Konsert í Fríðrikskirkjuni sunnudagin kl. 20.00

Sum partur av skránni hjá Várdøgunum í Nes kommunu, verður konsert í Fríðrikskirkjuni, sunnukvøldið 28. apríl, kl. 20.00.

Tað verður Kirkjukórið  í Fríðrikskirkjuni og næmingar hjá Nes Sóknar Musikkskúla, sum fara at framføra.

Á konsertini fer Kirkjukórið m.a. at syngja føroysku sangirnar “Summarkvøld”, “Føroyar mín móðir” og “Havið sang um Føroyar”. Tað eru Regin Dahl, Poul F. Joensen og Hans Andr. Djurhuus, sum hava yrkt, og Kári Bæk og Knút Olsen, sum hava gjørt løg og satsir. Eisini fer kórið at framføra vakra svenska sangin “Det  är vackrast när det skymmer”.  Pär Lagerkvist eigur orðini meðan Kaj-Erik Gustafsson hevur gjørt satsin.

Fyri Musikkskúlan verður tað “Orkestrið hjá Anki”, sum kemur at framføra.

Eftir konsertina bjóðar kommunan til kaffi í kirkjukjallaranum.

 

 

Ruddingardagur leygardagin

Leygardagin, 27. apríl, verður árligi ruddingardagurin í Nes kommunu.

Nes kommuna bjóðar til morgunmat í matarhøllini hjá Faroe Origin frá kl. 09.00 – kl. 10.00.

Eftir morgunmatin  verður ruddað í Nes kommunu til kl 12.00 tá øll møtast aftur omanfyri egningarskúrarnar, har skráin er henda:

  • sangframførsla við ungdómsbólkinum ELISHA
  • Nes kommuna bjóðar grillaðar búffar
  • Hvørt húski fær eina træplantu frá Nes kommunu

Við  ruddingardegnum verður skráin fyri Várdagar í Nes kommunu skotin í gongd.

Leygardagin opnar málningaframsýningin í Oyrahandlinum v/ Oslu Gøthe. Byrja verður við fernisering kl. 14.00.

Bygdaráðsfundur verður mánakvøldið 29 apríl

Mánakvøldið, 29. apríl kl. 18.00, verður almennur bygdaráðsfundur hjá Nes kommunu. Fundurin verður í fundarhølinum við hesi dagsskrá: 

Mál nr.          Málsheiti                Málslýsing

31/2019      Fíggjarmál              Liðugtgerð umvæling av 81’ bygningi, 2 viðgerð

 32/2019      Fíggjarmál              Ársroknskapur 2018 – Skálafjarðar Sløkkilið

33/2019      Tekniskt mál          Umvæling av setúsum

34/2019      Tekniskt mál          Byggiloyvi til útbygning

35/2019      Tekniskt mál          Byggiloyvi til uppíbygning  

36/2019      Tekniskt mál          leigusáttmáli

37/2019      Mentanarmál          Fíggjarætlan 2020 – Bókasavnið í Nes kommunu

                    Kunning                  Roknskapur 1. kv. 2019

 

 NES  KOMMUNA

Várdagar í Nes kommunu

Sætta árið á rað skipar Nes kommuna fyri Várdøgum. Várdagarnir verða í døgunum 27. apríl til 4. mai. Leygardagin 4. mai er árligi Bátafestivalurin á Toftum.

Skráin fyri Várdagar er fjølbroytt við nógvum spennandi tiltøkum til allar aldursbólkar.

Várdagarnir byrja 27. apríl við árliga ruddingardegnum. Kommunan bjóðar morgunmat frá kl. 9 og síðani verður farið til verka. Kl. 12 verður hugnaløta á havnalagnum har m.a. sangframførsla við ungdómsbólkinum ELISHA verður á skránni.

Ígjøgnum vikuna verða nógv ymisk tiltøk á skránni.

Sunnudagin 28. apríl verður konsert í Fríðrikskirkjuni við kirkjukórinum og musikkskúlanæmingum.

Mánadagin 29. apríl verður mannfólkakvøld á Svangaskarði, sum B68 skipar fyri, fyrilestur  á Bókasavninum í Tofta skúla og Line dansur í Oyrahandlinum.

