Søkt verður eftir námsfrøðingi til Barnagarðin á Toftum

Til barnagarðin á Toftum verður søkt eftir 1 námsfrøðingi at arbeiða 35 tímar um vikuna, at byrja 1. desember 2018.

Vit ynskja at umsøkjarin:

  • Dugir at seta seg inn í støðuna hjá tí einstaka barninum
  • Hevur hug og áræði at skapa ein fjølbroyttan og tryggan dag saman við børnunum
  • Hevur góð samstarvsevnir og kann taka ábyrgd
  • Er við til at menna tað pedagogiska arbeiðið
  • Hevur hug at røra seg og vera nógv úti í náttúruni

Lønin er sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Tóru Johannessen leiðara á tlf 565021.

Umsóknir

saman við prógvum og møguligum viðmælum skulu verða Nes kommunu í hendi í seinasta lagi 17. november 2018.

 

Nes Kommuna

650 Toftir

www.nes.fo

nes@nes.fo

Fíggjarætlanin 2019

Fíggjarætlanin fyri 2019 hjá Nes kommunu varð mánakvøldið, 29. Oktober, samtykt við aðru viðgerð. Triðja og seinasta viðgerð verður 26. novembur.

Fyritreytirnar fyri inntøkunum eru, at skattaprosentið verður óbroytt, 20,5 prosent, og at barnafrádrátturin er óbroyttur kr. 5.500.

Nettoinntøkan fyri 2019 er mett til 53,8 mió. kr. í mun til 52,3 mió. kr., sum er metta inntøkan fyri 2018. Ein hækking uppá 1,5 mió. kr., ella 2,9 prosent.

Rakstrarkostnaðurin fyri 2019 er mettur til 47,8 mió. kr. í mun til 46,4 mió. kr. (v/eykajáttan), sum er metti kostnaðurin fyri 2018. Ein hækking uppá 1,4 mió. kr., ella 3,1 prosent.

Útgreining av rakstrarkostnaðinum í 2019:

§1 Kommunal fyrisiting 4,8 mió. kr.
§2 Almanna- og heilsumál 16,6 mió. kr.
§3 Børn og ung 11,2 mió.kr.
§4 Undirvísing 3,9 mió. kr.
§5 Mentan og frítíð 3,8 mió. kr.
§6 Teknisk mál 4,4 mió. kr.
§7 Kommunalt øki 3,1 mió. kr.

Rakstrarúrslitið verður sostatt eitt avlop áðrenn íløgur á 6,0 mió. kr.

Samtykt er at gera íløgur í 2019 fyri 21,7 mió. kr, sum kunnu sundurgreinast soleiðis:

Heilsumiðstøðin 0,1 mió. kr.
Útbygging av frítíðarskúlanum 5,0 mió. kr.
Skúlaøkið 0,1 mió. kr.
Teknisk útgerð til svimjihylin 1,5 mió. kr.  
Ítróttarhúsið á Svangaskarði 0,3 mió. kr.
  Fríðkan og gøta 0,1 mio. kr.    
Útstykking / byggibúning 4,4 mió. kr.
Pumpuskipan á vatnleidningin 1,4 mió. kr.
Spillivatnsætlanin 0,2 mió. kr.
Moldgoymsaln 0,1 mió. kr.
Havnalagið (flutningur tunnilsgrót v.m.) 7,9 mió. kr.
Ídnaðarøkið og bátahylurin 0,6 mió. kr.

 

Ì fíggjarætlanini er roknað við at taka lán fyri 18,0 mió. kr og at afturgjaldingin av skuld er 3,9 mió. kr.

Soleiðis samtykt á bygdarráðsfundi 29. Oktober 2018

Nes kommuna
Jóhannus Danielsen, borgarstjóri

112 bólkurin fund á Toftum

Partarnir í fáast við tilbúgving hava síðan 2011 havt ein sokallaðan 112 bólk, sum eftirmetir tvørfakliga samskiftið, sum verið hevur, fyri at fáa rætta møguligar feilir og misskiljingar.

Eftirmetingarfundir eru einaferð um ársfjórðingin, og hava hesir fundir verið hildnir um alt landi, har leiðslurnar hjá lokalu tilbúgvingunum hava havt møguleika at kjakast um, í hvønn mun samskiftið hevur verið nøktandi, ella hvat møguliga kundi verið gjørt betur. Tað verður alla tíðina miðja ímóti, at partarnir betra um sín part í samskiftinum, heildini at gagni.

Eisini hava ávís mál verið tikin fram, har myndugleikar innan og rundan um tilbúgving, greiða frá teirra parti og ætlanum í tilbúgvingar høpi.

Nes Kommuna var í gjár vertur fyri fund í 112 bólkinum, har millum annað tunnilstilbúgving í samband við Eysturoyartunnilin  og aðrar lokalar avbjóðingar vóru umrøddar.

 

Íbúðarbygging á Toftum

Bústaðir og Byggivirkið KBH hava undirskrivað eina partalagsavtalu um bygging av 18 íbúðum á Toftum. Talan verður væntandi bæði um almennar leigubústaðir og um lutaíbúðir. 

