Onnur tíðindi

Korona fyribyrging í Nes kommunu

Her verður í stuttum greitt frá teimum tiltøkum, sum Nes kommuna hevur sett í verk í samband við at fyribyrgja Koruna smittuni. Eisini verður kunnað um  nøkur interkommunal tiltøk.

Kunnað verður so hvørt sum broytingar verða gjørdar, ella tá tiltøkini verða sett úr gildi. Fyribils eru tiltøkini galdandi til 13. apríl 2020.

Gevið gætur !! Almennu tilmælini eru at fólk halda hóskandi frástøðu (2 metrar), tá ferðast verður úti millum onnur fólk. Eisini verður mælt til, at fólk í minst møguligan mun savnast í bólkum. Jú færri tess betri – tó í mesta lagi 10 fólk. 

Barnaansingarøkið – munandi skert:  Í Vøggustovuni, Barnagarðinum og Frítíðarskúlanum er bert opið fyri børnum, hvørs foreldur skulu røkja arbeiðsligar skyldur, ið neyðugar eru í samfelagnum, og tí hava tørv á dagstovnavirksemi til teirra børn.

Talan kann vera um foreldur, hvørs størv fevna um samfelagsligar kjarnuuppgávur og -veitingar, m.a. í heilsu- og almannaverkinum, innan eldraøkið, løgreglu, kriminalforsorg, tilbúgving, ruskkoyring, handilsvinnu, flutning, útflutningsvinnu, almennan tíðindaflutning og annað.

Um foreldur, hvørs starv fevnur um tílíkar kjarnuuppgávur og –veitingar, ongan annan møguleika hava at fáa børn síni ansað, eru ansingarstovnarnir opnir fyri teimum.

Tofta skúli stongdur:  Foreldur at næmingum í 1., 2. og 3.flokki, sum arbeiða á serligum økjum, har tey ikki hava møguleika at arbeiða heimanífra, og sum ongan annan møguleika hava fyri ansing annars, kunnu seta seg í samband við skúlan.

Somuleiðis er stongt í Fimleikarhøll, svimjihyli, bókasavni og kvøldskúlin er eisini stongdur.

B68 húsið er stongt: Einki virksemið er í B68 húsinum, eins og Fitnesshølið er stongt.

Svangaskarð og skúlagarðurin: Almennu tilmælini eru at fólk halda hóskandi frástøðu (2 metrar), tá ferðast verður úti millum onnur fólk. Eisini verður mælt til, at fólk í minst møguligan mun savnast í bólkum. Jú færri tess betri – tó í mesta lagi 10 fólk. Nes kommuna heitir á  borgarnar á  at virða almennu tilmælini.

Kommunuskrivstovan er stongd: Men telefonavgreiðsla er sum vanligt og teldupostar verða eisini móttiknir og svaraðir.

Teknisk deild: Starvsfólkini á teknisku deild eru til arbeiðis sum vanligt, men arbeiðshøllin er stongd fyri óviðkomandi.

Endurnýtsluplássið: Er opið sum vanligt. Tó verða serlig fyrivarni tikin, á plássinum.

Dagtilhaldið og Undirhúsið eru stongd: Einki virksemi.

Rodin økistænastan: Herd tiltøk eru sett í verk innan økistænastuna á Skálafjørðinum og kann lesast um hesi á www.rodin.fo.

IRF:  Ruskposarnir verða avheintaðir, men herd tiltøk eru eisini sett í verk innan innsavningina hjá IRF. Lesast kann um hesi tiltøk á www.irf.fo.

Toftir, hin 20. mars 2020

Jóhannus Danielsen, borgarstjóri