Onnur tíðindi

Eydna Olsen, leiðari í 20 ár

Á vári í 2001 samtykti bygdaráðið í Nes kommuna at seta á stovn ein Frítíðarskúla. Í juni varð Eydna Olsen, námsfrøðingur, sett í starv sum leiðari. Frítíðarskúlin lat upp í august 2001.

Fyrstu  árini hevði Frítíðarskúlin ymisk høli í bygdini, til Nes kommuna fyri  14 árum síðan keypti eini sethús á Brekkukletti til endamálið. Hesi høli vóru, nú barnatalið er økt, vorðin alt ov trong.

Undanfarna bygdaráð samtykti tí at fara undir ný- og útbygging av Frítíðarskúlanum á Brekkukletti. Nýggi parturin av Frítíðarskúlanum var so mikið liðugur í summar, at hann kundi takast í nýtslu. Seinastu mánaðirnar hava verið gjørdar umvælingar av gamla bygninginum. Eisini verður uttanumøki dagført. Um stutta tíð verður tað arbeiðið liðugt, og Nes kommuna fegnast um, at Frítíðarskúlin hevur fingið góðar umstøður.

Eydna Olsen, sum hevur verið leiðari í øll árini, er sera álítandi, dugnalig, nærløgd, loyal og samstarvssinnað, segði Súni í Hjøllum, borgarstjóri, tá hann fyrrapartin í dag vitjaði í Frítíðarskúlanum.

Vegna bygdaráðið í Nes kommunu takkaði borgarstjórin Eydnu Olsen fyri hennara góðu leiðslu av Frítíðarskúlanum í øll hesi 20 árini, áðrenn hann handaði henni gávu og blómur til minnis um starvsdagin.