Nývalda býráðið í Nes kommunu hevur skipað seg

Á kommunuvalinum í gjár, tann 12. nov. 2024, vórðu hesi vald í býráðið í Nes kommunu:

Súni í Hjøllum, Atli F. Johansen, Rannvá í Túni Petersen, Elin á Torkilsheyggi, Henning Erhardsson Joensen, Høgni Hansen og Niels Jacob Nielsen.

Nývalda býráðið hevur á fundi seinnapartin í dag, tann 13. nov. 2024, einmælt samtykt at skipa seg við Súna í Hjøllum sum borgarstjóra og Atla F. Johansen sum varaborgarstjóra.

Nevndarbýtið verður skipað soleiðis:

Fíggjarnevndin:
Súni í Hjøllum, form
Atli F. Johansen
Henning Erhardsson Joensen

Varalimir:
Høgni Hansen
Niels Jacob Nielsen

Tekniska nevnd:
Høgni Hansen, form
Elin Ólavsdóttir á Torkilsheyggi
Rannvá í Túni Petersen

Varalimir:
Niels Jacob Nielsen
Atli F. Johansen

Mentanarnevnd:
Elin Ólavsdóttir á Torkilsheyggi, form
Høgni Hansen
Niels Jacob Nielsen

Varalimir:
Henning Erhardsson Joensen
Rannvá í Túni Petersen

Trivnaðarnevnd:
Rannvá í Túni Petersen, form
Atli F. Johansen
Henning Erhardsson Johansen

Varalimir:
Elin Ólavsdóttir á Torkilsheyggi
Høgni Hansen

Sagt skal verða frá, at býráðið formliga skipar seg á almennum fundi tann 21. nov. kl. 18.00.

Trý fólk á Vesturskin á Toftum eru 100 ár

Í juni fylti Lena Joensen, Toftir, 100 ár. Í okt. fylti Jákup Mikal Mikkelsen, Toftir, 100 ár, og í dag fyllir Andrea Poulsen, Saltangará, 100 ár.

Felags fyri tey er, umfram at tey eru fødd í 1924, at tey nú búgva á eldrasambýlinum Vesturskin á Toftum.

Í dag, mánadagin hin 11. november, fyllir Andrea Poulsen úr Saltangará 100 ár. Dagurin verður hildin í Skótahúsinum við Løkin frá kl. 16-19. Øll eru hjartaliga vælkomin.

Andrea er fødd og uppvaksin í Syðrugøtu. Foreldrini vóru Johannes Michael Sederius Dalbø (f. Michelsen) og Inger Anne Kathrine Højgaard. Mikal, pápin, var slektaður úr Barbustovu í Syðrugøtu og mamman Innan úr Gerði á Toftum – í gerandistosi róptu gøtufólk hana fyri Tofta-Inga. Børn teirra vóru 7 í tali, og nú eru bara Andrea og hin yngsta systirin Dania eftir á lívi. Hini vóru Poula, Arna, Daniel Pauli, Dagny og Jona.

Mikal doyði ungur av sjúku longu í november mánaða í 1946, og Tofta-Inga sat eftir einkja við børnunum. Andrea var tá 22 ára gomul og farin út at tæna. Sum aðrir ungdómar hevði hon fyri tað gingið í Gøtu skúla, har Konoy ráddi fyri borgum. Jákup Simonsen og frú Øregaard vóru lærarar. Tiltikin góður skúli við strongum aga. Táið Andrea gekk seinasta árið í barnaskúlanum fekk hon møguleika fyri at fara til Danmarkar saman við skúlabørnum úr øllum landinum – og hon tók av – hetta var í 1938. Saman við hundrað øðrum ungdómum var hon niðri í tríggjar vikur.

14 ára gomul ekspederaði hon í handlinum hjá Poul Andriasi, og seinri var hon arbeiðsgenta og bindikona hjá Suffíu Gregersen í Grógv. 16 ára gomul fór hon at tæna hjá Øregaard í Norðragøtu – hetta var táið Jákup Frederik og Helga búðu inni í dalinum. Táið hon var 18 ára gomul, fór hon til Klaksvíkar at tæna hjá Ewaldi og Gerdu Kjølbro, – har var hon í hálvt sætta ár. Hon lærdi eisini at seyma har norðuri. Tað var í Klaksvík at hon og eiðismaðurin Alfred hittust og gjørdust góð við hvørt annað. Hetta var í 1949. Alfred var í smiðjulæru á Bedingini.

