Onnur tíðindi

Nes kommuna gjørt avtalu við Fjølrit

  • 11
    Shares

Fríggjadagin 7. septembur undirskrivaðu Jóhannus Danielsen, borgarstjóri í Nes kommunu, og Atli K Petersen, formaður í Fjølrit, avtalu um nýtslu av vardum verkum. Orðingin í avtaluni er tann sama sum í rammuavtaluni, sum Fjølrit og Kommunufelagið komu ásamt um í juni í ár. Við hesum kunnu Tofta skúli, og aðrir undirvísingarstovnar í kommununi lógliga avrita vard verk til undirvísingarbrúk, um tørvur er á tí. Samstundis verður tryggjað, at upphavsrættarfólk fáa viðurlag fyri nýtslu av sínum verkum.

Hetta er í samsvari við ætlanina við upphavsrættarlógini, tí sum tað stendur í innganginum eru  “Tey gjøld (viðurløg fyri nýtslu av vardum verkum), sum verða umrødd í hesi lóg, eru sostatt at meta sum inntøka hjá upphavsmanninum og løn fyri avrikað arbeiði.”

Hesin lønarparturin kann vera tað, sum krevst fyri at rithøvundurin, myndafólkið, tónaskaldið ella útgevarin hevur atstøður til at skriva ta næstu bókina, gera tað næstu myndina, skriva tað næsta tónaverkið ella geva ta næstu bókina út.

Avtalan er ein royndarskipan, sum er galdandi í tvey ár frá 1. august 2018 at rokna. Avtalan kostar Nes kommunu 200 krónur fyri hvønn ársnæming í fólkaskúlanum.

Á heimasíðu sínari fegnast Fjølrit, vegna limir sínar um, at eisini Nes Kommuna nú er við til at løna listafólki fyri teirra íkast til føroyskt undirvísingartilfar.