Vegurin niðan á Svangaskarð verður stongdur
Mikudagin 25. september verður farið undir at asfaltera vegin niðan á Svangaskarð.
Vegurin verður tí stongdur frá kl. 10 mikudagin 25. sept. til hósmorgunin tann 26. sept. kl. 07.
Víst verður í hesum tíðarskeiði til Regnavegin.
NES Kommuna
Byggifyritøkan KBH 25 ár
Í gjár, mikudagin 18. sept., hevði byggifyritøkan KBH 25 ára stovningardag.
Í hesum sambandi hevði fyritøkan bjóðað starvsfólkunum til ein betri bita og hugna á Svangaskarði.
Súni í Hjøllum, borgarstjóri, støkk inn á gólvið og handaði brøðrunum Helga og Benn Johannesen frá KBH blómur. Borgarstjórin bar eisini fram eina heilsan og tøkk frá Nes kommunu.
Á myndini: Benn Johannesen, Helgi Johannesen og Súni í Hjøllum.
Eldrasambýlið Vesturskin á Toftum 20 ár
Tann 1. sept. vóru 20 ár liðin, síðan eldrasambýlið Vesturskin á Toftum var tikið í brúk.
Í hesum sambandi bjóðaði heimið til ein góðan kaffimunn og køku sunnudagin 8. sept.
Sangbólkurin Gadders sang nakrar sangir, og Tórbjørn Jacobsen, stýrisformaður fyri Roðan, helt røðu.
Elisabeth Joensen, sum hevur starvast í køkinum øll árini, bar fram eina heilsan og tøkk.
Súni í Hjøllum, borgarstjóri, greiddi frá søguni um tilgongdina til byggingina av Vesturskin. Vegna Nes kommunu handaði hann heiminum ein málning, sum Jón Magnus Joensen, hevur málað.
Hansmar Mikkelsen, sum hevur avvarðandi á Vesturskin, hevur málað heiminum ein málning av Toftum í samband við 20 ára dagin hjá heiminum.
Skálafjarðar Kommunala Sløkkilið 50 ár
Tann 4. sept. vóru 50 ár liðin síðan Skálafjarðar Kommunala Sløkkilið – SKS – varð sett á stovn. Í hesum samband vóru sløkkiliðsfólk, bý- og bygdaráðslimir og onnur samstarvfólk boðin til eina hugnaliga samkomu á Svangaskarði fríggjakvøldið 6. sept.
Súni í Hjøllum, formaður í Tilbúgvingarnevndini, bjóðaði vælkomin, segði í stuttum frá søguni hjá felagsskapinum, um týdningin av SKS og hvørjar ætlanir liggja fyri framman.
Vælkomin!
Sum formaður í stýrinum (ella eisini nevnt (tilbúgvingarnevndini) fyri Skálafjarðar Sløkkilið er tað mær ein gleði at bjóða tykkum øllum at verða hjartaliga vælkomin til 50 ára veitsluna hjá felagsskapinum.
Aftan fyri Skálafjarðar Sløkkilið standa tær tríggjar kommunurnar við Skálafjørðin, Nes – , Runavíkar- og Sjóvar kommuna. Í fyrradagin, tann 4. september fyri 50 árum síðan, varð felagsskapurin stovnaður, og sigast má, at hetta kommunuala samstarvið hevur verið fyrimyndarligt við sera góðum og trúgvum sløkkiliðsfólkum – tey seinastu mongu árini við Sunleivi Højgaard sum tilbúgvingarleiðara og Vilhelm M. Olsen sum varaleiðara.
Fólkatalið í hesum trimum kommunum er nú áleið 7.200, meðan fólkatalið var á leið 4.400, tá ið felagskapurin varð stovnaður. SKS fevnir um eitt rættiliga vítt øki, av Eystnesi og norður til Funnings.
