Í Føroya kirkju- og prestasøgu er lítil ivi um, at
Nes er Føroya søguríkasta stað, tá hugsað verður um tíðina eftir trúbótina. Í
miðjuni Gamli Prestagarður, sum V. U. Hammershaimb lat byggja, og aftanfyri hann
Nes Kirkja. Til høgru fjósið, ið ætlanin er at endurskapa sum savnsbygning. Tilgjørd
mynd: Hannis Egholm.
Komandi mánadag eru 200 ár eru liðin, síðani V. U.
Hammershaimb, próstur og málfaðir, var borin í heim. Føðingardagurin verður
hátíðarhildin við einum tiltaki leygardagin 23. mars í gomlu Nes Kirkju og
Gamla Prestarði á Nesi, ið Hammershaimb sjálvur tók stig til at byggja, og sum
stóð liðugur í 1863. Umframt tveir áhugaverdar fyrilestrar um virki Hammershaimbs
sum presti og hin um prestagarðssøguna á staðnum, vitja trý langaabbabørn
hansara í sambandi við føðingardagin. Tey fara at bera fram eina ættakvøðu og
handa bygdasavninum í Gamla Prestagarði eina forkunnuga gávu frá tíðini við
Hammershaimb sum presti og prósti á Nesi. Somuleiðis verður avdúkað ein
verkætlan, sum hevur til endamáls at endurskapa táverandi fjósið við Gamla
Prestagarðin sum ein nútíðar savnsbygning.
Tá Venceslaus Ulricus
Hammershaimb í 1862 varð innsettur sum prestur á Nesi, gjørdist honum
beinanvegin greitt, at táverandi prestagarður var í so vánaligum standi, at
neyðugt var at byggja ein nýggjan. Longu árið eftir í 1863 kundi familjan flyta
inn í prestagarðin, ið vit nú nevna Gamla Prestagarð, sum Fornminnisavnið í Nes
kommunu í dag rekur sum bygdasavn. Tað er Bygdasavnið í Nes kommunu, sum eigur
prestagarðin.
Prestasetrið á
Nesi er sera søguríkt og var í øldir ein miðdepil, eitt savningarstað, bæði
andaliga, handaliga, mentanarliga, sosialt og politiskt. Í Føroya kirkju- og
prestasøgu ræðu lítil ivi um, at Nes er søguríkasta staðið í Føroyum, tá hugsað
verður um tíðina eftir trúbótina.
Nes var ikki bara
kirkju- og mentanardepil við lít. Her var eisini stórt jarðarbrúk, tí 20 merkur
í jørð hoyrdu til prestaembætið, umframt náðinsgarðin á Torkilsheyggi og
Garðshorn í Oyndarfirði. Fjósið omanfyri sethúsini var stórt, út við 40 alin
langt, ið svarar til 25 metrar. Í fjósinum
stóðu 20 mjólkineyt, og hoyggjhúsið tók 12 kúfóður.
Í sambandi við
200 ára føðingardagin 25. mars hjá málfaðirinum, prestinum og próstinum, V. U.
Hammershaimb, verður skipað fyri áhugaverdum føðingardagshaldi á Nesi leygardagn
23. mars. Tiltakið byrjar í Nes kirkju klokkan 16, har Jákup Reinert Hansen,
lektari og guðfrøðingur, fer at greiða frá lívinum hjá Hammershaimb sum presti.
Síðani fer Ólavur Magnussen, lærari og søgukønur, at greina prestagarðssøguna á
Nesi, sum forfedrar hansara vóru ein týðandi partur av. Eisini verður tónleikur
framførdur í kirkjuni hendan dagin.
Eftir fyrilestrarnar í
Nes kirkju verður farið oman í Gamla Prestagarð, har millum onnur trý
langabbabørn hjá V. U. Hammershaimb verða hjástødd. Umframt at koma við eini
ættarkvøðu, fara tey at handa savninum forkunnuga gávu.
Síðani Hammershaimb
í 1878 flutti til Danmarkar hava níggju sóknarprestar verið á prestagarðinum.
Tann síðsti flutti út í 1975. Seinasti prósturin, sum búði á Nesi, var
Fríðrikur Petersen ættaður úr Saltnesi.
Ein arbeiðsbókur
undir Fornminnisfelagnum í Nes kommunu hevur seinasta árið arbeitt við
møguleikanum fyri at endurskapa fjósið og seta tað inn í ein nútíðar karm við
teimum hentleikum og møguleikum, sum ein slíkur bygningur eigur at hava í dag. Arbeiðsbólkurin,
sum er mannaður av Josefinu Jacobsen, forkvinnu í Fornminnisfelagnum, Jóhannusi
Danielsen, borgarstjóra í Nes kommunu, og Kára Mikkelsen, journalisti og
samskiftisráðgeva, heitti á J. P. Gregoriussen, arkitekt, um at gera uppskot
til nýggja savnsbygningin.
Í sambandi við
200 ára føðingardagin verður uppskotið um at endurskapa fjósið sum savnsbygning
almannakunngjørt við eini framløgu í Gamla Prestagarði. Talan er um ein spennandi
bygning á stødd við táverandi fjósið, sum verður slakar 400 fermetrar til
støddar, við millum annað framsýningarhølum, forhøll, matstovu, verkstaði og
skrivstovuhøli hjá Fornminnisfelagnum.
Skráin fyri 200
ára haldi Hammershaimbs á Nesi leygardagin 23. mars sær soleiðis út:
16.00 Inngangur í
Nes Kirkju
16.10 Hammershaimb prestur – Jákup Reinert Hansen
16.40 Tóri Restorff Jacobsen spælir eitt tónleikastykki á cello
16.50 Søgan um prestagarðarnar á Nesi – Ólavur Magnussen
17.30 Kaffi í Gamla Prestagarði
17.45 Ættarkvøða – Jørgen Ulrik Hammershaimb (langabbasonur V.U.H)
18.00 Gávuhandan til savnið – Margrethe Hammershaimb (langabbadóttir V.U.H)
18.10 Framløga um enduskapan av prestagarðsfjósinum sum savnsbygningi
Um nakar ynskir at vita meira um tiltakið,
kann viðkomandi venda sær til ein av stigtakarunum, Kára Mikkelsen, tpost: kari@punktum.fo,
tlf. 280066.
Vinarliga
Fornminnisfelagið í Nes kommunu