Onnur tíðindi

Íbúðarbygging á Toftum

  • 218
    Shares

Bústaðir og Byggivirkið KBH hava undirskrivað eina partalagsavtalu um bygging av 18 íbúðum á Toftum. Talan verður væntandi bæði um almennar leigubústaðir og um lutaíbúðir. 

Íbúðirnar verða bygdar á Kneysum, beint omanfyri havnarlagið á Toftum. Staðsetingin er góð, stuttur vegur er í skúla og gott útsýni er yvir fjørðin.

Bygd verða tvey íbúðarhús. Tað eina við átta eins íbúðum á umleið 75 fermetrar og hitt við 10 íbúðum, har tær seks eru umleið 50 fermetrar hvør og hinar fýra eru umleið 75 fermetrar hvør. Allar íbúðirnar hava úthús, dur, baðirúm og køk/stovu. Tær minnu íbúðirnar hava eitt sovikamar, meðan tær størru hava tvey kømur. Allar íbúðirnar hava egna inngongd og terassu ella altan. Góð parkeringsøkir verða gjørd við bygningarnar.

Eftir ætlan verður tann sunnari bygningurin, sum hevur átta eins íbúðir, skipaður sum lutaíbúðir. Skipanin við lutaíbúðum er rættuliga óroynd í einum føroyskum høpið, og ynskir Bústaðir á henda hátt at vera við til at fjøltátta útboðið av íbúðum. Nágreinilig lýsing av viðurskiftunum um lutaíbúðirnar kemur seinni.

Verkætlanin er úrslit av góðum samstarvi millum Nes kommunu, Byggivirkið KBH og Bústaðir. Lendisarbeiðið byrjar fyrsta dagin og tað er Falkon Entreprenørar sum skal gera tað arbeiði.

Eftir ætlan verður klárt at flyta inn í fyrstu íbúðirnar á heystið 2020.

 

Helgi Johannessen                          Jóhannus Danielsen                        Andras Róin

Byggivirkið KBH Sp/f                       Nes kommuna                                  Bústaðir