Kommunuskrivstovan er stongd!

Kommunuskrivstovan er stongd frá mánadegum 6. apríl til týsdagin 14. apríl.

Tilmælini, sum eru sett í samband við Covid-19 smittuna, eru galdandi fram til 13. apríl, tí er enn ógreitt, um kommunuskrivstovan letur uppaftur sum vanligt 14. apríl. Men í øllum førum verður opið aftur 14. apríl, kl. 10.00, tó møguliga bert við telefonavgreiðslu.

Borgarar, sum hava átrokandi ørindi, kunnu ringja til telefon 448144. Fleiri upplýsingar um kommunua síggjast eisini her á heimasíðuni.

Nes kommuna ynskir øllum einar gleðiligar páskir.

 

Várdagar hjá Nes kommunu útsettir/broyttir

Síðani 2014 hevur Nes kommunu skipað fyri Várdøgum í vikuni undan árliga bátafestivalinum á Toftum, sum er fyrsta vikuskifti í mai. Várdagar og Bátafestivalurin eru fólkslig almenn tiltøk fyri øll.

Komið var undir land við skránni fyri í ár, nú Covid 19 smittan legði heimin lamnan, eisini Føroyar.

Mælt  verður frá at savnast í bólkum størri enn 10 fólk, og tí er sjálvandi ikki møguleiki at skipað fyri almennum tiltøkum.

Bátafelagið á Toftum hevur tikið avgerð um at flyta Bátafestivalin til 20 juni.

Hóast skráin er klár, verða várdagarnir í Nes kommunu sostatt ikki í síðstu vikuni í apríl, sum undanfarin ár.  Ætlanin er í staðin at skipað fyri ymiskum tiltøkum í summar og í vikuni undan Bátafestivalinum 20. juni. Kunnað verður um tað seinni.

Nes kommuna

 

 

 

BÁTAFESTIVALURIN Á TOFTUM ÚTSETTUR TIL 20. JUNI 2020

Bátafelagið á Toftum, ið skipar fyri Bátafestivalinum, hevur valt at útseta Bátafestivalin til 20. juni. Tað er fyri at taka atlit  til COVID-19 smittuna.

Bátafestivalurin er á hvørjum ári fyrsta vikuskifti í mai, og tað var eisini ætlanin í ár.

Vit vilja hava ein góðan og hugnaligan bátafestival og tað er ikki møguligt, nú Korona COVID-19 ger um seg í Føroyum.

Vit vilja fylgja ráðunum frá mynduleikunum og at samlað túsund fólk á Bátafestivali á Toftum, er ikki rætt at gera í løtuni.

Nes kommuna, sum skipar fyri Várdøgunum í vikuni undan Bátafestivalinum, hevur eisini tikið avgerð um at útseta ætlaðu tiltøkini. Ætlanin var at tiltøkini skuldu verða frá 25. apríl til 2. mai.

Bátafelagið á Toftum og Nes kommuna koma vónandi at skipa fyri ymiskum tiltøkum undan Bátafestivalinum 20. juni.

Vit fylgja gongdini viðvíkjandi Korona smittuni og kunning kemur komandi tíðuna, um hvat verður á skránni til Bátafestivalin á Toftum og til Várdagarnar hjá Nes kommunu.

Bátafelagið á Toftum & Nes kommuna

Einki dagstovnagjald

Gjaldast skal ikki fyri dagstovnapláss í Nes kommunu meðan covid-19 smittu-tiltøkini eru galdandi, um barn ikki hevur verið á dagstovni.

Fíggjarnevndin í Nes kommunu hevur viðgjørt dagstovnagjøldini í tíðini dagstovnarnir eru stongdir í samband við Covit 19 smittuna. Landsins mynduleikar hava heitt á foreldur um at hava børnini heima og boðaðu kommununum frá, at dagstovnar skulu verða stongdir, tó at opið skal verða fyri neyðansing. Dagstovnaøkið er tí munandi skert.

