Summarkvøld við Toftavatn

Mánakvøldið 8. juli kl. 18 er tiltakið summarkvøld við Toftavatn aftur á skrá.

Summarkvøld við Toftavatn er eitt afturvendandi tiltak, ið tekur støði í verkætlanini við gøtuni runt Toftavatn, ið Nes og Runavíkar kommunur eru felags um.

Farið verður avstað av tveimum støðum kl. 17.50: frá Skúlanum við Løkin og av Svangaskarði. Í ár hugleiðir Alfred Olsen, fyrverandi løgtingsmaður. Dania O. Tausen syngur.

Talan er um eitt sera hugnaligt barna- og familjuvinarligt tiltak, har matur og okkurt at drekka verða at fáa ókeypis.

Øll eru hjartaliga vælkomin!

Nes og Runavíkar kommunur

Tofta skúli fær nútímans stovu til alis-evnafrøði

Fyrrapartin avhendaði byggivirkið KBH arbeiðið, sum teir hava gjørt í stovuni til Alis-evnafrøði. Avhendingarskjalið varð undirskrivað av Súna í Hjøllum, borgarstjóra og Helga Johannesen, stjóra í KBH.

KBH hevur havt heildarveitingina. Undirveitarar hava verið: Renovent til HVS, Rók-el til elarbeiðið og Signar á Fríðufløtu til málaraarbeiðið.

Karl Johannesen frá KBH hevur verið arbeiðsleiðari.

Teknistovan í Gøtu hevur havt eftirlitið vegna Nes kommunu.

Nes kommuna takkar øllum pørtum fyri gott samstarv og ynskir Tofta skúla bestu eydnu við betraðu umstøðunum til alis-evnafrøði.

Kári Fossdalsá verður á Svangaskarði 27. juli

I samband við at Kári Fossdalsá hevur útgivið sína fyrstu fløgu, fer hann at hava nakrar útgávukonsertir í Føroyum í summar.

Hann verður við á Tórsfest, í Suðri og eisini á Summarfestivalinum.

Kári Fossdalsá vitjar eisini aftur á gamlar gøtur og fer at hava  konsert í Ítróttarhúsinum á Svangaskarði leygarkvøldið 27. juli kl. 19.

Atgongmerki kunnu bíleggjast á Stage.fo. Dyrnar lata upp kl. 18.

Høvið verður eisini at keypa kaffi/te og køku.

Konsertin á Svangaskarði verður ein sonevnd sitikonsert, har Kári fer at spæla sangir frá síni nýggju fløgu.

Kári sigur, at fólk kunnu gleða seg til konsertina. Hann er  ótrúliga fegin um at fáa møguleikan at syngja og spæla í heimbygdini.

Arbeiðið á reinisverkinum avhendað

Týsdagin 25. juni avhendaði Mest arbeiðið, sum fyritøkan hevur gjørt á reinisverkinum hjá Nes kommunu.

Tað er Jóhan Petur Petersen, verkfrøðingur, sum vegna Mest hevur verið verkætlanarleiðari fyri at uppstiga og nútímansgera reiniverkið hjá Nes kommunu.

Býráðið samtykti tíðliga í hesi setuni, at alt skuldi gerast fyri at fáa litin úr vatninum, sum til tíðir hevur verið ein avbjóðing.

Eftir ávísar forkanningar varð heitt á MEST um at koma við einum uppskoti um, hvørji átøk skuldu gerast til tess at betra um vatnreinsiverkið hjá Nes kommunu.

Tá ið arbeiðið varð avhendað, takkaði Súni í Hjøllum, borgarastjóri, fyri sera gott og gevandi samstarv við Mest. Hann vísti á, at tað er ein av kjarnuppgávunum hjá kommununi at veita nóg mikið av góðum vatni. Hann fegnaðist um góða úrslitið, sum er komið borgarunum og virkjum til góðar, nú vatnið er vorðið so klárt.

Jóhan Petur Petersen, verkætlnarleiðari, takkaði Nes kommunu fyri at hava fingið hesa spennandi uppgávu. Somuleiðis takkaði hann fyri sera gott samstarv. Síðan greiddi hann frá tí fakliga partinum.

Jóhan Petur Petersen, segði: ”MEST valdi at seta seg væl inn í verandi vatnreinsiverk; hvaðani vatnið hjá kommununi stavaði frá, góðskuna á vatninum, umframt, hvussu verandi vatnreinsiverk var uppbygt, og um tað var møguligt at útnytta verandi vatnreinsiverk enn betur.

Næsta stigið var at leggja eina ætlan fyri uppstiganina av vatnreinsiverkinum. Hetta innibar nógv kanningararbeiði viðvíkjandi, hvør reinsiháttur mundi verða best skikkaður til at lækka littølini á drekkivatninum hjá Nes kommunu, og sum hóskaði best í mun til umstøðurnar og nærumhvørvið.

Arbeiðstakari og kommuna vóru bæði samd um at miðja eftir at finna eina loysn á trupulleikanum, ið ikki innibar kemisk evnir. Tískil bleiv avgjørt at loysa trupulleikan við at umleggja nøkur av verandi sandfiltrum til kolfiltur. Kolfiltur eru frá gamlari tíð vorðin nýtt til m.a. lækking av littalinum í vatni, og var eisini ein loysn, ið relativt skjótt kundi setast í verk.

Fyrst var farið undir at útskifta UV-filtrini, ið vóru farin um seinasta nýtsludato, við tvey nýmótans UV-filtur, útgjørd við automatiskari effektregulering og sjálvvirkandi mekaniskari reinsing, ið tilsamans eru við til at gera vatnreinsiverki tryggari og grønari.

