Frítíðarskúlin á Svangaskarði fær eina stovu afturat

Í gjár varð arbeiðstakarasáttmáli undirskrivaður millum Nes kommunu og KBH, sum skal innrætta eina stovu afturat í nýggja Frítíðarskúlanum á Svangaskarði.

Nýggi Frítíðarskúlin, sum varð tikin í nýtslu á sumri í 2022, hevur havt eina óinrættaða stovu standandi tøka, sum æltanin hevur verið at innrætta, tá ið brúk varð fyri hesum.  Komandi summar verður tørvur at hava eina stovu afturat, og tað var í hesum sambandi, at býráðið á fundi 27. nov. 2023 samtykti at fremja hesa ætlan.

Byggiarbeiðið varð boðið út, meðan HVS og EL arbeiðstøkurnar blivu bodnar til somu fyritøkur, ið frammanundan hava gjørt hesi arbeiði í bygninginum, ávikavist Blikksmiðjan og HD elektric.

Fuglark projekteraði og hevur eisini eftirlitið við arbeiðnum, sum verður liðugt fyri summarfrítíðina komandi summar.

Á myndini: Helgi Johannesen, stjóri í KBH, og Súni í Hjøllum, borgartsjóri í Nes kommunu.

Kirkjugarðurin á Nesi skal víðkast

Nes kommuna og Falkon skrivaðu í gjár undir sínámillum avtalu um víðkan av kirkjugarðinum á Nesi.

Arbeiðið byrjar fyrst í komandi ári, og tá verður kirkjugarðurin víðkaður við umleið 1400 fermetrum. Seinasta útbyggingin av kirkjugarðinum var liðug í 2001, men nú er neyðugt at taka stig til enn eina víðkan.

Í avtaluni við Falkon er eisini ásett, at fyritøkan tekur sær av at gera eitt p-øki í Gerðinum, leingja Lýðarsveg til tess at fáa trý nýggj grundøki í ovaru síðu og harafturat breiðka ein part av Regnavegnum. Hetta er ein stórur fyrimunur, tí so kann nakað av tilfarinum frá hesum arbeiðum brúkast til víðkanina av kirkjugarðinum.

Á myndini eru frá vinstru: Súni í Hjøllum, borgarstjóri, Jóhan Berg, stjóri og Petur Jákup (Dakko) Petersen, formaður í Teknisku nevnd.

 

Dennis Holm, landsstýrismaður, á vitjan

Fyrrapartin var Dennis Holm, landsstýrismaður í samferðslumálum, á vitjan í Nes kommunu.

Við hesi vitjan vildi landsstýrismaðurin kunna seg nærri um landsvegakervið í Nes kommunu.

Nes kommuna takkar landsstýrismanninum fyri vitjanina.

Janus Thomsen helt røðuna,

tá ið jólatræið í Nes kommunu varð tendrað leygardagin:

Góðu bygdafólk, góðu vinir!
So standa vit aftur samlaði her fyri at tendra eitt ljós í hesi annars myrku tíð, ið alsamt gerst myrkari til stytsi dagur er farin framvið, og tað aftur spakuliga fer at lýsna.
Ljósini fjálga um og skapa hugna og samanhald, meðan alt rundanum okkum er myrkt. Við at tendra ljós, síggja vit hvønn annan og koma hvørjum øðrum við. Tað er ein felagsskapur inni í ljósinum, meðan myrka skorpan rundanum okkum er uttanfyri.
Hetta sermerkir advents- og jólatíðina, ið stundar til. Fyri tey flestu, er ein umráðandi partur av jólunum, tað at vera saman sum familja, og er tað eitt hæddarpunkt – eitt ljóspunkt á árinum hjá nógvum.
Hetta við ljósinum og myrkrinum verður í myndatalu brúkt nógv. Myrkrið umboðar tað ókenda og ofta tað ónda, meðan ljósið kemur við tí góða.
Við hesi myndatalu í huga, ber til at flyta tankarnar yvir á staðið her vit búleikast, tí eisini her hjá okkum hava nógv ljóspunktir, ella glottar verið ígjøgnum árið.

