Aðalfundur

Útsetti aðalfundur Bátafelagsins verður í felagshølunum á Toftagjógv.
Hósdagin  18. november kl. 19

Skrá smb lógum felagsins.

Uppskot til aðalfundin skula vera nevndini i hendi 8 dagar undan fundinum,
fyri at koma til viðgerðar.
Uppskot vera at senda til : hogniwaag@gmail.com

Nýggjir limir eru vælkomnir at tekna seg.
Atkvøðurætt hevur limur, ið rindað hevur limagjald.

Toftir 2. november 2021

Nevndin fyri Bátafelagið á Toftum
Høgni Waag Høgnesen, form.

Úrslitið av kirkjuráðsvalinum 2. nov.

Í Nes kirkjusókn, sum umfatar bygdirnar Æðuvík, Nes, Toftir og Saltnes, høvdu 904 fólk valrrætt. Á vali vóru 353, so valluttøkan var 39 pct.
Nýggja kirkjuráðið tekur við 1. sunnudag í advent
Hesi eru vald:
Súni í Hjøllum
Bent Djurhuus
Niclas Fr. Davidsen
Bjørg R. Højgaard
Dávur R. Hansen
Jonna Johannesen
Inga Hansen
Fyrsti varalimur: Janus Trúgvason.

Barnagarðurin á Svangaskarði

”Gamla B68” húsið, sum nú er tann gamli parturin av barnagarðinum á Svangaskarði, er í ár dagførdur uttan. Bygningurin er bjálvaður og hevur fingið nýggja klæðing, so nú líkist hann meira tí nýggjara partinum av dagstovninum.

Tá ið dagstovnurin varð útbygdur fyri nøkrum árum síðan, varð “Gamla B68 húsið” samanbygt við nýggja partin.

Eftir dagføringina, sum er gjørd í ár, kann sigast, at hesir báðir bygningar meira síggja út sum ein heild.

Í komandi ári er ætlanin at mála bygningarnar. Eisini er ætlanin at bøta um og dagføra útiøkið hjá barnagarðinum eins og hjá vøggustovuni.

Tað er Byggivirkið KBH, sum hevur staðið fyri at gera arbeiðið, meðan Teknistovan í Gøtu hevur tikið sær av tí tekniska partinum. Teknistovan hevur eisini staðið fyri eftirlitinum fyri Nes kommunu.

Nes Kommuna takkar KBH og Teknistovuni í Gøtu fyri gott samstarv.

 

Minningarhald 1. nov.

Minningarhald teirra sjólátnu verður í Fríðrikskirkjuni mánadagin 1. november kl. 15

Eftir taluna verður farið niðan til minnisvarðan, har kransar verða lagdir.

Kirkjuráðsval og brævatkvøður

Kirkjuráðsvalið verður í kjallaranum í Fríðrikskirkjuni týsdagin 2. november kl. 10-20.

Tey, sum ikki eru heima valdagin, kunnu atkvøða við brævi á kommunuskrivstovuni í seinasta lagi mánadagin 1. november kl. 12

Borgarar, sum av einhvørji gyldugari orsøk ynskja at velja heima, kunnu venda sær til kommunuskrivstovuna á tlf. 447586 í seinast lagi mánadagin 1. nov. kl. 12

Verkætlanin á Ólavsvegi gongur eftir ætlan

Um miðjan apríl varð sáttmáli undirskrivaður millum Nes kommunu og JHR-enterprenørar at gera veg til níggju grundøki á Ólavsvegi, sum er framhald av Gaddavegnum

Arbeiðið uppá at gera vegin varð boðið út til seks arbeiðstakarar. JHR átti lægsta tilboðið.

Nes kommuna ber sjálv kostnaðin av at leggja ávísar leiðingar.

Tað er Teknistovan í Gøtu v/Henning Olsen og Jens Kl. Jacobsen, sum tekur sær av teknisku vegleiðingi og eftirlitinum fyri Nes kommunu.

Arbeiðið at gera vegin gongur eftir ætlan. Vegurin verður væntandi liðugur fyri árslok.

Byggiloyvi til randarhús við Høganesvegin

 

Í vár bjóðaði Nes kommuna alment út eitt øki áleið 2000 fermetrar við Høganesvegin til bygging eftir ávísum ynskjum og treytum. Av trimum áhugaðum fyritøkum varð fyritøkan KBH vald.

Sum uppfylging uppá uppskot um byggiverkætlan við Høganesvegin, hevur KBH arbeitt víðari við verkætlanini og kannað øll tey uppskotini/hugskotini, sum vóru uppi og vendu á fundinum við umboð fyri kommununa beint fyri summarfrítíðina.

Út frá øllum hesum uppskotum, hugskotum og ynskjum, fóru teir aftur til tekniborðið. Teir halda seg nú hava funnið ta loysnina, sum teimum dámar best. Haraftuat metir KBH, at teir við hesi verkætlan nøkta ein eftirspurdan tørv á marknaðinum, sum eisini hóskar væl við atliti til umhvørvi og grannalag á staðnum.

Uppskotið, sum teir hava projekterað liðugt, er væl í tráð við upprunauppskotið í teirra umsókn. KBH hevur tó gjørt tvær ymiskar innrættingar – ávikavist við 3 ella 4 kømrum. KBH heldur seg hava eina spennandi byggiverkætlan.