Í stýrinum fyri Skálafjarðar Sløkkilið eru teir tríggir borgarstjórarnir fastir limir, harafturat hevur Runavíkar kommuna tveir fastar limir. Í stýrinum er eisini tilbúgvingarleiðarin og eitt umboð frá fútanum. Eisini møtir varatilbúgvingarleiðarin til fundirnar.
Í stýrinum sita nú:
Hans L. Djurhuus, sum umboð fyri fútan
Sunleiv Højgaard, tilbúgvingarleiðari
Pauli Poulsen,
Terje Vestergaard og
Tórbjørn Jacobsen fyri Runavíkar kommunu
Artur Johansen fyri Sjóvar kommunu og
Súni í Hjøllum, fyri Nes kommunu.
Haraftuat møtir, sum sagt, Vilhelm M. Olsen, varaleiðari til fundirnar.
Tað var hin 4. september í 1974, at fundur varð hildin á Skála millum umboð fyri kommunurnar, sum tá vóru fýra við fjørðin, til tess at fáa í lag eitt samstarv um eitt felags sløkkilið fyri Skálafjørðin.
Fundurin var hildin á kommunuskrivstovuni á Skála.
Møttir vóru:
Jógvan Olsen, Skála, fyri Skála kommunu
John Rasmussen, Strendur, fyri Sjóvar kommunu
Fredrik Hansen, Søldarfjørður, fyri Runavíkar kommunu og
Ernst Hansen, Toftir, fyri Nes kommunu.
Úr fundarfrásøgnini kann lesast, at Skála kommuna hevði havt ætlanir um at keypa eldsløkkibil, og var eitt tilboð komið uppá ein bil úr Keypmannahavn, sum kundi fáast fyri 290.400 kr.
Víðar kann lesast: (og eg siteri) ”Við tað at einki sløkkiamboð er á Skálafjørðinum, var hildið rættast at kanna møguleikarnar um eina samskipan fyri allan Skálafjørðin, og kom hesin fundur tí í lag”.
Sagt verður síðan, at eftir drúgva, men sakliga viðgerð, vóru allir á einum máli um, at tað var átroðkandi at fáa sløkkiamboð. Umboðini samtyktu at stovna Skálafjarðar Sløkkilið og so møta aftur á einum seinni fundi at finna fíggingarleist v.m. til at útvega sløkkiliðsbilin.
Tann fundurin er so 18. des. 1974, og tá kemur fram, at umframt tær 290.400,- kr fyri bilin, so skuldi útgerð keypast fyri 43.527,40,
Eisini skuldi brandpumpa keypast, við útgerð, fyri 38.534,-kr, ella íalt 372.461,40 kr, og harafturat varð roknað við at gjalda 60.000 fyri toll og frakt ella íalt áleið 430.000,- kr.
Sostatt var hetta ein stór íløga í mun til táverandi fíggjarorku hjá kommununum.
Síðan verður sagt í fundarfrásøgnini: Fyri at hendan íløgan ikki skal níva kommunurnar ov nógv, varð samtykt at søkja Føroya Brunatrygging um størst møguligan studning. Restin skuldi fíggjast við láni.
Nú skal eg ikki fara ígjøgnum alla søguna hjá felagskapinum, men kortini nevna okkurt.
Síðan stovnanina hevur formaðurin í stýrinum, ella tilbúgvingarnevndini, verið úr Nes kommunu. Fyrsti formaður var Ernst Hansen.
Síðan hava formenninir verið:
Arni Højgaaard
Ólavur Magnussen
Kaj Højgaaard
Oskar Joensen
Haldur Vang
Petur Jacob (Dakko) Petersen
Jóannes Danielsen
………………………………………………………
Frá byrjan og heilt fram til 2001 var Jóannes Thomsen av Skála sløkkiliðsleiðari, og síðan hevur Sunleiv Højgaard verið leiðari. Hann varð settur á fundi í stýrinum tann 6. juni 2001.
