Onnur tíðindi

Várdagar og bátafestivalurin 2019

  • 46
    Shares

Aftur í ár, verður skipað fyri Várdøgum í Nes kommunu og Bátafestivali á Toftum.

Várdagarnar, teir sættu í røðini, eru í vikuni undan Bátafestivalinum,  í døgunum 27. apríl til 4. mai. Bátafestivalurin, sum í ár er nr. 15 í røðini,  er altíð fyrsta vikuskifti í mai, í ár 4. mai.

Várdagar og Bátafestivalurin eru fólkslig tiltøk fyri øll. Øll eru hjartaliga vælkomin.

Nú er komið undir land við skránni fyri í ár. Lýst verður við skránni her á heimasíðuni (sí niðanfyri og kalendarin). Ein faldari fer at koma í hvørt hús í Nes kommunu, plakatir verða hongdar upp og lýst verður í bløðunum.

Her er skráin sum pdf fílur, trýst á Várdagar 2019_faldari

SKRÁIN FYRI VÁRDAGAR 2019:

LEYGARDAG 27. APRÍL
KL. 09.00 – 12.00 ÁRLIGI RUDDINGARDAGURIN Í NES KOMMUNU
KL. 09.00 – 10.00 MORGUNMATUR Í MATARHØLLINI HJÁ FAROE ORIGIN Á TOFTUM
KL. 10.00 – 12.00 RUDDAÐ VERÐUR RUNT UM Í KOMMUNUNI,
KL. 12.00 MØTAST AFTUR Á HAVNALAGNUM TIL:
– SANGFRAMFØRSLU VIÐ UNGDÓMSBÓLKINUM ELISHA
– TRÆHANDAN
– GRILLAÐIR BÚFFAR TIL MATNAÐ
KL. 12.00 – 17.00 ALMENN ÓKEYPIS SVIMJING, BØRN/VAKSIN
KL. 14.00 FERNISERING Í OYRAHANDLINUM, HAR OSLA GØTHE HEVUR
MÁLNINGAFRAMSÝNING OG MUSIKKSKÚLANÆMINGAR FRAMFØRA

SUNNUDAG 28. APRÍL
KL. 20.00 KONSERT Í FRÍÐRIKSKIRKJUNI V/KIRKJUKÓRINUM OG
MUSIKKSKÚLANÆMINGUM

MÁNADAG 29. APRÍL
KL. 10.00 – 12.00 GRÁASTEINSHÚSIÐ OPIÐ. M.A. ER MÁLNINGAFR. V/TÓRFINN JACOBSEN
KL. 16.00 – 18.00 BÓKASAVNIÐ OPIÐ
Kl. 18.00 BÓKASAVNIÐ: SØLVI R. HANSEN, FM. Í FÍF, HELDUR FYRILESTUR VIÐ
HEITINUM: RØRSLA – GER OKKURT SUM TÚ TÍMIR
KL. 18.00 – 19.00 ALMENN SVIMJING, BØRN/VAKSIN – ÓKEYPIS
KL. 19.00 – 20.00 ALMENN SVIMJING, VAKSIN – ÓKEYPIS
KL. 19.00 – 20.00 LØTT LINEDANSCAFÉ Í OYRAHANDLINUM
– JÓHANNA & JÓHANNA SKIPA FYRI
KL. 20.00 – MANNFÓLKAKVØLD Á SVANGASKARÐI. M.A. VERÐUR UNDIRHALD OG
NÁTTURÐI Á SKRÁNNI. KOSTN. KR. 200,- B68 SKIPAR FYRI

TÝSDAG 30. APRÍL
KL. 10.00 – 12.00 GRÁASTEINSHÚSIÐ OPIÐ. M.A. ER MÁLNINGAFR. V/TÓRFINN JACOBSEN
KL. 17.00 – 18.00 B68 SKIPAR FYRI BARNATILTAKI Á SVANGASKARÐI
KL. 18.00 – 19.30 GL. PRESTAGARÐUR: V. U. HAMMERSHAIMB KVØLD VIÐ FRÁSØGN OG
TÓNLEIKI FRÁ MUSIKKSKÚLANÆMINGUM, KAFFI OG VAFLUM.
KL. 20.00 TOFTA SKÚLA: GOMUL FILMSBROT FRÁ NYKI Á TOFTUM
– TÓRÐUR MIKKELSEN HUGLEIÐIR

