Goymið fullu ruskposarnar við hús, t.d. í bilhúsi, kjallara ella hjalli

Meðan verkfallið er, er eingin innsavning hjá IRF, og endurnýtskuvirkið í Nes kommunu er eisini stongt. Tí er tað ómetaliga týdningarmikið, at vit øll royna at minka um burturkastnøgdirnar heima við hús.

Her eru nøkur góð ráð:

  • Tað er ein sannroynd, at alt ov nógvur matur endar í ruskílatinum. Miða eftir , at so lítið av mati sum gjørligt fer til spillis komandi tíðina.
  • Minst til at skilja alt reint papp og pappír í hvíta posan hjá IRF. Minst eisini til at lata serburturkast og elektronikk í reyða posan hjá IRF.
  • Samla alt reint, bleytt plast í ein kláran posa. Bint knút á hendan, tá ið hann er fullur, og lat hann í hvíta posan.
  • Tøm og skola blikk, dósir, krukkur og gløs. Hesi kunnu latast inn á kommunalu plássini kring landið, tá ið tey lata upp aftur. Tað er eingin orsøk at fylla gráu posarnar við hesum.
  • Bint fyri smærru posarnar, áðrenn teir verða latnir í gráa posan. Tað hjálpir væl móti lukti. Bint eisini fyri gráu posarnar, tá ið teir eru fullir.
  • Vit mugu øll sum frægast royna at goyma fullu posarnar væl við hús, t.d. í bilhúsi, kjallara ella hjalli.
  • Ansa eftir, at fuglur og rotta ikki sleppa fram at posunum

Ársroknskapurin hjá Nes kommunu fyri 2023 samtyktur

Á almennum fundi tann 27.05.2024 varð ársroknskapurin hjá Nes kommunu fyri 2023 samtyktur.

Staðfest varð, at samlaðu inntøkurnar fyri 2023 vóru væl hægri enn roknað varð við í fíggjarætlanini. Skattainntøkan hjá kommununi í 2023, eftir frádrátt av rentustuðli, var 81,0 mió. kr., sum er 7,8 mió. kr. hægri enn í 2022. Í fíggjarætlanini fyri 2023 varð roknað við eini nettoskattainntøku á 72,7 mió. kr. Sostatt blivu samlaðu inntøkurnar í 2023 8,3 mió. kr. betri enn mett.

Samlaðu rakstrarútreiðslurnar í 2023 vóru 66,7 mió. kr., ið er 9,8 mió. kr. meira enn í 2022. Í fíggjarætlanini fyri 2023 varð roknað við einari samlaðari rakstrarútreiðslu  á 66,5 mió. kr. Sostatt blivu samlaðu útreiðslurnar í 2023 áleið sum mett í fíggjarætlanini.

Rakstraravlopið áðrenn íløgur var 13,5 mió. kr., mótvegis 15,6 í 2022. Í fíggjarætlanini var roknað við einum avlopi áðrenn íløgur uppá 5,3 mió. kr. Rakstraravlopið áðrenn íløgur varð sostatt 8,2 mió. kr. betri enn mett í fíggjarætlanini.

Samlaðu nettoíløgurnar í 2023 vóru 21,6 mió. kr. Í fíggjarætlanini og eykajáttanum varð roknað við einari nettoíløgu á 27,2 mió. kr. Íløgurnar í 2023 vóru sostatt 5,6 mió. kr. lægri enn játtað. Størsti parturin av íløgunum, ið ikki vóru nýttar í 2023, verða fluttar til 2024.

Samanlagt vísti roknskapurin hall á 8,06 mió. kr. í árinum, samanborið við eitt yvirskot á 2,0 mió. kr. í 2022.

Nettoskuldin hjá Nes kommunu við ársenda 2023 var 36 mió. kr. Kommunur hava ikki loyvi at hava størri nettoskuld enn eina álíkning, sum er árlig skattainntøka (roknað við 23 % í kommunuskattaprosenti), eftirlønarskattur og ávísar flytingar frá landinum. Skuldarmarkið hjá Nes kommunu var pr. 31. desember 2023 85,4 mió. kr. Nettoskuldin hjá Nes kommunu við ársenda 2023 var sostatt 42 % av eini skattaálíkning.

Samandráttur verður latin øllum húsarhaldum í kommununi í næstum.

SKS skipaði fyri árliga tilbúgvingardegnum leygardagin 11. mai

Í ár var tað Skálafjarðar Sløkkilið, sum fyriskipaði árliga tilbúgvingardagin fyri sløkkiliðsfólkum úr øllum landinum.

Endamálið við degnum er, at sløkkiliðsfólk saman kunnu nema sær vitan, býta royndir og annars at styrkja samleikan millum vinir og starvsfelagar.

Leygarmorgunin møttu áleið 100 sløkkiliðsfólk úr øllum landinum til morgunmat í Løkshøll, har Súni í Hjøllum, formaður í tilbúgvingarnevndini fyri Skálafjarðar Sløkkilið, bjóðaði vælkomin og greiddi stutt frá søguni hjá SKS.

Síðan vitjaðu sløkkiliðsfólkini á Bakkafrost, har tey fingu kunning og sóu virkið við tilbúgvingareygum.

Síðan varð farið aftur í Løkshøll, har løgreglan vitjaði og kunnaði um nýggjar møguleikar við fráboðan til 112.

