Selma avloysur Marjun sum skrivari

Marjun Gaardbo, sum síðani 2013 hevur røkt skrivarastarvið hjá Nes kommunu, hevur valt at gevast. Nýggjur skrivari er Selma Hansen. Umframt at verða skrivari, fer Selma framhaldandi at røkja starvið sum roknskaparleiðari, sum hon hevur røkt síðani 2009.

Í samband við  skrivaraskiftið, eru eisini aðrar smærri bygnaðarbroytingar gjørdar á kommunuskrivstouni, har starvsfólk er fari upp í tíð og skrivstovulærlingur er settur í starv.

Tað er fyrstu ferð at Nes kommuna setir skrivstovulærling í starv. Talan er um Elsbet  Ellingsgaard Magnussen, sum býr í Saltnesi. Hon er byrja í dag, 1. okt. 2018.

 

 

Søkt verður eftir starvsfólki til tekniska økið

 

Søkt verður eftir starvsfólki við hóskandi førleikum til tekniska økið hjá Nes kommunu at byrja 1. november 2018 ella skjótast møguligt.

Arbeiðsuppgávur í høvuðsheitum:
• at hava ábyrgdina av vatnveitingini í kommununi
• at hava ábyrgdina av, at vatnroyndir verða tiknar regluliga
• at hava umsjón við vatnreinsiverkinum, vatnbrunnum, vatnleiðingum og      brandpostum
• at hava ábyrgdina av havnaumsjónini
• at hava dagligu fyrisitingina av havnini um hendi
• at hava umsjón við havnalagnum
• og eftir ávísari fyriskipan at arbeiða og samstarva við onnur innan kommunalu fyrisitingina

Vit ynskja, at starvsfólki:
• er álítandi, samstarvssinnað og hevur hegni og áhuga fyri tekniskum loysnum og viðlíkahaldi
• setir røkisskap og arbeiðssemi í hásæti
• hevur góðar førleikar at gera ymisk viðlíkahaldsarbeiði bæði skjótt og væl
• hevur teldukunnleika
• tolir skiftandi arbeiðstíðir
• dugir væl at síggja møguleikar heldur enn forðingar

Starvið hevur tilvísing til leiðarin fyri tekniska økið í Nes kommunu.

Løn verður ásett sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og avvarðandi yrkisfelag.

Nes kommuna tilskilar sær rætt frítt at velja millum innkomnar umsóknir, og eisini rættin til ikki at taka av nakrari av innsendu umsóknunum.

Arbeiðstíð
Arbeiðstíðin er 40 tímar um vikuna, umframt at innganga í vaktarskipan um kvøldarnar og um vikuskifti.

Umsóknin
Umsóknin, við upplýsingum um royndir, møguliga útbúgving og viðmæli, skal sendast til

Nes kommuna
Toftavegur 3
650 Toftir
ella við telduposti til: nes@nes.fo – í seinasta lagi 12. oktober. 2018

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Aksel Højgaard, leiðara fyri tekniska økið, á tlf. 447586 ella 565001.

Tofta kvøldskúli byrjar viku 43

Veturin 2018/2019

Seyming – annað hvørt vikuskifti
Fríggjakvøld – kl. 19.00 – 22.00
Leygardag –    kl. 12.00 – 18.30
Undirvísari: Maria Rasmussen,
Tlf. 269375

Hondarbeiði
Hóskvøld kl. 19.00 – 22.00
Undirvísari Rutt Hansen,
Tlf. 744480

Stokkakvøld
Byrjar 23. oktober – 5 ferðir
Týskvøld kl. 19.00 – 22.00
Undirvísari: Tinna Johansen
Tlf. 229404

Postalínsmáling
Týskvøld    – kl. 18.30 – 22.00
Undirvísari: Maria Rasmussen,
Tlf. 269375

Máling og list
Hóskvøld   – kl. 19.00 – 22.00
Undirvísari: Finleif Mortensen,
Tlf. 211306

Svimjing, rørslu- og menningartarnað
Hósdag   – kl. 16.00 – 17.00
Undirvísari: Olaf Magnussen,
Tlf. 565015

Fótbóltur, rørslu- og menningartarnað
Týskvøld   – kl. 19.30 – 21.00
Undirvísari: Edmund Jacobsen,
Tlf. 230662

Motiónsfimleikur og linedansur
fyri kvinnur 50+
Mánakvøld  – kl. 18.00 – 19.00
Undirvísari: Jóhanna Petersen
Tlf. 223058

Klaver
Fyri børn í skúlaaldri
Mánadag eftir avtalu
Undirvísari: Gwendolyn Philbrow
Tlf. 580926