Eftir sveinastykkið fór Alfred til Keypmannahavnar at læra til maskinmeistara. Andrea fór við honum, og fitt í hondunum sum hon er, fór hon at seyma á seymistovu á Gamle Kongevej. Tey bæði giftust í 1953. Fluttu heimaftur í 1957 og fingu tey seks børn. Afturkomin úr Danmørk búðu tey inni hjá Tofta-Ingu, og seinri bygdu tey sær hús í gerðinum hjá Poul á Líknargøtu í Heiðunum. Tey fluttu inn í 1958.

Andrea var heimaarbeiðandi tey fyrstu árini, men í 1963 tók hon eitt skeið í hárfríðkan í Keypmannahavn. Eftir tað virkaði hon sum hárfríðkanarkvinna í egnum húsum í mong ár. Hon hevur eisini arbeitt á flakavirki og í køkinum á Eysturoyar Røktar- og Ellisheimi. Alfred doyði í 2016 og í 2021 flutti Andrea inn hjá Roðanum á Toftum. Á Vesturskini.

Nes kommuna ynskir Andreu Poulsen hjartaliga tillukku við teimum hundrað árunum.

 

Skapa karmar fyri fjølbroyttum bústaðarmøguleikum í Nes kommunu

Í gjár varð sáttmáli undirskrivaður millum Nes kommunu og Falkon um at leingja Høganesvegin við 180 metrum. Jóhan Berg, stjóri í Falkon og Súni í Hjøllum, borgarstjóri, undirskrivaðu sáttmálan.

Grótið til vegin verður fingið til vega úr lendinum oman fyri verandi veg. Tá ið vegurin er liðugur í august komandi ár, hevur kommunan eitt grundøki á áleið 3000 fermetrar, sum fer at verða boðið út til íbúðarbygging.

Niðan fyri vegin  verða 8 grundøki til sethús, og hesi verða eftir ætlan sett til sølu fram móti sumri 2025.

Kostnaðurin fyri arbeiðið verður íalt áleið kr. 3.4 mió. kr, tá er kostnaður fyri ráðgeving, projektering, eftirlit, trygging o. a. við.

Nes kommuna bað um tvey tilboð uppá arbeiðið, og Falkon hevði lægra tilboðið.

Hendan verkætlanin er enn ein roynd hjá Nes kommunu at skapa karmar fyri fjølbroyttum bústarmøguleikum. Seinastu árini eru fleiri nýgg setuhús bygd í økinum, og fleiri eru ávegis. Fyri stuttum hevur KBH bygt seks randarhús  við  Høganesvegin. KBH hevur eisini fingið eina fyribils tilsøgn um  keyp av einum lendi á 8000 fermetrar og at arbeiða víðari við at fyrireika eina íbúðarverkætlan í økinum oman fyri randarhúsini.

 

 

Móttøka á Blákrossheiminum á Nesi

Í dag var móttøka á Blákrossheiminum á Nesi, nú nýggja heimið longu er 10 ár, virksemið 40 ár og Anna D Háberg tann 1. okt. tók við sum nýggjur leiðari eftir Leiv á Lakjuni, sum hevur verið fyribils leiðari í eina tíð.

Anna er 57 ára gomul, búsitandi í Tórshavn og ættað úr Fuglafirði. Hon er MA í trivnaðar- og tilfeingissálarfrøði, umframt aðrar leiðsluútbúgvingar. Anna hevur drúgvar leiðsluroyndir frá Varðhaldinum í Mjørkadali, Javna og Føroya Politi.

Til móttøkuna vórðu heilsanir og góðynski borin fram, og Gadders framførdi nakrar sangir.

Súni í Hjøllum, borgarstjóri, nýtti høvi, vegna Nes kommunu, at heilsa uppá og ynskja nýggja leiðaranum hjartaliga tillukku við ábyrgdarfulla starvinum, alt tað besta, framhaldandi blíðan byr og signing við arbeiðinum.

 

Oyggjaleikanevndin vitjaði á Svangaskarði

Eftir innbjóðing frá Nes kommunu vitjaðu umboð fyri Oyggjaleikanevndina á Svangaskarði seinnapartin.