MIKUDAG 1. MAI
KL. 10.00 – 12.00 GRÁASTEINSHÚSIÐ OPIÐ. M.A. ER MÁLNINGAFR. V/TÓRFINN JACOBSEN
KL. 16.00 – 18.00 ALMENN SVIMJING, FORELDUR/BØRN U/SKÚLAALDUR – ÓKEYPIS
KL. 17.30 PASTAGUÐSTÆNASTA Í FRÍÐRIKSKIRKJUNI V/OVA BRIM PRESTI –
UNGDÓMSSANGBÓLKURIN ELISHA LUTTEKUR OG LÆTTUR DØGURÐI
VERÐUR AT FÁA AFTANÁ
KL. 20.00 KVINNUKVØLD Í TOFTA SKÚLA V/M.A. SÁMAL RAVNSFJALL,
MÓTAFRAMSÝN., KLUMMU OG KAFFIBORÐI
– KOSTNAÐUR KR. 100.- TOFTA KVINNUFELAG SKIPAR FYRI

HÓSDAG 2. MAI
KL. 10.00 – 12.00 GRÁASTEINSHÚSIÐ OPIÐ. M.A. MÁLNINGAFR. V/TÓRFINN JACOBSEN
KL. 17.00 – 19.00 ALMENN SVIMJING, BØRN/VAKSIN – ÓKEYPIS
KL. 19.00 – 20.00 ALMENN SVIMJING, VAKSIN – ÓKEYPIS
KL. 20.00 ÚTGÁVUKONSERT VIÐ JÓHAN MAGNUS GUNRIM
– EISINI LUTTAKA TOS OG ARI SEWARD
DYRNAR LATA UPP KL 19.30 – KOSTNAÐUR KR. 100

FRÍGGJADAG 3. MAI
KL. 10.00 – 12.00 GRÁASTEINSHÚSIÐ OPIÐ. M.A. MÁLNINGAFR. V/TÓRFINN JACOBSEN
KL. 20.00 SANGLØTA Í TELTINUM Á HAVNALAGNUM VIÐ THE GADDERS, ELISHA
ÁSBJØRN BERTHELSEN BAND, VITANUM OG EYÐUN JACOBSEN
KL. 22.30 SUPPA
KL. 23.00 UNGSÓMSTILTAK Í TELTINUM

LEYGARDAGUR 4. MAI

KL 9-12 & KL 12:30-15:30  SHERPA V/ BÁRÐI HANSEN Í FOSSDALI SPENNANDI SÍGING – BÍLEGG TÍÐ -TEL. 256736 – KR. 400

KL. 22.00 – 02.00 UNGDÓMSHÚSIÐ OPIÐ

SKRÁIN FYRI BÁTAFESTIVALIN 4. MAI 2019
KL 12:00 BÁTARNIR MØTAST INNI Í SKÁLAFIRÐI
KL 12:30 SIGLA ÍMÓTI TOFTUM
KL 13:30 HARMONIKURNAR BYRJA AT SPÆLA VID BÁTAHYLIN Í OYRUNUM
KL 14:00 BÁTARNIR KOMA Í OYRARNAR Á TOFTUM
KL 14:00 ANDLITSMÁLING
KL 14.00 KAFFISØLA OG TOMBOLA Á FESTIVALTELTINUM
– KVINNUFEL. OG TOFTA TALVF. SKIPA FYRI BÁÐUM TILTØKUNUM
KL 14:30 JÓANNES HANSEN HELDUR VÆLKOMST RØÐU Í OYRUNUM
KL 14:00 HOPPIBORGIR VM. Á FESTIVALØKINUM
KL 15:00 PYLSUVOGNURIN LETUR UPP Á FESTIVALØKINUM
KL 15:30 SØLAN AV TEIMUM VÆLUMTØKTU FESTIVALBÚFFUNUM BYRJAR
KL 15:30 EYDUN JACOBSEN SYNGUR Í TELTINUM
KL 16:10 KARSTIN DANIELSEN SYNGUR Í TELTINUM
KL 16:50 TERJI VESTERGAARD SYNGUR Í TELTINUM
KL 17:30 SÁMAL RAVNSFJALL SYNGUR Í TELTINUM
KL 18:10 MÓTASÝNING
KL 19:00 SYNGID VIÐ TILTAK VIÐ HARMONIKUM, UML. 1 1/2 TÍMA
KL 23:00 DANSUR VIÐ HALLUR JOENSEN BAND