Føroyskt fyri útlendingar
Faroese for Beginners
á byrjanarstigi – ókeypis (free)
Mánakvøld   – kl. 19.00 – 21.00
Undirvísari: Kristbjørg Djurhuus,
Tlf. 226725

Kórsangur
Mánakvøld – kl. 19.30 – 21.30
Undirvísari: Mikael Jóhan Heinesen,
Tlf. 227096

Tilmelding
Undirvísingin er treytað av nóg stórari undirtøku.
Undirvísingin byrjar í viku 43.
Gjaldast skal fyri skeiðini á heimasíðu skúlans:
www.toftaskuli.fo
Tekningin byrjar mánakvøldið 1. oktober kl. 20.00
Tá goldið er, er tilmeldingin skrásett.
Luttakaragjaldið er: 500 kr og fyri styttri skeið 250 kr.
Upplýsingar fáast frá kvøldskúlaleiðaranum tlf.: 447332

Møguliga koma onnur styttri skeið seinni.

TOFTA KVØLDSKÚLI

Fráboðan: Spreingiarbeiði í Rókini

Eysturoyartunnilin boðar frá, at komandi dagarnar verður spreingiarbeiði við tunnilsmunnan í Rókini.

Beint áðrenn hvørja spreinging verður økið sperrað av, minst 100 m frá, og blást verður í lúður.

Navia keypt alla føroyska 1. flokks ull frá 2016

Tíðindaskriv frá Navia:

Í mong ár er ov nógv ull blivin burturbeind. Hetta hevur verið óheppið fyri bæði umhvørvið og umdømið hjá okkum føroyingum. Fyri at venda hesari gongd, so hevur Navia, Búnaðarstovan og Fiskimálaráðið gjørst eina samstarvsavtalu, har ið endamálið er at bjarga føroysku ullini.

Uppgávan hjá Navia hevur verið at menna og virka føroysku ullina til vørur, sum eru nýbrot innan føroyskt tógv og troyggjur. Í hesum sambandi hevur Navia við nýggjari tøkni ment 2 nýggj 100% føroysk tógvsløg, sum ongantíð fyrr hava verið á føroyska marknaðinum. Atlit er eisini tikið til at hesar vørur kunnu seljast altjóða.

Framtíðin hjá føroysku ullini liggur í at kundarnir eftirspyrja vørur, ið eru framleiddar úr føroysku ullini. Tískil var tað sera umráðandi fyri Navia at koma við nýggjum tógvsløgum, umframt at Navia hevur gjørt eina nýggja bindibók, ið stuðlar søluna av hesum tógnum. Eisini eru fleiri troyggjur framleiddar úr 100% føroysku ullini, sum hava verið sera væl umtóktar av ferðafólkum og føroyingum sum heild.

Tiltak í SMS

Í døgunum 20. 21. og 22. Septembur hevur Navia eitt stórst tiltak á Torginum í SMS. Heitið fyri hetta tiltak er (Hvat verður føroyska ullin virkað til) Møguleiki verður hjá øllum vitjandi at síggj og merkja hesi nýggju nýbrot ið Navia veitir.

 

Vatnleiðing í Rókini

Vegna arbeiði uppá vatnleiðing í Rókini, verður stongt fyri vatninum týsmorgunin kl. 10, og so leingi arbeitt verður.

Nes Kommuna

Søkt verður eftir leiðara til Nes Sóknar Musikkskúla

Við hesum verður lýst eftir leiðara til Nes Sóknar Musikkskúla, ið er skipaður umvegis samstarv ímillum Nes- og Runavíkar kommunu. Skúlin hevur virkað í skúlabygningunum hjá kommununum, síðani hann varð settur á stovn. Í løtuni ganga áleið 150 næmingar í skúlanum.

Musikkskúlin hevur rímiligar karmar, og væntað verður, at nýggi leiðarin, saman við nevnd skúlans og kommununum báðum, vísir á og finnur loysnir, ið kunnu gera karmarnar uppaftur betri.

Tað er eitt greitt ynski, at Musikkskúlin frameftir miðar eftir at skipa soleiðis fyri, at samanspæl í smærri og størri bólkum, við alrahanda ljóðførum, fer at mynda umhvørvið kring skúlan í alt størri mun. Musikkskúlin hevur hjálpt væl til í rekruteringini til Hornorkestrið í økinum, hetta eigur at halda fram, men ynskiligt er eisini, at ljómlið, skipað saman við øðrum ljóðførum, fara at síggja dagsins ljós frameftir. Skúlin eigur eisini at kenna eina ábyrgd fyri størri høpum, m.a. at vera veitari av leikarum til eitt nú Føroya Symfoniorkestur.

Møguleikarnir fyri framførslum eru nógv batnaðir hesi seinastu árini, bæði í Runavík og á Toftum. Ynskiligt er, at hesir møguleikar vera brúktir væl meiri í framtíðini, og at Musikkskúlin gerst meiri sjónligur og stimbrandi í staðbundna mentanarlívinum.