KBH hevur fyri stuttum fingið graviloyvi frá Nes kommunu. Á bygdaráðsfundinum mánakvøldið 25. okt. samtykti bygdaráðið at geva byggiloyvi til umrøddu randarhúsini.

Randarhúsini eru staðsett í vøkrum náttúruumhvørvi og góðum útsýni yvir Skálafjørðin. Randarhúsini verða partur av nýggja býlinginum í økinum , har Nes kommuna hevur longt Høganesvegin og gjørt klár til nýtt setahúsaøki í niðaru síðu av vegnum, meðan ætlanin er at hava randarhús, íbúðir o. l. í ovaru síðuni.

KBH fer í hesi verkætlanini at byggja tvær ymiskar húsatypir í tveimum hæddum. Hvørt randarhús hevur yvirdekkað bilskýli, tøknirúm, goysmlsu, inngongd/dur, 2 wc, bryggers, stórt rúm til køk/stovu og ávikavist 3 ella 4 kømur.

Haraftuat er ein stór altan/terassa og gott tún bæði í niðaru og ovaru síðu.

Útgrevstur og planering verður væntandi liðugt til jóla. Byggingin av teimum seks randarhúsunum byrjar eftir ætlan í januar 2022.

KIRKJURÁÐSVAL 2. NOVEMBER 2021

KIRKJURÁÐSVALIÐ 2. NOVEMBER 2021
Týsdagin 2. november verður kirkjuráðsval. Í Nes kirkjusókn eru Saltnes, Toftir, Nes og Æðuvík.
Veljast skulu sjey kirkjuráðslimir.
Valevni:
Karhild Davidsen.
Niclas Fr. Davidsen.
Bent Djurhuus.
Amanda Elkjær.
Dávur R. Hansen.
Inga Hansen.
Súni í Hjøllum.
Bjørg R. Højgaard.
Hildigunn S. Højgaard.
Jonna Johannesen.
Janus Trúgvason.
Valstaðið er í kjallaranum í  Fríðrikskirkjuni
Valstaðið er opið frá kl. 10.00 – 20.00.
Um tað av einhvørji orsøk ikki liggur fyri at møta upp týsdagin 2. nov., so ber til at greiða brævatkvøðu á kommunuskrivstovuni í seinasta lagi mánadagin 1. nov. kl. 12.00.

Skráin

 

Hesi mál vera fyri á bygdaráðsfundinum 25.10.2021 kl. 18:00 

Mál nr.          Málsheiti                Málslýsing

132/2021  Fíggjarmál          Fíggjarætlan 2022- Skálafjarðar Sløkkilið

133/2021  Fíggjarmál          Fíggjarætlan 2022 – Roðin

134/2021  Fíggjarmál          Eykajáttan Roðin íløga

135/2021  Tekniskt mál      Uppskot um broyting í reglugerð

136/2021  Tekniskt mál       Umsókn um byggiloyvi til randarhús

137/2021  Tekniskt mál      Umsókn um byggiloyvi

138/2021  Tekniskt mál       Gelendari við Heygsveg

139/2021  Mentanarmál      Afturlatið mál

140/2021  Burðardygd        Upplatingartíðir á endurnýtsluvirkinum

141/2021  Fíggjarmál          Fíggjarætlan  2022 – Nes kommuna 2.viðgerð                

 

NES KOMMUNA

Altjóða læraradagur í Tofta skúla

Altjóða læraradagurin, 5. oktober, er ein heilt serligur dagur í skúlanum. Endamálið við honum er at virðismeta og menna heimins undirvísarar. Fleiri enn 100 lond hátíðarhalda dagin, sum varð hildin fyrstu ferð í 1994. Tá spratt dagurin úr heimsyvirlýsing Sameindu Tjóða frá 1948 um mannarættindi. Eitt punkt er, at øll hava rætt til skúlagongd. Rætturin til góða og mennandi skúlagongd kann ikki gerast veruleiki uttan dugnaligar lærarar og starvsfólk annars.

Næmingaráðið og skúlastýrið skipa fyri degnum í Tofta skúla.

Í morgun bjóðaði Durita Jakobsen, skúlastjóri, vælkomin. So var morgunsangur á skránni. Eftir morgunsangin helt ein næmingur í næmingaráðnum eina sera væl skrivaða røðu. Síðan fekk Alis Jacobsen, fyrrv. lærari, orðið. Hon segði frá síni skúlagongd á Toftum. Hon segði frá bæði stuttligum og hugnaligum minnum frá sínum barndómi. Ásannast má, at nógv er broytt.

Vegna skúlastýrið bar Kristian Poulsen fram eina heilsan.

Tá ið røðurnar vóru lidnar, var gávuhandan á skránni. Lærararnir sótu niðri, meðan flokkarnir skiftust um at koma niðan og handa gávur, sum næmingarnir og foreldraumboðini í flokkunum høvdu skipað fyri.

At enda takkaði skúlastjórin fyri tiltakið.

Nes kommuna vil hervið takka skúlastýrinum, næmingaráðnum og foreldrum fyri væl fyriskipað tiltak.

Tofta skúla ynskir Nes kommuna at veita eina stóra tøkk fyri fyri gott samstarv við ynskjum um framhaldandi blíðan byr.

 

×