Íbúðirnar verða bygdar á Kneysum, beint omanfyri havnarlagið á Toftum. Staðsetingin er góð, stuttur vegur er í skúla og gott útsýni er yvir fjørðin.

Bygd verða tvey íbúðarhús. Tað eina við átta eins íbúðum á umleið 75 fermetrar og hitt við 10 íbúðum, har tær seks eru umleið 50 fermetrar hvør og hinar fýra eru umleið 75 fermetrar hvør. Allar íbúðirnar hava úthús, dur, baðirúm og køk/stovu. Tær minnu íbúðirnar hava eitt sovikamar, meðan tær størru hava tvey kømur. Allar íbúðirnar hava egna inngongd og terassu ella altan. Góð parkeringsøkir verða gjørd við bygningarnar.

Eftir ætlan verður tann sunnari bygningurin, sum hevur átta eins íbúðir, skipaður sum lutaíbúðir. Skipanin við lutaíbúðum er rættuliga óroynd í einum føroyskum høpið, og ynskir Bústaðir á henda hátt at vera við til at fjøltátta útboðið av íbúðum. Nágreinilig lýsing av viðurskiftunum um lutaíbúðirnar kemur seinni.

Verkætlanin er úrslit av góðum samstarvi millum Nes kommunu, Byggivirkið KBH og Bústaðir. Lendisarbeiðið byrjar fyrsta dagin og tað er Falkon Entreprenørar sum skal gera tað arbeiði.

Eftir ætlan verður klárt at flyta inn í fyrstu íbúðirnar á heystið 2020.

 

Helgi Johannessen                          Jóhannus Danielsen                        Andras Róin

Byggivirkið KBH Sp/f                       Nes kommuna                                  Bústaðir

Felagsforeldrafundur í Tofta skúla

Mánakvøldið 05.11.18 kl. 19 verður felagsforeldrafundur Í sangstovuni

Skrá:

• Fyrilestur við Gitte Klein: ”Hvussu kunna vit menna robust børn, ið megna tær avbjóðingar, lívið leggur á tey?”

Á fyrilestrinum verður komið inn á, hvussu vit læra – líkamikið um talan er um lesing, sosialar førleikar ella óvanar. Við hesari vitan hava tey vaksnu amboð, ið styrkja børnini at læra nýtt, handfara broytingar, stýra sínum kenslum og meistra lívið. Við hesum amboðum verða børnini ikki kurlaði, men verða robust, og finna javnvágina aftur, tá tey møta mótburði.

• Skúlastýrið leggur ársfrágreiðing fyri skúlaárið 17/18

• Drekkamuður og tíð til spurningar og prát

Tofta skúlastýrið

Minningarhald teirra sjólætnu

Minningarhald teirra sjólætnu verður í kirkjukjallaranum í Fríðrikskirkjuni hósdagin, 1. novembur, kl. 15.00. Tað verður Ovi Brim prestur ið talar.

Musikkskúlanæmingar spæla undir til minningarhaldið.

Eftir taluna verður farið niðan til minnisvarðan, har kransar verða lagdir.

Aftaná minningarhaldið bjóðar Nes kommuna til kaffi í kirkjukjallaranum.

Hugnaløta í Løkshøll 7. november

7. november kl 19-20:30 skipar Roðin – økistænastan fyri hugnaløtu í Løkshøll.

Hugnaløtan er ætlað teimum, sum eru 67 ár og eldri, – og avvarandi eru vælkomin við.

Skrá:
– Jóngerð Guttesen, leiðari fyri Roðan, bjóðar vælkomin.
– Torbjørn Jacobsen, stýrisformaður, sigur nøkur orð.
– Henning Bøgesvang hugleiðir um at “Ældes med ynde”.
– Gøtu Kirkju ungdómskór syngur.
– Remi og Maria, fysioterapeutar, kunna m.a. um venjingarnar í Bylgjuni og í Ítróttarhøllini á Skála.

– Jóannes S Hansen, spælir undir til felagssang.
– Kaffi í kantinuni.

Agnið næstan liðugt

Arbeiði við at breiðkað og dagføra teir 250 metrarnar av Agninum á Nesi er nú um at verða liðugt. Nú manglar bert at asfaltera veg og gongubreyt, sum verður gjørt so skjótt sum asfaltholdið er klárt, væntandi seinast í hesum mánaðinum ella um mánaðarskiftið.

Tað er Falkon Entreprenørar sum standa fyri arbeiðnum.

Tofta skúli søkir eftir vaskifólki

Søkt verður eftir 1 fólki at gera reint í Tofta skúla at byrja skjótast gjørligt

Vaskað verður teir dagar skúlagongd er:
Skúlin 23 tímar um vikuna
Fimleikahøllin 6 dagtímar og 5 kvøldtímar 3. hvørja viku

Løn sambært sáttmála millum Føroya Arbeiðarafelag og FKA.

Skrivligar umsóknir verða at senda til Nes kommunu, Toftavegur 3, 650 Toftir, ella við telduposti nes@nes.fo í seinasta lagi 8. Novembur 2018.
Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til umsjónarmannin í Tofta skúla tlf. 565003.
Nes kommuna
nes@nes.fo
nes.fo

×