Sløkkiliðsfólkini hava millum ár og dag verið sera trúgv, fleiri náddu 40 ára starvsdag og meira enn tað. Vegna stýrið ella tilbúgvingarnevndina vil eg eisini nýta høvið at takka tykkum øllum sløkkiliðsfólkum fyri sera trúgva og drúgva tænastu.
Tað er ikki altíð so tespiligar uppgávur, tit átaka tykkum. Orðatakið sigur, ”at tá ið neyðin er størst, er hjálpin næst”. Tað hevur mangan verið so. Og tann hjálpin, sum tit hava givið, ofta undir truplum og avbjóðandi umstøðum, hevur forðað fyri størri vanlukkum og sorgarleikum. Tykkara arbeiði, ofta sera avbjóðandi uppgávur, er og verður nógv virt av okkara borgarum og kommunalpolitikkarum.
Saman við tykkum kunnu vit eisini fegnast um, at samstarvið tykkara millum eisini hevur verið fyrimyndarligt. Tit hava eisini dugað at hugna tykkum til hóskandi høvi, eitt nú tá ið tit býta út jólapakkar til børnini, ella sjálvir hava jólaveitslu. Og eg eri heldur onga løta í í iva um, at sløkkiliðskórið, sum hevur sungið til ymisk høvi, hevur eisini verið við til at samansjóða felagsskapin tykkara millum.
Millum ár og dag er eisini hendar stórbroytingar í hesi 50 árini, sum felgsskapurin hevur virkað. Tað hevur verið stórur framburður. Tá høvið og fíggjarlig orka hevur verið til staðar, so hevur felagsskapurin útvega sær nútímans og hóskandi sløkkiliðsamboð og útgerð.
Tey fyrstu árini var høvuðssætið á Skála, men tað hevur nú verið mong ár í Runavík. Vit fegnast sanniliga eisini um frambrotið við høllini á Skála, sum var útvegað í seinasta valskeiði.
Í seinasta valskeiði eins væl og í hesum valskeiðnum hevur verið tosað um – og ávísar fyrireikingar eru gjørdar í mun til at byggja nýggja sløkkiliðsstøð. Tað er eitt tungt fíggjarligt tak, tí er tann ætlanin ikki aktuel her og nú, men vónandi kann tað fremjast um ikki alt ov langt áramál.
Bæði í fjør og í ár hevur verið arbeitt við at útvega kunnandi tilfar um ein stigabil. Tilboð varð biðið frá trimum fyritøkum, og í summar samtykti tilbúgvingarnevndin, eftir tilmæli frá tilbúgvingarleiðaranum, at mæla bý- og bygdaráðunum til at keypa ein stigabil frá Rosenbauer.
Tilmælið um at keypa stigabilin hevur politiska undirtøku, og gongur eftir ætlan, so verður sáttmáli um keyp av stigabili undirskrivaður nú í september.
Kostnaðurin er umleið 6,4 mió, tá ið hann er komin á sløkkiliðssstøðina í Runavík. Eftir núverandi ætlan kemur stigabilurin til Føroya um árskiftið 2025/26.
Við tíðini broytist eisini tørvurin til sløkkiamboð, og nú verður hildið, at tað er alneyðugt at útvega ein stigabil, nú vit í økinum fara at fáa bygningar, sum eru minst fýra hæddir. Men eisini við tí í huga, at ávís ferðamannaskip, sum koma higar, eru ógvuliga høg.
Í samband við 50 ára dagin hjá SKS var ætlanin at koma út við einum minnisriti um SKS. Tann ætlanin er seinkað, men nú hevur Helgi Jacobsen, sum eisini hevur skrivað fleiri bygdasøgur her um leiðir, játtað at átaka sær hesa uppgávu soleiðis, at minnisritið kemur út í komandi ári.
Orðið kommuna merkir felagsskapur. Ofta, og tá serliga í ávísum førum, er tað lættari at lyfta í felag, Millum kommunurnar við Skálafjørðin er gott samstarv um økini, vit hava í felag. SKS er eitt gott dømi um tað. Saman kunnu vit fegnast um tað í kvøld.