Týsdagin 30. apríl skipar B68 fyri barnatiltaki á Svangaskarði, V.U. Hammershaimb kvøld verður í Gl. Prestagarði og á Svangaskarði verða gomul filmsbrot víst frá flakavirkinum Nyki og Tórður Mikkelsen hugleiðir (Tiltakið er flutt úr Tofta skúla).

Mikudagin 1. mai er familjugudstænasta í Fríðrikskirkjuni og Tofta Kvinnufelag skipar fyri kvinnukvøldi í Tofta skúla.

Hósdagin 2. mai verður útgávu konsert í Nebo við Jóhan Magnus Gunrim, har TOS og Ari Seward eisini luttaka.

Fríggjadagin 3. mai verður stór sangløta í teltinum á Havnalagnum har fleiri ymiskir bólkar luttaka og eisini verður ókeypis suppa at fáa.

Eisini kann nevnast, at málningaframsýningar eru í Oyrahandlinum og Gráasteinshúsinum har ávikavist Osla Gøthe og og Tórfinn Jacobsen sýna fram.

Almenn svimjing í svimjihylinum á Toftum er ókeypis meðan Várdagarnir eru.

Leygardagin 4. mai skipar Sherpa v/ Bárður Hansen fyri rapelling og klintring í Fossdali.

Várdagarnir enda við Bátafestivalinum á Toftum 4. mai, har nógv ymiskt er á skránni fyri alla familjuna.

Várdagarnir eru vanliga væl vitjaðir og vónandi er onki undantak í ár.

Nes kommuna bjóðar bæði bygdafólkið og vitjandi at vera vælkomin á Várdagar.

Øll skráin fyri Várdagarnar og Bátafestivalin sæst her á heimasíðuni og á facebook síðuni ”Várdagar í Nes kommunu”.

Konsert á Nesi Flaggdagin

Flaggdagin, 25. apríl kl. 17.00, verður konsert í gl. prestagarði á Nesi.

Tað verða musikkskúlanæmingar í Nes sóknar Musikkskúla sum fara at framføra. Musikkskúlaleiðarin, Tóri R. Jacobsen, boðar frá, at talan verður um eina blandaða konsert, og at ein drekkamuður eisini verður at fáa aftaná.

Gleðiligar páskir

Nes kommuna ynskir øllum einar gleðiligar páskir.

Í páskafrítíðini er kommunuskrivstovan stongd. Opið verður aftur 23. apríl, sum vanligt.

Eldrafelagið á Toftum aðalfund

Aðalfundurin verður hildin, sambært viðtøkum felagsins, í Tilhaldinum á Vesturskin, fríggjadagin hin 26.04.2019 kl. 18.00 við hesi skrá:

1. Formansfrágreiðing
2. Roknskapurin fyri 2018
3. Val av nevnd
4. Val av grannskoðara og varagrannskoðara
5. Áseting av limagjaldið fyri 2019
6. Ymiskt

Við á fundinum verður Jóan Pauli Joensen, professari

Nevndin

Eldragudstænasta týsdagin kl. 14.00

Týsdagin í dymbildagaviku, 16. apríl kl. 14.00, verður eldragudstænastu í Fríðrikskirkjuni.

Talan er um stutta gudstænastu við felags skriftamáli og altargangi. Sungnir verða 3-4 lættir sálmar og prestur hevur stutta prædiku.

Hallgerð Brim luttekur við sangi.

Aftaná gudstænastuna eru øll boðin til drekkamunn.

Øll eru hjartaliga vælkomin!

Vegna Nes kirkjuráð
Ovi Brim, prestur

Várdagar og bátafestivalurin 2019

Aftur í ár, verður skipað fyri Várdøgum í Nes kommunu og Bátafestivali á Toftum.

Várdagarnar, teir sættu í røðini, eru í vikuni undan Bátafestivalinum,  í døgunum 27. apríl til 4. mai. Bátafestivalurin, sum í ár er nr. 15 í røðini,  er altíð fyrsta vikuskifti í mai, í ár 4. mai.