Áðrenn umleggingina frá sandfiltrum til kolfiltur, bleiv ein ”pilotverkætlan” av ætlaðu loysnini hjá MEST framd, inni á verandi reinsiverkinum hjá Nes kommunu. Pilotverkætlan merkir í hesum førinum, at endaliga loysnin hjá MEST bleiv niðurskalera og monterað á eina smærri eind, fyri síðani at verða send út á Nes til royndarkoyringar.

Síðani framdi MEST leypandi analysur av drekkivatninum, áðrenn og eftir ”royndar” kolfiltrið, fyri at finna útav, hvørt tað var ein gongd leið, at nýta kolfiltur til at lækka littalið í drekkivatninum hjá Nes kommunu.

Ein annar týðandi liður í dagføringini av vatnreinsiverkinum var at seta í verk eina sjálvvirkandi returskoling av ávikavist sand- og kolfiltrunum. Hetta bleiv gjørt við at útskifta allar teir manuellu ventilarnar, áðrenn og aftaná sand- og kolfiltrini, við luftstýrdar ON/OFF motorventilar. Seinastu átøkini ið vórðu framd, var trinleys regulering av returskolingini, umframt at rørskipanin bleiv umløgd soleiðis, at øll filtur nú verða belastaði eins nógv”.

Ruskplássið stongt í eina viku afturat

IRF hevur enn so stórar nøgdir at brenna, og tí verður tíverri neyðugt at stongja ruskplássið frá í eina viku afturat.

Væntandi veður opið aftur frá 8. juli!

Nes kommuna.

Grindapartar

Leygardagin 29. juni kl. 10-12 verður møguleiki hjá íbúgvum í Nes kommunu at avheinta grindapartarnar á bryggjuni við høllina hjá Sand Ship.
Vh. Nes kommuna

“Ung í arbeiði” gera klárt til Team Rynkeby

“Ung í arbeiði”
Aftur í summar hava næmingar í 9. flokki høvi at arbeiða í tvær vikur hjá Nes kommunu. Soleiðis kunnu tey ogna sær arbeiðsroyndir og vinna sær nakrar krónur.
Ein bólkur byrjaði  mánamorgunin. Bólkurin heldur fram at arbeiða hesa og í næstu viku. So byrjar næsti bólkur, sum eisini arbeiðir í tvær vikur.
“Ung arbeiði” fara fyri tað mesta at arbeiða við at fríðka um runt í kommununi. Men í morgun fekk hesin bólkurin til uppgávu at gerta klárt til móttøkuna av Team Rynkeby súkklarunum, sum koma at vitja við Undirhúsið á Toftum  í dag kl. 14.10.

Vælkomin til móttøku hósdagin 27. juni kl. 14.10 við Undirhúsið á Toftum

Hósdagin 27. juni kl. 14.10 vitja Tem Rynkeby-Føroyar súkklararnir við Undirhúsið á Toftum.

Nes kommuna skipar fyri eini hugnaligari móttøku. Borgarstjórin bjóðar vælkomin og sigur nøkur orð, og Hervør á Torkilsheyggi og bólkur fara at framføra nakrar sangir.

Kommuan bjóðar kaffi/te, leskidrykk og okkurt gott undir góman. Nes kommuna heitir hervið á øll, yngri sum eldri, at møta upp og heilsa okkara  súkklarum, sum nú byrja longu ferðina til París.

Nes kommuna.

Endurrinda dagstovnagjaldið

Nes kommuna hevur avgjørt at endurrinda foreldrunum dagstovnagjaldið, sum varð goldið undir verkfallinum fyrr í summar. Dagstovnarnir í Nes kommunu vóru afturlatnir í tríggjar vikur undir verkfallinum.

Upphæddin verður mótroknað í  august.

 

Julianna Matras og Mathea Jensen fara úr starvi

Fyrrapartin var hugnalig fráfaringarsamkoma á kommunuskrivstovuni fyri tveimum starvsfólkum hjá Nes kommunu.

Julianna Matras: Varð sett í starv í mattænastuni hjá Nes kommunu frá 1. mai 2007. Seinni varð hon sett sum vaskifólk í Dagtilhaldinum, og hevur annars í mong ár samskipað koyringina av teimum eldru til dagtilhaldið.

Tá ið eldraøkið varð lagt út 1. januar 2015, kom mattænastan undir Roðan, og Julianna helt tá fram við mattænastuni har til 1. februar í ár, tá ið nýggi køkurin á Ellisheiminum í Runavík fór at taka sær av útkoyringini av matinum.

Julianna helt tó fram sum vaskifólk í Dagtilhaldinum til 1. juni, men ynskti nú at sleppa úr starvi.

Mathea Jensen: Varð sett í starv sum vaskifólk í Tofta skúla frá 1. januar 2015. Mathea hevur boðað frá, at hon ynskir at sleppa úr starvi nú í summar.   

Til fráfaringarsamkomuna segði Súni í Hjøllum, borgarstjóri:

“Hjartaliga takk fyri trúgva og drúgva tænastu. Tit báðar hava verið sera nærlagdar í tykkara starvi, og fyri kommununa er tað gull vert at hava starvsfólk, sum leggja nógv fyri til tess at røkja sítt starv til fulnar. Sum kommuna virðismeta vit tað ógvuliga høgt.

Eisini fari eg vegna kommununa at siga tykkum túsund takk fyri sera gott samstarv. Ynski tykkum og øllum tykkara alt tað besta og framhaldandi Guðs signing á lívsleiðini”.

Olaf Magnussen, virkandi skúlastjóri í Tofta skúla, nýtti eisini høvið, vegna skúlan, at takka Matheu Jensen fyri gott samstarv og trúgva tænastu.

×