Býarheiti

Størsta glottan fyri felagsskapin upplivdu vit óiva í februarmánaða í ár.
Tá kundu vit her á staðnum hátíðarhilda, at fólkatalið í kommuni var fari uppum 1.500, og kundu vit tískil taka býarheiti.
At ein av okkara egnu gjørdist borgari nr. 1.500, var bæði sigandi og hóskandi, tí stóra tilflytingin, vit hava sæð seinastu árini, hevur verið ein samanseting av fólki sum hava funnið heim aftur á gamlar gøtur, og tilflytarum, ið ganga gøturnar her fyri fyrstu ferð.
Eg haldi eg tosi fyri øll, tá eg sigi, at vit eru fegin um at hava tykkum øll her, so verið vælkomin.
Men, tað hevur eisini broytingar við sær…
Nú er slutt við at vera so bygdaslig. Toftir er vorðin ein býur, á hædd við aðrar býir í stóru verð.
Vit skulu venja okkum við, at fyrr so vanlig heitir sum bátahylurin og egningarskúrarnir, frameftir fara at eita Marinaðin ella okkurt líknandi, okkurt meiria býarsligt.
Fyrr fór man til handils hjá Pidda, men nú fer man at shoppa í miðbýnum, siga børnini skemtandi.
Jú, sanniliga, tíðirnar broytast, og vit broytast við, sigur skaldið, hóast vit sum eru uppvaksin her á staðnum, í veruleikanum enn eru nøkur bygdafrell. Í so máta er einki nýtt undir sólini, vildi prætikarin sagt.

Steypafinalan

Eitt annað ljós, sum veruliga lýsti bjart í 2023, var ferðin hjá B68 móti steypafinaluni.
Sjálvdan man nakar felagsskapur hava staðið so væl saman sum á tí ferðini og á sjálvum degnum.
Úrslitið bleiv ikki sum vónað varð frammanundan, og vanliga slóknar ljósið, tá tapið er staðfest.
Men júst her hendi nakað serligt, tí bæði leikarar og áskoðarar stóðu so væl saman sum ein eind eftir dystin, at tað frættist um alt landið.
Ein kann ikki lata vera við at vera errin og rørdur eina slíka løtu, so takk øll somul fyri ta upplivingina – tað verður ongantíð gloymt, og er ein fyrimynd fyri, hvussu ein felagsskapur eigur at vera – í viðgongd og mótgongd.

Nógvir aðrir glottar kundu verið nevndir, tí framburðurin í kommununi er stórur á flest øllum økjum. Eitt nú tey mongu grundstykkini, íbúðirnar, raðhús og annað, sum sprettir fram í bygdunum her. Vit hava eitt breitt og gott úrval av ítróttargreinum, og eitt ríkt samkomulív.
Eisini frættist um aðrar stórar ætlanir í kommununi, so spennandi verður komandi árini.
Men ljós slókna eisini, og nú allahalganadagur stutt síðani er farin afturum, rennir mær til hugs øll tey, sum ikki eru millum okkum longur. Øll vóru tey partur av ymsu felagsskapunum í bygdini, og er tað okkum unt at byggja víðari á tað verk og avrik, sum hesi hava lagt eftir seg, og er tað tí við virðing og takksemi, at vit minnast tey øll.
Soleiðis er tilveran…

Jólini
Men glottar kunnu eisini vera so bjartir, at teir blenda, og er vandi fyri tí júst í tíðini, sum liggur fyri framman, nevniliga á jólum.
Nógv verður pyntað og stákast, og stór orka verður løgd í at hugna um og keypa inn til jólar, tí jólaaftan skal alt vera klárt, og stásiligu pakkarnir vera komnir undir træið.
Tað er stuttligt og spennandi, tó nakað stressandi og ikki minst dýrt.
Men veruligu orsøkina til, hví vit halda jól, mugu vit ongantíð gloyma.
Jólini halda vit til minnis um bjarta ljósið, ið kom inn í hendan myrka heimin, fyri at bjarga okkum menniskjum.
Móttøkan var kaldlig, tí frá fyrstu løtu fóru ordrar út um, at taka hetta smábarnið – hesa hóttan móti valdinum – av lívi.
Lítið er broytt kunnu vit siga, tí eins á tá, roynir heimurin alsamt at sleppa av við hendan glottan – hesi gleðiboð um, at frelsari heimsins bleiv føddur.
Amboðini eru ymisk, og í okkara tíð og stað snýr tað seg mest um at flyta uppmerksemið yvir á annað, ið glitrar, heldur enn á nýføðingin, ið bleiv borin í heim í einum fjósi í Betlehem.
Tískil er so sera umráðandi at vit halda lív í, og geva víðari, boðskapin um Guðs son, ið bleiv føddur í hesum heimi, við tí fyri eyga, at bjarga okkum og geva okkum atgongd til æviga lívið.
Gleðin við einum pakka á jólum er góð, men er stuttskygd og ikki varandi.
Børnini siga tað ofta best, og tí hugsaði eg at enda við at lesa niðurlagið á hesum frálíka barnasanginum, ið børnini syngja á jólum:
Nei, jól uttan Jesus, tað er einki vert,
Tað er sum ein pakki, har pappír er bert.
Har má okkurt vera, mær gleði kann bera.
Tað eru ongi jól uttan Jesus.
Takk fyri øll somul, gleðilig jól og Guð signi okkum øll.