Várdagar og Bátafestivalurin eru fólkslig tiltøk fyri øll. Øll eru hjartaliga vælkomin.

Nú er komið undir land við skránni fyri í ár. Lýst verður við skránni her á heimasíðuni (sí niðanfyri og kalendarin). Ein faldari fer at koma í hvørt hús í Nes kommunu, plakatir verða hongdar upp og lýst verður í bløðunum.

Her er skráin sum pdf fílur, trýst á Várdagar 2019_faldari

SKRÁIN FYRI VÁRDAGAR 2019:

LEYGARDAG 27. APRÍL
KL. 09.00 – 12.00 ÁRLIGI RUDDINGARDAGURIN Í NES KOMMUNU
KL. 09.00 – 10.00 MORGUNMATUR Í MATARHØLLINI HJÁ FAROE ORIGIN Á TOFTUM
KL. 10.00 – 12.00 RUDDAÐ VERÐUR RUNT UM Í KOMMUNUNI,
KL. 12.00 MØTAST AFTUR Á HAVNALAGNUM TIL:
– SANGFRAMFØRSLU VIÐ UNGDÓMSBÓLKINUM ELISHA
– TRÆHANDAN
– GRILLAÐIR BÚFFAR TIL MATNAÐ
KL. 12.00 – 17.00 ALMENN ÓKEYPIS SVIMJING, BØRN/VAKSIN
KL. 14.00 FERNISERING Í OYRAHANDLINUM, HAR OSLA GØTHE HEVUR
MÁLNINGAFRAMSÝNING OG MUSIKKSKÚLANÆMINGAR FRAMFØRA

SUNNUDAG 28. APRÍL
KL. 20.00 KONSERT Í FRÍÐRIKSKIRKJUNI V/KIRKJUKÓRINUM OG
MUSIKKSKÚLANÆMINGUM

MÁNADAG 29. APRÍL
KL. 10.00 – 12.00 GRÁASTEINSHÚSIÐ OPIÐ. M.A. ER MÁLNINGAFR. V/TÓRFINN JACOBSEN
KL. 16.00 – 18.00 BÓKASAVNIÐ OPIÐ
Kl. 18.00 BÓKASAVNIÐ: SØLVI R. HANSEN, FM. Í FÍF, HELDUR FYRILESTUR VIÐ
HEITINUM: RØRSLA – GER OKKURT SUM TÚ TÍMIR
KL. 18.00 – 19.00 ALMENN SVIMJING, BØRN/VAKSIN – ÓKEYPIS
KL. 19.00 – 20.00 ALMENN SVIMJING, VAKSIN – ÓKEYPIS
KL. 19.00 – 20.00 LØTT LINEDANSCAFÉ Í OYRAHANDLINUM
– JÓHANNA & JÓHANNA SKIPA FYRI
KL. 20.00 – MANNFÓLKAKVØLD Á SVANGASKARÐI. M.A. VERÐUR UNDIRHALD OG
NÁTTURÐI Á SKRÁNNI. KOSTN. KR. 200,- B68 SKIPAR FYRI

TÝSDAG 30. APRÍL
KL. 10.00 – 12.00 GRÁASTEINSHÚSIÐ OPIÐ. M.A. ER MÁLNINGAFR. V/TÓRFINN JACOBSEN
KL. 17.00 – 18.00 B68 SKIPAR FYRI BARNATILTAKI Á SVANGASKARÐI
KL. 18.00 – 19.30 GL. PRESTAGARÐUR: V. U. HAMMERSHAIMB KVØLD VIÐ FRÁSØGN OG
TÓNLEIKI FRÁ MUSIKKSKÚLANÆMINGUM, KAFFI OG VAFLUM.
KL. 20.00 TOFTA SKÚLA: GOMUL FILMSBROT FRÁ NYKI Á TOFTUM
– TÓRÐUR MIKKELSEN HUGLEIÐIR

