www.toftaskuli.fo

 

Falkon fekk Agnið

Tað verður entreprenørfelagið Falkon úr Saltnesi, sum skal breiðka 250 m av Agninum fyri Nes kommunu

Lisitatiónin var 5. oktober 2017 og í dag undirskrivaðu Falkon og Nes kommuna undir sáttmála.

9 arbeiðstakarar vóru bjóðaðir til at geva tilboð og 4 arbeiðstakarar lótu tilboð inn.

1. Falkon kr. 2.455.474.
2. JHR kr. 2.464.682.
3. RTS kr. 2.825.200.
4. Kreton kr. 3.060.500.

Afturat tilboðskostnaðinum kemur kostnaður fyri keyp av lendi, gøtulyktir og projektering.

Vegurin frá íbindingini í Nesveg og 250 m niðan, verður dagførdur og gongubreyt verður gjørd. Eftir dagføringina er koyrivegurin 6,0 m breiður og gongubreytin 1.5 m breið. Eisini verða nýggjar kloakk- og vatnleiðingar lagdar, eins og nýggj gøtuljós verða sett upp.

Arbeiðið byrjar seinni í ár og verður liðugt komandi summar.

Sangløta í Tabor

Sunnudagin, 15. okt. 2017 kl. 18.00, verður sangløta í Missiónshúsinum Tabor á Toftum við Harmonikuvinum.

” Á sanganna veingjum” sangløta verður við Harmonikuvinum í missiónshúsinum Tabor á Toftum sunnudagin kl. 18.00. Mennirnir í Undirhúsinum luttaka.

Øll eru hjartaliga vælkomin.

Missiónshúsið Tabor

FM í súkkling Runt Agnið

Í hesum døgum verður skipað fyri FM í súkkling og í morgin. Leygardagin verður landavegsúkkling runt Agnið.
Byrjað verður við Tofta kaj kl. 11.00 og málið er eisini á Tofta kaj. Væntandi verða einar 20 súkklarar við í kappingni, sum er millum kl 11.00 og 13.00.

Kappingin runt Agnið er 1 av 3 FM kappingum, sum skipað verður fyri í hesum døgum:

Í gjár var býarsúkkling í Havn,  ídag er einkultstartur á teininum frá Effostøðini í Kollfjarðadali niðan á Sornfelli og í morgin er landavegsúkkling runt Agnið.

Heitt verður á øll um at verða ansin í ferðsluni meðan kappingin er.

×