At enda vil eg enn einaferð vegna tilbúgvingarnevndina siga sløkkiliðsfólkunum hjartaliga takk fyri tykkara stóra arbeiði millum ár og dag, eins og eg vil bera leiðsluni í SKS eina hjartans tøkk fyri sera gott samstarv.
Somuleiðis vil eg takka øllum øðrum samstarvspørtum hjá SKS fyri gott og gevandi samstarv.
So fari eg at ynskja okkum øllum tillukku við 50 ára føðingardegnum hjá SKS og vóni og vænti, at vit fáa eitt eitt gott og hugnaligt kvøld
Súni í Hjøllum, formaður í Tilbúgvingarnevndini
Mynd av tilbúgvingarnevndini: Frá vinstru: Tórbjørn Jacobsen, Hans L Djurhuus, Pauli Poulsen, Súni í Hjøllum, Artur Johansen, Terje Vestergaard og Sunleiv Højgaard
Tveir sløkkiliðsmenn heiðraðir
Fríggjkvøldið, 6. sept., vórðu tveir sløkkiliðsmenn í Skálafjarðar Kommunala Sløkkiliði – SKS – heiðraðir fyri trúgva tænastu í sløkkiliðnum í 25 ár.
Í samband við 50 ára dagin hjá SKS var hugnalig samkoma á Svangaskarði fríggjakvøldið, har Súni í Hjøllum, formaður í tilbúgingarnevndini hjá SKS, handaði sløkkiliðsmonnunum heiðurstekin.
Teir, sum fingu heiðurstekin, eru:
Jónsvein Bjartason, Strendur og
Helgi Olsen, Rituvík.
Tað var Hennara Hátign, Drotning Margretha II, sum í 1973 stovnaði heiðurmerki fyri sløkkiliðsfólk.
Á myndinini eru frá vinstru: Súni í Hjøllum, formaður í Tilbúgvingarnevndini, Helgi Olsen, sløkkiliðsmaður, Jónsvein Bjartason, sløkkiliðsmaður, Sunleiv Højgaard, tilbúginvarleiðari og Vilhelm Olsen, varaleiðari
24 børn fóru í 1. flokk
Mikudagin 14.august kl. 13.00 var fyrsti skúladagur hjá 24 næmingum í Tofta skúla. Flaggið var vundið í húnar hátt, tá hesir spentu næmingar møttu í Miðhøll skúlans. Í flokkinum eru 14 gentur og 10 dreingir.
Skúladagurin byrjaði við, at Durita Jakobsen, skúlastjóri, bjóðaði børnum og foreldrum vælkomin.
Skúlastjórin tók í hondina á hvørjum einstøkum barni og vísti teimum m.a. á, hvar ið 1. flokkur stendur, tá ið morgunin byrjar við morgunsangi í Miðhøllini. Síðani sungu børnini sálmin, ”Faðir, fylg mær henda dag”, og bóðu, Faðir vár, saman.
Í stuttari heilsan vísti skúlastjórin m.a. á, at tað er ein nýggj og spennandi verð, sum letur seg upp fyri børnunum – ein verð, har børnini verða saman við nógvum øðrum børnum og vaksnum í einum umhvørvi, hvar ið tey læra eina rúgvu um alt møguligt. Tey skulu læra at lurta, loysa uppgávur, spæla og siga frá tí, ið tey hava lært.
Durita legði dent á, at tað er sera umráðandi, at børnini verða stuðlaði heimanífrá. Fáa góðan svøvn, og soleiðis eru mett og væl hvíld, tá ið tey koma í skúla. Eisini vísti hon á, at tað er týdningarmikið, at børnini møta upp til tíðina um morgunin og annars gera tað, sum teimum verður álagt í skúlanum.
Áðrenn farið varð upp í flokshølið, var felagsmynd, saman við teirra flokslærarum, tikin av flokkinum.