MIKUDAG 1. MAI
KL. 10.00 – 12.00 GRÁASTEINSHÚSIÐ OPIÐ. M.A. ER MÁLNINGAFR. V/TÓRFINN JACOBSEN
KL. 16.00 – 18.00 ALMENN SVIMJING, FORELDUR/BØRN U/SKÚLAALDUR – ÓKEYPIS
KL. 17.30 PASTAGUÐSTÆNASTA Í FRÍÐRIKSKIRKJUNI V/OVA BRIM PRESTI –
UNGDÓMSSANGBÓLKURIN ELISHA LUTTEKUR OG LÆTTUR DØGURÐI
VERÐUR AT FÁA AFTANÁ
KL. 20.00 KVINNUKVØLD Í TOFTA SKÚLA V/M.A. SÁMAL RAVNSFJALL,
MÓTAFRAMSÝN., KLUMMU OG KAFFIBORÐI
– KOSTNAÐUR KR. 100.- TOFTA KVINNUFELAG SKIPAR FYRI

HÓSDAG 2. MAI
KL. 10.00 – 12.00 GRÁASTEINSHÚSIÐ OPIÐ. M.A. MÁLNINGAFR. V/TÓRFINN JACOBSEN
KL. 17.00 – 19.00 ALMENN SVIMJING, BØRN/VAKSIN – ÓKEYPIS
KL. 19.00 – 20.00 ALMENN SVIMJING, VAKSIN – ÓKEYPIS
KL. 20.00 ÚTGÁVUKONSERT VIÐ JÓHAN MAGNUS GUNRIM
– EISINI LUTTAKA TOS OG ARI SEWARD
DYRNAR LATA UPP KL 19.30 – KOSTNAÐUR KR. 100

FRÍGGJADAG 3. MAI
KL. 10.00 – 12.00 GRÁASTEINSHÚSIÐ OPIÐ. M.A. MÁLNINGAFR. V/TÓRFINN JACOBSEN
KL. 20.00 SANGLØTA Í TELTINUM Á HAVNALAGNUM VIÐ THE GADDERS, ELISHA
ÁSBJØRN BERTHELSEN BAND, VITANUM OG EYÐUN JACOBSEN
KL. 22.30 SUPPA
KL. 23.00 UNGSÓMSTILTAK Í TELTINUM

LEYGARDAGUR 4. MAI

KL 9-12 & KL 12:30-15:30  SHERPA V/ BÁRÐI HANSEN Í FOSSDALI SPENNANDI SÍGING – BÍLEGG TÍÐ -TEL. 256736 – KR. 400

KL. 22.00 – 02.00 UNGDÓMSHÚSIÐ OPIÐ

SKRÁIN FYRI BÁTAFESTIVALIN 4. MAI 2019
KL 12:00 BÁTARNIR MØTAST INNI Í SKÁLAFIRÐI
KL 12:30 SIGLA ÍMÓTI TOFTUM
KL 13:30 HARMONIKURNAR BYRJA AT SPÆLA VID BÁTAHYLIN Í OYRUNUM
KL 14:00 BÁTARNIR KOMA Í OYRARNAR Á TOFTUM
KL 14:00 ANDLITSMÁLING
KL 14.00 KAFFISØLA OG TOMBOLA Á FESTIVALTELTINUM
– KVINNUFEL. OG TOFTA TALVF. SKIPA FYRI BÁÐUM TILTØKUNUM
KL 14:30 JÓANNES HANSEN HELDUR VÆLKOMST RØÐU Í OYRUNUM
KL 14:00 HOPPIBORGIR VM. Á FESTIVALØKINUM
KL 15:00 PYLSUVOGNURIN LETUR UPP Á FESTIVALØKINUM
KL 15:30 SØLAN AV TEIMUM VÆLUMTØKTU FESTIVALBÚFFUNUM BYRJAR
KL 15:30 EYDUN JACOBSEN SYNGUR Í TELTINUM
KL 16:10 KARSTIN DANIELSEN SYNGUR Í TELTINUM
KL 16:50 TERJI VESTERGAARD SYNGUR Í TELTINUM
KL 17:30 SÁMAL RAVNSFJALL SYNGUR Í TELTINUM
KL 18:10 MÓTASÝNING
KL 19:00 SYNGID VIÐ TILTAK VIÐ HARMONIKUM, UML. 1 1/2 TÍMA
KL 23:00 DANSUR VIÐ HALLUR JOENSEN BAND

 

×