Greitt varð frá ítróttarligu umstøðunum og um, hvørjar møguleikar Nes kommuna annars hevur at bjóða í samband við oyggjaleikirnar, sum eftir ætlan verða í Føroyum í døgunum 3.-9. juli 2027.

Sum kunnugt komu Toftir og frælsur ítróttur veruliga á breddan í Føroyum, tá ið Oyggjaleikirnir vóru her í 1989. Nes kommuna ynskir aftur at bjóða seg fram sum ein góður viðleikari til Oyggjaleikirnar í 2027.

Á myndini: Teitur Samulesen, formaður í Oyggjaleikanevndini, Dakko Petersen, formaður í Teknisku nevnd, Heini Kristiansen, varaborgarstjóri, Solby Christiansdóttir, oyggjaleikasamskipari, John Kjær, oyggjaleikaráðgevi og Súni í Hjøllum, borgarstjóri.

Ein heilsan til Jákup Mikal Mikkelsen á 100 ára degnum

Góði Jákup Mikal! 

Hjartaliga til lukku við 100 ára føðingardegnum. Hetta er ein stórur dagur á Toftum og í Nes kommunu, og sjálvandi er býurin flaggskrýddur í dag.

Tað er mær ein stórur heiður at vera boðin við at hátíðarhalda dagin saman við tygum og familju, vinum og kenningum tygara, og tað takki eg hjartaliga fyri. Somuleiðis fari eg at ynskja allari familjuni hjartaliga til lukku við hesum stóra degi. Og tykkum, sum starvast á Vesturskin á Toftum og dagliga eru um Jákup Mikal, ynski eg eisini hjartaliga til lukku.

Tey í eldra ættarliðnum á Toftum søgdu ofta ”Beiggi hjá Karolinu”, heldur enn Jákup Mikal. Pápi mín, sum eisini var av 1924-árganginum, segði fyri tað mesta ”Beiggi hjá Karolinu”. Og tá ið tit hittust, eisini saman við Lenu, sum fylti 100 ár í summar, ja, so skemtaðust tit ofta um tann góða 1924-árgangin.

At gerast hundrað ár?

Tað er ikki mongum unt at gerast so gamal. 

Tað fær meg og okkum øll at hugsa um, hvat tað man hava at siga at hava livað í heili 100 ár – eina heila øld – ja, tað fær tankarnar veruliga í gongd. 

Tygum hava upplivað og verið vitni til nógvar broytingar og hendingar, og tað er torført at siga, hvør man hava verið hin størsta. 

Hugsi tykkum – um eina tíð, áðrenn elektrisitetið kom, áðrenn vegir og tunlar bundu oyggjarnar saman, áðrenn vit høvdu frystiboks, og áðrenn liðugt-gjørdar vørur vóru til keyps í handlinum. Alt hetta er trupult, ella ómøguligt at ímynda sær í dag.


Jákup Mikal Mikkelsen, úr Torbisgerði á Toftum, varð føddur 18. okt. 1924. Sonur til Karolinu, sum var ættað av Kjalnesi í Kollafirði,  og Jákup Mikal Mikkelsen av Toftum.

Jákup Mikal er uppkallaður eftir pápanum. Eitt hálvt ár, áðrenn hann var føddur, í apríl 1924, var pápin druknaður út fyri Grindavík í Íslandi, har sluppin Anna fór á land. Karolina, mamman, sat tá einkja við trimum børnum og einum á veg.

Jákup Mikal giftist í 1949 við Joninu (Ninu) Hansen (1926-2010), sum var ættað uttan av Rætt á Nesi. Tey bygdu sær nýggj hús í 1954 úti á Ytsu Heygum á Toftum. Her búði Jákup Mikal til januar 2024, tá ið hann flutti á Vesturskin. Síðan konan doyði í 2010, hava Hansmar, sonurin, og hann búð tveireinir í húsinum á Ytstu Heygum.

Jákup Mikal og Nina fingu 6 børn: Kára (1949 – 2004), Hanna (1951 – 2021), Jákup (1954 – 1964), Hansmar (1961), Jákupa (1966) og Ragna (1969).

Abbabørnini eru 14, langabbabørnini eru 20, og oldurabbabørnini eru 6 í tali.

Í 1939, sum 14 ára gamal, fór Jákup Mikal til skips við toftasluppini Elsu. Fyrsti túrurin var til Grønlands. Seinni heimsbardagi var brostin á, so í Føroyingahavnini málaðu teir danskt flagg á bógvin. Jákup Mikal var aftur við Elsu í apríl í 1940, og tá var hann við til at mála føroyskt flagg á bógvin, tá ið teir lógu í Havn.