Bygdaráðið í Nes kommuna hevði roknað við, at Kommunufelagið meldaði út eina felags støðu viðv. dagstovnagjaldinum, men enn er eingin fráboðan komin.

Fíggjarnevndin heldur ikki at bíðast kann meira eftir kommunufelagnum.

Fíggjarnevndin mælir til, at foreldrini ikki skulu gjalda dagstovnagjald, um barnið ikki er í kommunalari ansing í tíðini at dagstovnarnir í Nes kommunu eru stongdir vegna Covid-19 smittuna. Allir bygdaráðslimir eru kunnaðir um tilmælið frá fíggjarnevndini og greitt er at tilmælið verður samtykt.

Tilmælið verður viðgjørt á komandi bygdaráðsfundi.

Nes kommuna ger fíggjarligu støðuna upp viðv. dagstovnagjaldinum, táið dagstovnarnir aftur virka sum vanligt. Goldin dagstovnagjøld verða mótroknað í framtíðargjøldum.

Dagstovnagjøldini í Nes kommunu eru uml. kr. 280.000 pr. mðr.

Nú dagstovnagjøldini í 2020 verða minni enn roknað var við í fíggjarætlanini, verður neyðugt við eykajáttan.

Dagstovnaøkið er munandi skert vegna Covid-19 smittuna:  Í Vøggustovuni, Barnagarðinum og Frítíðarskúlanum er bert opið fyri børnum, hvørs foreldur skulu røkja arbeiðsligar skyldur, ið neyðugar eru í samfelagnum, og tí hava tørv á dagstovnavirksemi til teirra børn.

Talan kann vera um foreldur, hvørs størv fevna um samfelagsligar kjarnuuppgávur og veitingar, m.a. í heilsu- og almannaverkinum, innan eldraøkið, løgreglu, kriminalforsorg, tilbúgving, ruskkoyring, handilsvinnu, flutning, útflutningsvinnu, almennan tíðindaflutning og annað.

Um foreldur, hvørs starv fevnur um tílíkar kjarnuuppgávur og veitingar, ongan annan møguleika hava at fáa børn síni ansað, eru dagstovnarnir opnir fyri teimum.

Nes kommuna

Jóhannus Danielsen, borgarstjóri

Nýtt loft í barnagarðinum

Í hesum døgum verða nýggj ljóðdoyvandi loft løgd upp undir verandi loft í tær báðar barnagarðsstovurnar, Sólarglottan og Sólareyga, sum eru á 2. hædd í gamla partinum av barnagarðinum, gamla B68 húsinum. Eisini verða tey gomlu ljósarmaturini skift út við nýggj.

Tað hevur tørvur verið á at fingið nýggj ljóðdoyvandi loft, og  Nes kommuna hevði ætlanir um at gerða hetta arbeiði í ár og næsta ár. Nú barnagarðurin hevur skert virksemi grundað á Covid 19 smittuna, liggur væl fyri at gerða arbeiði, og avgerð bleiv tí tikin at gerða arbeiði nú.

Loftið í Sólarglottanum er liðugt, og arbeitt verður í løtuni við loftinum í Sólareyganum. Arbeiði verður eftir ætlan liðugt áðrenn páskir.

Tað eru Timburtænastan og  Pól Sondum, sum gera timburarbeiði og Rók-El el-arbeiði. Somu handverkarar stóðu eisini fyri arbeiðinum við loftinum í nýggja B68 húsinum fyrr í ár.  Steingrund Akustik hevur ráðgivið.

Korona- Góð ráð til barnafamiljur

Frá www.korona.fo

Tað kann vera ein avbjóðing at fáa gerandisdagin at hanga saman hesar dagarnar. Serliga fyri barnafamiljur. Tí hava vit savnað saman nakrar ofta settar spurningar og svar, ið vónandi kunnu vera til hjálpar.

