Onnur tíðindi

Seniorfestivalurin verður 1. juni 2019

  • 10
    Shares

Aftur í ár verður skipað fyri vælumtókta Seniorfestivalinum í Runavík. Tað er eldrasamstarvið kring Skálafjørðin, Roðin, ið skipar fyri.

Seniorfestivalurin er ein tónleikafestivalur, ið serliga vendir sær til tey tilkomnu. Hetta sæst aftur í skránni, ið er eyðkend av vælsvingandi einstaklingum og bólkum, ið hava prógvað sítt virði, og hvørs løg hava bast tíðarinnar tonn.

Tankin við festivalinum er at lata dyrnar upp og gera Roðan meira atkomuligan, so gestir, umframt at njóta tónleikin, hugnan og samveruna, eisini kunnu nýta høvið at heilsa uppá gamlar kenningar og íbúgvar annars á røktarheiminum.

Kringumstøðurnar á festivalinum eru einastandandi! Telt verða sett upp á parkeringsøkinum og økinum kring Ellis- og røktarheimið í Runavík, har tónleikaframførslur, matur og hugni kunnu njótast. Á hendan hátt er festivalurin væl vardur í mun til veður og vind, eins og allir neyðugir fasilitetir eru nærhendis.

Seniorfestivalurin verður leygardagin 1. juni. Nærri kunning um atgongumerkir og hvør framførir kemur seinni.