Væntað verður, at viðkomandi, ið fær starvið, umframt at vera dyggur umsitari, er kveikjandi, framsøkin, dugir væl at samskipa og samstarva og hevur greiðar framtakandi hugsjónir fyri Musikkskúlan. Mál skulu setast og røkkast í størstan mun.

Samsvarandi viðtøkunum verður leiðarin settur fyri fimm – 5 – ár í senn. Áðrenn starvstíðin er runnin, verður lýst eftir leiðara av nýggjum.

Førleikakrøv

Umsøkjari skal hava musikknámsfrøðiligt prógv frá musikkkonservatorium ella aðra samsvarandi musikkútbúgving. Tónleikaútbúgvingin skal í minsta lagi vera á bachelor stigi og góðkend av landsmyndugleikanum. Tað er ein fyrimunur at viðkomandi hevur royndir frá musikkskúlaarbeiði. Fyrisitingarligar royndir og gott skil fyri fíggjarviðurskiftum eru ein fyrimunur. Musikkskúlaleiðarin skal antin hava nomið ella nema sær góðkenda leiðsluútbúgving.

Lønar- og setanartreytir

Starvið er áramálssett hálvtíðarstarv, og løn verður latin sambært sáttmálanum, ið er galdandi fyri limir í Føroya Musikklærarafelag.

Umsóknir

Umsóknir skulu stílast til Nes Sóknar Musikkskúla, og hesar skulu, saman við CV og prógvum, sendast til Nes kommunu, Toftavegur 3, FO-650 Toftir ella umvegis teldupost til nes@nes.fo í seinasta lagi 3. oktober 2018. Ynskja áhugaði at vita meiri um leiðarastarvið, ber til at ringja til Sølva R. Hansen, mentanarleiðara í Runavíkar kommunu, telefon 221226.

Barnagarðurin á Svangaskarði søkir námsfrøðing

Til barnagarðin verður søkt eftir 1 námsfrøðingi at arbeiða 30 tímar um vikuna í farloyvisstarvið, frá 1. oktober 2018 til 30. september 2019.

Vit ynskja at umsøkjarin:
• Dugir at seta seg inn í støðuna hjá tí einstaka barninum
• Hevur hug og áræði at skapa ein fjølbroyttan og tryggan dag saman við børnunum
• Hevur góð samstarvsevnir og kann taka ábyrgd
• Er við til at menna tað pedagogiska arbeiðið
• Hevur hug at røra seg og vera nógv úti í náttúruni

Lønin er sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Tóru Johannessen leiðara á tlf 565021.

Umsóknir
saman við prógvum og møguligum viðmælum skulu verða Nes kommunu í hendi í seinasta lagi mikudagin 26. september 2018 kl. 12.00.

Nes Kommuna
650 Toftir
www.nes.fo
nes@nes.fo

Nes kommuna gjørt avtalu við Fjølrit

Fríggjadagin 7. septembur undirskrivaðu Jóhannus Danielsen, borgarstjóri í Nes kommunu, og Atli K Petersen, formaður í Fjølrit, avtalu um nýtslu av vardum verkum. Orðingin í avtaluni er tann sama sum í rammuavtaluni, sum Fjølrit og Kommunufelagið komu ásamt um í juni í ár. Við hesum kunnu Tofta skúli, og aðrir undirvísingarstovnar í kommununi lógliga avrita vard verk til undirvísingarbrúk, um tørvur er á tí. Samstundis verður tryggjað, at upphavsrættarfólk fáa viðurlag fyri nýtslu av sínum verkum.

Hetta er í samsvari við ætlanina við upphavsrættarlógini, tí sum tað stendur í innganginum eru  “Tey gjøld (viðurløg fyri nýtslu av vardum verkum), sum verða umrødd í hesi lóg, eru sostatt at meta sum inntøka hjá upphavsmanninum og løn fyri avrikað arbeiði.”

Hesin lønarparturin kann vera tað, sum krevst fyri at rithøvundurin, myndafólkið, tónaskaldið ella útgevarin hevur atstøður til at skriva ta næstu bókina, gera tað næstu myndina, skriva tað næsta tónaverkið ella geva ta næstu bókina út.

Avtalan er ein royndarskipan, sum er galdandi í tvey ár frá 1. august 2018 at rokna. Avtalan kostar Nes kommunu 200 krónur fyri hvønn ársnæming í fólkaskúlanum.

Á heimasíðu sínari fegnast Fjølrit, vegna limir sínar um, at eisini Nes Kommuna nú er við til at løna listafólki fyri teirra íkast til føroyskt undirvísingartilfar.

 

×