Samvera
Kunnu børnini spæla við onnur?
Ja. Frísk børn kunnu gott spæla við onnur frísk børn. Vit mæla tó til, at í mesta lagi 2-3 børn spæla saman í senn, og at tey somu børnini spæla saman frá ferð til ferð – og børnini skulu helst spæla uttandura.

Kunnu børnini fara á spæliplássið?
Tað kunnu tey, men fylg ráðunum omanfyri. Og ver serliga ansin við at børnini vaska sær um hendurnar, tá tey koma heim, og at tey ikki deilast um leikur.

Barnið hevur føðingardag – kunnu vit halda eina lítla veitslu?
Nei, vit mæla til, at allar familjuveitslur o.a. verða útsettar.

Vit hava heimaundirvísing við børnunum – er nakar vandi í tí?
Somu tilráðingar eru galdandi fyri heimaundirvísing sum fyri at spæla saman – í mesta lagi 1-2 børn á vitjan í senn og helst tey somu børnini frá ferð til ferð. Og minst til, at børnini ikki skulu vera saman við øðrum, um tey hava sjúkueyðkenni. Tá skulu tey vera við hús.

Er tað í lagi, at børnini sova saman við sínum vinum, um bæði eru frísk?
Nei, vit mæla frá, at børnini sova saman. Tá tey sova saman, eru tey tætt at hvørjum øðrum innandura og yvir nógvar tímar. Lova børnunum heldur at ringja til hvørt annað fyri at siga góðanátt.

Dóttir mín er tannáringur og arbeiðir í matvøruhandli. Skal eg nokta henni tað?Nei, men eggja henni til møguliga at tosa við handilsleiðaran um leiðreglurnar fyri smittuverju.

Kann eg hava børnini við til handils?
Vit mæla til, at bara ein í familjuni keypir inn. Lat børnini vera heima um til ber.

Børn og angist
Hvat skal eg siga við børnini?
Tosa við tey í barnahædd um teirra stúranir og greið teimum frá, hví vit  oyðast at ansa betur eftir enn vant. Tey allarflestu, ið fáa koronasmittuna, fáa mild sjúkueyðkenni. Hjá einum, sum frammanundan er eldri ella álvarsliga sjúkur, kann sjúkan gerast álvarslig. Men greið teimum eisini frá, at vit hava eitt frálíkt sjúkrahúsverk og dugnaligar læknar til at hjálpa fólki við at gerast frísk aftur. Er talan um størri børn, kunnu tit hyggja at tíðindasendingum fyri børn saman.

Hvat skal eg siga fer at henda, um børnini ikki halda seg til reglarnar?
Tosa við tey um hví og hvussu ein skal verja seg.

Hvat kann eg gera, tá barnið saknar ommu og abba og sínar vinir?
Ring oftari enn tit plaga og nýt møguleikar við videosamrøðum. Til ber eisini at senda brøv til hvønn annan.

Reinføri
Nær og hvussu ofta skulu børnini vaska sær um hendurnar?
Ofta – ein góð regla at hava, er hvørja ferð ein kemur inn ella fer út, og áðrenn hvørja máltíð.

Hvussu nógv skal eg hava at børnunum (til dømis við at pilka nøs, fara í bað
og at nerta við hvønn annan)?
Halt teg til tey yvirskipaðu ráðini um handreinføri og at njósa og hosta í ermuna.

Hvussu ofta skal eg gera reint í barnakamarinum – og í húsunum sum heild?
Oftari enn vant, serliga nú tit eru so nógv heima og eru tættari saman.

Ommur og abbar
Hvar gongur markið fyri, nær børnini skulu gevast við at vitja ommu og abba?
Eru ommur og abbar álvarsliga sjúk ella hava tey varandi sjúku, skulu tey hvørki koma á vitjan ella hava vitjan. Jú eldri ommurnar og abbarnir eru, jú størri er kjansurin fyri, at tey hava álvarsliga sjúku. Hóast tey kunnu kenna seg frísk, er teirra mótstøðuføri verri, enn tá tey vóru ung.