Í flokshølinum tóku flokslærararnir, Lív I. Magnussen og Anja Mortensen, saman við øðrum lærarum ímóti børnunum. Flokshølið var sera barnavinarligt. Vakurt prýtt við m.a. fløggum og vøkrum navnaskeltum. Eisini fingu næmingarnir hvør sítt súrepli.
Lív og Anja greiddu m.a. frá tímatalvuni og teimum skipanum, ið eru galdandi fyri skúlan. Tær vístu eisini á heimasíðu skúlans, herundir vikuætlanina og mjólkaskipanina.
Kelda: Tofta skúli
Ansið væl eftir teimum í ferðsluni
Tann 14. august byrjar skúlaárið. Hetta merkir, at tað aftur verða børn í ferðsluni á veg í og úr skúla. Og fyri Miru og Gilla – og umleið 760 onnur børn í Føroyum, verður hetta eisini fyrstu ferð, tey fara í skúla.
Vit skulu altíð geva teimum ábæru í ferðsluni gætur, men tá skúlarnir byrja, skulu vit vera serliga varin. Um hetta mundið kunnu vera fleiri børn, ið eru smá og óroynd í ferðsluni. Tað krevur, at ferðin verður sett niður, og at vit eru gáin.
Kommunur heingja plakatir upp
Aftur í ár samstarva kommunur og Ráðið fyri Ferðslutrygd um átakið. Við skúlar verða skelti hongd upp, við áheitan um at vísa ansni og hesaferð eru 13 kommunur við í átakinum. Tað er eitt vet lægri enn undanfarin ár, men vit eru sera takksom fyri samstarvið, tí tað ger at boðskapurin verður sjónligur, júst har tað er neyðugt. Við skúlar, og har skúlabørnini ferðast.
Tilfar til foreldur
Skelti eru tó ikki nóg mikið. Tí leggur Ráðið fyri Ferðslutrygd upp til, at foreldur fara út í ferðsluna við børnunum at venja tey. Tað krevur venjing og royndir at gera børnini til trygg vegfarandi og at læra tey, hvørjum tey skulu ansa eftir á vegunum.
Tá barnið byrjar í skúla, er hetta ein nýggj støða, og hon krevur at barnið dugir at bera seg rætt at í ferðsluni. Barnið lærir ikki um ferðslutrygd av baksetrinum í bilinum, ella við at hyggja í eina bók. Tí verður mælt til, at foreldur fara út í ferðsluna saman við barninum. Tess meira foreldur og børn venja í ferðsluni, tess raskari verður barnið at ferðast sjálvt.
Allir næmingar í 1. flokki fáa ein súkkluhjálm og kunning og góð ráð til trygga atferð í ferðsluni. Eisini eru góð ráð og venjingar at finna her. Í heyst fáa tey yngstu eisini endurskinsvest. Harumframt er ferðsla kravt undirvísingarevni í skúlanum.
Vórðu vígd í Nebo á Toftum
Í dag, leygardagin 20. juli 2024, gingu Sára Jensdóttir Olsen og Símun Pætur á Torkilsheyggi saman í hjúnalag.
Súni í Hjøllum, borgarstjóri, stóð fyri vígsluni, sum var í samkomuhúsinum Nebo á Toftum.
Nes kommuna ynskir brúðarparinum hjartaliga tillukku, alt tað besta og blíðan byr á lívsleiðini.
Saltimport fær sína fyrstu last av salti
Frá 1. juli 2024 hevur MJ-saltsølan á Toftum fingið loyvi frá Nes kommunu at framleiga sín virkisbygning á havnalagnum. Tað er eitt nýstovnað felag, Saltimport við Tórhalli Thomsen, sum leigar og fer at brúka bygningin til sama virksemi, sum hevur verið har áður.
Í morgun kom so fyrsta lastin, á leið 5.000 t, av salti til Toftir og nýggja felagið.