Jólatrøini í Nes kommunu verða tendrað leygardagin 2. des. kl. 15

Leygardagin 2. des. kl. 15 verður jólatræið við kommunuskrivstovuna tendrað.

Janus Thomsen heldur røðu og tendrar jólatræið. Hornorkestrið hjá Nes sóknar Musikkfelag luttekur.

Eisini fáa børnini jólapakka frá jólamonnunum.

Aftaná verða øll boðin til kakao og bollar í kirkjukjallaranum.

Kl. 16.30 verður sangløta í Fríðrikskirkjuni.

Tey luttakandi eru:

Kirkjukórið, New Praise, Kvinnukórið í Nebo, kvinnur úr Suð og menninir í Undirhúsinum.

Nes kommuna

 

Býráðið í Nes kommunu hevur samtykt fíggjarætlanina fyri 2024

 

Skattaprosentið er óbroytt 20,5 pct, meðan barnafrádrátturin hækkar úr kr. 5.500 upp í kr. 6.000,-.

Dagstovnagjøldini verða óbroytt, triðja barnið er ókeypis, og skipanin við Frítíðarkortinum á kr. 2000,- fyri børn og ung í aldrinum 0-18 ár, heldur fram.

 Tað var á býráðsfundinum mánakvøldið 27. nov., at býráðið endaliga einmælt samtykti FÆ 2024.

 

Høvuðstølini í Fíggjarætlanini eru: 

Rakstur tkr.                                          2024                                

    • 1 Kommunal fyristing              6.849
    • 2 Almanna- og heilsumál    25.553
    • 3 Børn og ung                            15.977
    • 4 Undirvísing                                 5.129
    • 5 Mentan og frítíð                      6.904
    • 6 Teknisk mál                                7.820
    • 7 Kommunalt øki                          3.876                                                

Rakstur í alt                                           72.108                                                                                    

 20 Inntøkur v.m.                               79.205                                              

Úrslit áðrenn íløgur                            7.097                                                                                    

 

Íløgur tkr.                                                                                                                                

    • 1 Kommunal fyrisiting                           0
    • 2 Almanna- og heilsumál                  47
    • 3 Børn og ung                                   1.320
    • 4 Undirvísing                                    2.500
    • 5 Mentan og frítíð                          4.540
    • 6 Teknisk mál                                    5.280
    • 7 Kommunal virki                            3.846

Íløgur í alt                                                   17.533                                                                                    

Úrslit aftaná íløgur                           -10.436                                              

Afturgjald av skuld                             2.910                                                                                    

Av tøkum peningi                                   846                                                                           

Lántøka                                                   12.500                                                                                    

 

 

Býráðið samtykti fíggjarætlanina fyri 2024 soleiðis, sum hon er uppsett.

Íløgurnar á tkr. 17.533 og afturgjald av skuld á tkr. 2.910, tilsamans tkr. 20.443, verða fíggjaðar við rakstaravlopi á tkr. 7.097, lántøku á tkr. 12.500 og tøkum peningi á tkr. 846.

 

Langtíðarskuldin hjá Nes kommunu er d.d. 34,5 mió, sum er áleið tað sama sum fyri trimum árum síðan. Í samband við stórar íløgur seinastu árini, hevur kommunan havt heimild at taka lán, men av tí at inntøkurnar hava verið munandi størri enn mett, hevur ikki verið neyðugt at brúka lániheimildina.