Tá foreldur ella børn eru sjúk
Barnið hevur korona eyðkenni – hvussu tosa vit um tað?
Tað er umráðandi at tosa um tær stúranir, sum sjúkan kann hava við sær. Tey flestu, ið verða smittað, hava mild sjúkueyðkenni. Men eldri fólk og fólk við varandi sjúkum kunnu fáa álvarsligari sjúkueyðkenni.

Dóttir mín hevur astma – er hon í vandabólki?
Ja, um hon er ring av astmu. Fólk við astmu, ið er væl viðgjørd, er ikki í vandabólki.

Kunnu børn smitta, hóast tey ikki tykjast sjúk?
Jú fleiri sjúkueyðkenni ein hevur, jú meira smittar ein. Um børnini ikki hava sjúkueyðkenni, skal nógv til, áðrenn tey smitta.

Børn í samanfluttum familjum
Hvørjar leiðreglur eru galdandi fyri foreldur við samanfluttum børnum?
Tað er í lagi, at børnini hava vanliga samveru sínamillum. Men um børnini fáa sjúkueyðkenni, skulu tey vera verandi hjá tí eina av foreldrunum.

Mín fyrrverandi maki er júst afturkomin frá feriu uttanlands. Skal hann lata
seg kanna, áðrenn hann hevur samveru við børnini?
Hann skal halda seg heima í 14 dagar eftir heimkomu, og vit mæla til, at tit útseta samveruna hesar 14 dagarnar.

www.corona.fo

Earth Hour 2020

Nes kommuna hevur aftur í ár samtykt at verða við í tiltakinum Earth Hour, sum verður hildin um allan heim, í ár leygardagin 28. mars 2020 millum kl. 20. 30 og 21.30, við at sløkkja gøtuljósini í 1 tíma.

At sløkkja gøtuljósini er ein symbolsk gerð, sum setur jørðina og náttúruna  í brennidepulin. Mottoið fyri Earth Hour er aftur í ár:  Sløkk ljósið – tendrað fyri lívinum.

Við at luttaka í Earth Hour vísa vit, at Nes kommuna tekur veðurlagsbroytingarnar í álvara, og at kommunan ynskir eina ljósari og tryggari framtíð fyri okkara eftirkomarar.

Bygdaráðsfundurin 30. apríl er avlýstur !

Almenni bygdaráðsfundurin hjá Nes kommunu, sum lýstur er at verða 30. Apríl, er avlýstur.

Lýst verður tá bygdaráðsfundur verður aftur.

Jóhannus Danielsen, borgarstjóri

Korona fyribyrging í Nes kommunu (seinast dagført 27.05.2020)

Her verður í stuttum greitt frá teimum tiltøkum, sum Nes kommuna hevur sett í verk í samband við at fyribyrgja Koruna smittuni. Eisini verður kunnað um  nøkur interkommunal tiltøk.

Kunnað verður so hvørt sum broytingar verða gjørdar, ella tá tiltøkini verða sett úr gildi. Seinasta dagføring er 27. mai 2020.

Barnaansingarøkið – er opnað aftur, tó við broyttum mannagongdum : Í Vøggustovuni, Barnagarðinum og Frítíðarskúlanum var bert neyðansing frá 16. mars. Í tíðarskeiðnum frá frá 20. apríl til 11. mai var opnað varliga aftur og foreldur skuldu siga frá um barn teirra kom á dagstovn.

Síðani 11. mai hevur tað ikki verið neyðugt at siga frá og opið hevur verið og er sum vanligt.

Frítíðarskúlin hevur í Koronatíðini, síðani opnað hevur verið varliga aftur, hildið til í Tofta skúla. Nú eru tey aftur í Frítíðarskúlanum.

Á dagstovnunum eru serligar mannagongdir galdandi, samsvarandi vegleiðingini frá Koronaráðgevingini sum seinast er dagførd 11. mai 2020.