Seinni varð so aðalfundurin eisini avgreiddur, áðrenn farið var út til Toftavatn, har fyrireikararnir høvdu fyriskipað eina stuttliga kapping, har høvðusdenturin var lagdur á samarbeiði. Hesa kapping vann liðið hjá SKS.

Seinni um kvøldið varð boðið til hugnaliga samkomu í Skótahúsinum, har eisini makar hjá sløkkiliðsfólkunum høvdu møguleika at vera við.

Aftan fyri Skálafjarðar Sløkkilið standa tær tríggjar kommunurnar við Skálafjørðin, Nes – , Runavíkar- og Sjóvar kommuna. Í heyst hevur felagsskapurin 50 ár á baki, og sigast má, at hetta kommunuala samstarvið hevur verið fyrimyndarligt við sera góðum og trúgvum sløkkiliðsfólkum – og nú í mong ár við Sunleivi Højgaard sum tilbúgvingarleiðara og Vilhelm M. Olsen sum varleiðara.

Fólkatalið í hesum trimum kommunum er áleið 7.200, og fevnir um eitt rættiliga vítt øki, av Eystnesi og og norður til Funnings. Í stýrinum fyri Skálafjarðar Sløkkilið eru teir tríggir borgarstjórarnir fastir limir, harafturat hevur Runavíkar kommuna tveir fastar limir. Í stýrinum er eisini tilbúgvingarleiðarin og eitt umboð frá fútanum. Eisini møtir varatilbúgvingarleiðarin til fundirnar.

Í Tilbúgvingarnevndina sita nú:

Hans L. Djurhuus, sum umboð fyri fútan

Sunleiv Højgaard, tilbúgvingarleiðari

Pauli Poulsen,

Terje Vestergaard og

Tórbjørn Jacobsen fyri Runavíkar kommunu

Artur Johansen fyri Sjóvar kommunu og

Súni í Hjøllum, fyri Nes kommunu.

Í 2025 verður tað eftir ætlan Tórshavnar Sløkkilið, sum fer at skipa fyri árliga tilbúgvingardegnum

 

Á myndini: Vilhelm M. Olsen, varaleiðari, Súni í Hjøllum, formaður í Tílbúgvingarnevndini og Sunleiv Højgaard, sløkkiliðsleiðari

 

Nes kommuna takkar fyri Várdagarnar

Hjartaliga takka vit øllum tykkum mongu, sum á einhvønn hátt vóru við til at gera Várdagarnar so væl eydnaðar í ár. Serliga takka vit teimum, sum fyriskipaðu og luttóku í tiltøkunum.

Eisini vilja vit takka fyri sera góða uppmøting til tiltøkini. Hesin stuðul gevur áræði til at halda fram at fyriskipa felags tiltøk.

Gott summar! 

Nes kommuna

Várdagarnir í Nes kommunu enda við stórum altjóða tiltaki í kvøld

Hesa vikuna hevur verið skipað fyri Várdøgum í Nes kommunu. Veðrið hevur verið gott, og uppmøtingin til ymsu tiltøkini hevur verið sera góð.

Várdagarnir enda í kvøld við tveimum tiltøkum í tjaldinum á havnalagnum.

Kl. 18 verður skipað fyri einum stórum altjóða tiltaki. Smakkiroyndir frá ymsum matmentanum verða at fáa, umframt at kommunan bjóðar ein vanligan føroyskan nátturða. Aftaná verður stórt kakuborð. Tiltakið er ókeypis, og øll eru hjartaliga vælkomin.

Kl. 20 skipar Blái Krossur fyri eini sang- og hugnaløtu. Ásbjørn Berthelsen fer at undirhalda, og Gadders, Taborkórið og Brandar framføra

Kartin Høgnesen fer eisini at hava eina andakt.

Undir tiltakinum verður høvi at fáa ein góðan kaffimunn, og at enda verður suppa at fáa.

Tiltakið er ókeypis og øll eru hjartaliga vælkomin

 

Nýggi fíggjarleiðarin byrjaður

Í morgun varð skipað fyri lítlari móttøku á kommunuskrivstovuni, nú Terji Petersen, nýggi fíggjarleiðarin, byrjaði í starvi hjá Nes kommunu.

Terji Petersen er ættaður úr Klaksvík, men býr í Hoyvik og er 46 ár. Hann hevur útbúgving sum búskaparfrøðingur, og hevur seinastu árini starvast í Tryggingareftirlitinum.

Terji Petersen hevur eisini drúgvar starvsroyndir úr Fíggjarmálaráðnum, har hann starvaðist í árunum 2006-2013, áðrenn hann tók við sum deildarstjóri í Heilsumálaráðnum, har hann arbeiddi í árunum 2013-18.

Selma Hansen, sum hevur verið roknskaparleiðari síðan á vári í 2009, hevur nú valt aðrar avbjóðingar.

Á samkomuni í morgun bjóðaði Súni í Hjøllum, borgarstjóri, nýggja fíggjarleiðaranum hjartaliga vælkomnum við ynski um gott samstarv.

Samstundis takkaði hann Selmu Hansen fyri nærlagni, trúgva tænastu og sera gott samstarv. Hann ynskti Selmu framhaldandi alt tað besta á lívsleiðini.

×