 

Talgilt kort við staðarnøvnum

 

Á vári í 2013 samtykti bygaráðið í Nes kommunu at geva út søguna um bygdirnar Nes, Toftir og Saltnes. Bind 1 og 2 komu út 4. mai 2017. Rithøvundur var Helgi Jacobsen.

Í august 2018 kom bind 3 út, ættarsøgan. Tilfarið byggir mest á skrivliga tilfarið, sum Thorleif Hansen hevði liggjandi. Thorleif Hansen og Helgi Jacobsen samstarvaðu um sjálva útgávuna.

Bygdaráðið umrøddi fleiri ferðir, meðan bygdasøgan varð skrivað, hvussu gerast skuldi til tess at varðveita staðarnøvnini. At enda varð avgerð tikin um at heita á Janus Jensen  um at fara undir at samskipa staðarnøvnini. Seinni varð eisini heitt á Ólav Magnussen um hjálpa Janusi. Avgerð varð eisini tikin um, at tilfarið um staðarnønini skuldu gevast út talgilt.

Týskvøldið 31. okt. var so almenn framløga í Tofta skúla. Tað var góð uppmøting.

Súni í Hjøllum, borgarstjóri, bjóðaði vælkomin og takkaði Janusi og Ólavi fyri gott arbeiði. Vegna Nes kommunu takkaði hann eisini øllum teimum mongu, sum á einhvønn hátt høvdu verið við til tess at fáa eitt so gott úrslit.

Janus Jensen greiddi frá tilgongdini í arbeiðinum, um keldutilfarið og hvussu tilfarið kann brúkast, nú tað verður lagt út á heimasíðuna hjá Nes kommunu undir leinkjuni ”staðarnøvn”.

Ólavur greiddu frá søguligum tilfari, eitt nú um søguna um gamla prestagarðin á Nesi.

Dagfinn Højgaard, sum hevur skrivað uppgávu um staðarnøvn í Nes kommunu í samband við sín lestur á Fróðskaparsetrinum, greiddi eisini frá um staðarnøvn við atliti til tað málsliga.

Menninir í Undirhúsinum sungu tveir sangir og vóru við til at seta ein góðan dám á áhugaverdu framløgurnar.

Meira kann síggjast um staðarnøvnini við at fara inn á nes.fo og trýsta á leinkjuna ”staðarnøvn”.

Minningarhaldið verður kl. 15

Minningarhald teirra sjólátnu verður í Fríðrikskirkjuni á Toftum allahalgannadag kl. 15.00.
Meinhard Bjartalíð, prestur, prædikar, og musikskúlanæmingar luttaka. Síðan verða kransar lagdir við minnisvarðan.
Aftaná verður ein drekkamuður at fáa í kirkjukjallaranum.

Framløga um staðarnøvn

Týskvøldið 31. okt. kl. 19 verður verkætlanin um staðarnøvn í Nes kommunu løgd fram á almennum fundi í miðhøllini í Tofta skúla. Samstundis verður talgilda kortið við staðarnøvnunum lagt á alnetið.

Súni í Hjøllum, borgarstjóri, bjóðar vælkomin.

Janus Jensen, Ólavur Magnussen o.o. fara at greiða frá verkætlanini.

Menninir í Undirhúsinum syngja, og ein drekkamuður verður eisini at fáa.

Hjartaliga vælkomin!

Nes kommuna.

JSJ fekk uppgávuna

Seinnapartin varð arbeiðstakarasáttmáli undirskrivaður millum Nes kommunu og JSJ, sum skal innrætta eitt høli í Mathiasa pakkhúsi til alment wc.

Tað var annars fyrr í heyst, at býráðið avjørdi at taka av tilboðnum frá JSJ.

Súni í Hjøllum, borgarstjórin, undirskrivaði fyri kommununa, meðan Jóhan Smith Jensen undirskrivaði fyri JSJ.

Eftir ætlan verður arbeiðið liðugt um mánaðarskiftið januar/februar í komandi ári.

Fuglark gjørdi útbjóðingartilfarið og fer eisini at hava eftirlit við arbeiðinum fyri Nes kommunu.

×