Tofta skúli : Skúlagongdin byrjaði  varliga aftur 20. apríl, í fyrstani bert fyri næmingum í 1., 2. og 3.flokki.

4. flokkur byrjaðu 4. mai og 5. flokkur 11. mai.

Næmingarnir í 6., 7., 8., 9. og 10. flokki byrjaðu í skúlanum aftur 18. mai.

Stongt er í fimleikarhøll, svimjihyli og kvøldskúlanum.  Bókasavnið opnaði aftur 11. mai.

B68 húsið er opið aftur: Einki virksemið er í B68 húsinum, men virksemið er byrja varliga aftur. Fitnesshølið er eisini opið aftur.

Svangaskarð og skúlagarðurin: Almennu tilmælini eru at fólk halda hóskandi frástøðu (1 metur), tá ferðast verður úti millum onnur fólk. Eisini verður mælt til, at fólk í minst møguligan mun savnast í bólkum. Jú færri tess betri – frá 18. mai er hámarkið 100 fólk . Nes kommuna heitir á  borgarnar á  at virða almennu tilmælini.

Ungdómshúsið hevur verið stongt, men opnar aftur 27. mai. Í  byrjanini verður bert opið fyri 1 flokki pr. kvøld.

Kommunuskrivstovan og tekninska deild er opin aftur:  Heitt verður á fólk um at virða tilmælið um frástøðu. Tí sleppa bert 1 viðskiftafólk inn í avgreiðsluna í senn.  Telefonavgreiðsla (447586) er sum vanligt og teldupostar verða eisini móttiknir og svaraðir. Er ynski um at fáa fund við fyrisitingina, kann avtala gerast um tað. Borgarstjórin er at hitta á telefon 565000.

Endurnýtsluplássið: Er opið sum vanligt. Tó verða serlig fyrivarni tikin, á plássinum.

Dagtilhaldið og Undirhúsið hava verið stongd: Einki virksemi hevur verið, men 2. juni opnar Undirhúsið aftur. Dagtilhaldið, sum er á Vesturskin, opnar væntandi eftir summarfrítíðina.

Rodin økistænastan: Herd tiltøk eru sett í verk innan økistænastuna á Skálafjørðinum og kann lesast um hesi á www.rodin.fo.

IRF:  Ruskposarnir verða avheintaðir, men herd tiltøk eru eisini sett í verk innan innsavningina hjá IRF. Lesast kann um hesi tiltøk á www.irf.fo.

Gevið gætur !! Almennu tilmælini og leiðreglurnar eru endurgivnar niðanfyri:

Tilmæli

Dagført 14. mai 2020

  • Mælt verður til, at fólk halda hóskandi frástøðu (1 metur), tá ferðast verður í almenna rúminum.
  • Mælt verður framhaldandi til, at halda frástøðu á tveir metrar, har smittuvandin er størri, eitt nú við dropasmittu, ella har serlig atlit eiga at verða tikin, sum t.d. við vitjanum á ellis- og røktarheimum, sjúkrahúsum ella hjá fólki í vandabólki. Les meira um tað her.
  • Frá 18. mai kunnu í mesta lagi 100 fólk savnast – við frástøðu.
  • Mælt verður staðiliga til, at fólk ikki ferðast í onnur lond, uttan at tað er hægst neyðugt.
  • Fólk, ið koma til Føroya úr útlandinum, mugu vísa størsta varsemi og halda seg heima í sóttarhaldi í 14 dagar. Les meira um tað her.
  • Heitt verður staðiliga á útlendsk ferðafólk um ikki at koma til Føroyar.
  • Eldraøkið verður latið upp stigvíst, so at tey eldru kunnu fáa vitjan og ein meira innihaldsríkan gerandisdag.
  • Fyritøkur, sum eitt nú frisørar, tannlæknar, fysio- og ergoterapeutar, vakurleikastovur, optikarar o.tíl. kunnu fara undir virksemi á skipaðan hátt hin 4. mai.
  • Allir flokkar í fólkaskúlanum fara aftur í skúla.
  • Somuleiðis kunnu Fróðskaparsetrið, Vinnuháskúlin og háskúlar fara aftur í skúla sum vant.
  • Almenn starvsfólk eru á arbeiðsplássunum í størst møguligan mun, men um serliga umstøður tala fyri tí,  kunnu tey arbeiða heima.
  • Mælt verður framhaldandi til, at øll skeinkistøð, dansistøð og matstovur lata aftur klokkan 22.
  • Ítróttakappingar kunnu undir skipaðum umstøðum avgreiðast við áskoðarum.
  • Søvn sum Tjóðsavnið, Listasavnið og bókasøvn kunnu lata upp aftur tann 4. mai undir skipaðum viðurskiftum.
  • Kirkjur og samkomur kunnu fara undir virksemi sítt á skipaðan hátt við støði í heilsufakligu tilmælunum um reinføri og frástøðu. Í mesta lagi 100 fólk kunnu savnast í kirkjum og samkomum.
  • Oyggja- og Bygdaleiðir fara aftur at sigla og koyra eftir vanligu ferðaætlanunum. Avmarkað ferðafólkatal á Bygdaleiðum.

Almennu tilmælini um reinføri og sosiala samveru

  • Hav gott hondreinføri, vaska tær ofta og væl um hendurnar. Spritta hendurnar, um tú ikki hevur atgongd til vatn og sápu.
  • Hosta og njós í ermuna – ikki í hendurnar.
  • Avmarka kropsligt samband við onnur sum til dømis lógvatak, klemm og kinnkoss.
  • Hav gott reinføri bæði heima og til arbeiðis.
  • Ver sera ansin í støðum, har nógv fólk savnast.
  • Minst til altíð at halda frástøðu.
  • Minst til, vit kunnu øll vera smittuberar, hóast vit eingin sjúkutekin hava.
  • Verið varug við sjúkueyðkenni, ið kunnu benda á coronavirus, t.d. hosta og fepur, og ver heima um tú merkir tær okkurt.

 Sí annars meira kunning á heimasíðuni corona.fo

Toftir, hin 20. mars 2020 (dagført 17. apríl , 4. mai og 27. mai 2020)

Jóhannus Danielsen, borgarstjóri

 

 

 

 

Pumpuskipanin við Toftavatn dagførd

Í hesi vikuni hevur tekniska deild hjá Nes kommunu gjørt dagføringar í pumpihúsinum við Toftavatn og gjørt pumpuskipanina klára til komandi summar. Gomlu ventilarnir og kontraventilarnir eru skiftir. Arbeiði er nú liðugt og verða pumpurnar royndarkoyrdar ídag.

Toftavatn er íbúgvunum í Nes kommunu ein neyðug drekkivatnstrygd. Meginpartin av árinum eru Kornvatn og Hamravøtnini okkara drekkivatnskeldur, men næstan hvørt summar, og tá turkur annars er, er neyðugt at pumpa úr Toftavatni. So tað er sera týdningarmikið at pumpuskipanin virkar.

Á myndini síggja vit Jógvan Páll Hansen og Kristin Nordendal. Teir gera klárt til at royndarkoyringina. Hóast samfelagshjólini koyra heldur seinni í hesum Koronadøgum, eru arbeiðsmennirnir hjá Teknisku deild hjá Nes kommunu til arbeiðis hvønn dag.

Tað er oftani tørvur á at føra ymiska útgerð av Sandi mikla til pumpuhúsið við Sand lítla. Bláa jollan á myndini hevur mangan verið hent til ymisk arbeiðir við Toftavatn, eisini í samband við hetta arbeiði. Jógvan I. Olsen hevur átt jolluna, sum kommunan mangan hevur lánt. Nú hevur kommunan keypt jolluna frá Jógvani.

×