Í 1941 var Jákup Mikal, saman við 250 øðrum føroyingum, og gjørdi flogvøll í Reykjavík.

Í 1942 arbeiddi hann á flakavirki á Patriksfirði. Undir krígnum var hann annars fleiri ár í Íslandi við skipum og bátum. Frá 1947 – 1953 var hann við Oyrasker, sum svágrar hansara førdu. So fór hann við Havborgini, til hann sum 40 ára gamal í 1964 fór upp á skúla.

Eftir tað var hann yvirmaður, tvey ár í uttanlandssigling, og tvey rend við norðmonnum, áðrenn hann fór við Jógvan Norði og seinni Mascot, sum hann stundum førdi. Veit, at teir í reiðarínum hjá Mascot eru honum sera takksamir fyri tíðina.

Jákup Mikal var sjómaður í útvið 50 ár. Tá ið hann legðist uppi, fór hann at arbeiða á Nyki. Hetta gjørdi hann, til virkið lat aftur í kreppuni í 1992.

Sum pensjónistur hevur hann eisini egnt hjá útróðrarbátunum á Toftum. Tá ið Undirhúsið á Toftum lat upp í 2012, gjørdist hann dagligur gestur har og fekk nógvar góðar vinir. Jákup Mikal er søgufróur, og hann hevur havt eitt minni sum fáur. Honum hevur dámt sera væl at siga frá, men eisin at lurta eftir søgum frá øðrum í Undirhúsinum. Jákup Mikal hevur trivist sera væl í Undirhúsinum, hevur verið fastur fúsur, tá ið menninir í Undirhúsinum hava sungið til ymisk høvi.


Góði Jákup Mikal! Við 100 árum á baki, hava tygum gingið mangar gøtur – til tíðir ójavnar og knortluttar, meðan aðrar hava verið heldur lættari.

 Nú eri eg komin at kenna tygum rættiliga væl  tey seinnu árini, har vit hava fingið mong góð prát í Undirhúsinum. Tygum duldu ikki fyri, at sum trúgvur kirkjugangari hevur kirkjan og gleðiboðskapurin mangan borið tygum, tá ið lívsgøtan annars var so sera knortlut. Tað fær meg at hugsa um sálmin ”Eydnan er ei at líta á” hjá Mikkjali á Ryggi, har hann í 3.ørindi sigur:

”Gakk tú við Guði hvørja stund,

lat so enn eydnuna skifta;

tá stendur tú á føstu grund,

hvirlur ei kunnu teg syfta.

Sterkari enn hvør borg í verð

máttur og miskunn Harrans er,

verja tey teg allar ævir”.

 Góði Jákup Mikal! Frásagnir tygara hava eisini ríkað mína søguliga vitan og virðing fyri teimum, sum undan okkum gingu her í gamla bygdasamfelagnum. Tygum hava eisini verið bygdaráðslimur í Nes kommunu í árunum 1981-84. Tað hava vit eisini tosað um, og hildu tygum, at tað var ikki akkurát tað rætta fyri tygum, serliga tí sum sjómaður vart tú ofta burturstaddur.

Men eitt, sum hevur eyðkent tygum fram um alt er, at tygum eru familjumaður og sera, sera ættkærur. -Og heimkærur – góður við heimbygdina.

Tygum hava havt eitt langt og ríkt lív, við upplivingum, lívsroyndum og innliti. Og eg fari enn einaferð at siga, at eg havi ómetaliga stóra virðing fyri tí stóra arbeiði, sum tygum, saman við tygara samtíðarfólkum, hava útint.  Eftir tygum liggur ein stórur arvur, sum nútíðarsamfelagið kann heysta.

At enda fari eg at takka fyri hugnaliga samkomu her í dag, ynskja tygum eitt blítt lívskvøld við tøkk fyri tíðina, sum okkum er tillutað – og enn einaferð, hjartaliga til lukku við føðingardegnum!

Takk fyri!

Súni í Hjøllum, borgarstjóri í Nes kommunu

 

Borgarstjórarnir við Skálafjørðin hava undirskrivað sáttmála um keyp av stigabili til SKS

Mánadagin 14. okt. undirskrivaðu Súni í Hjøllum, borgarstjóri í Nes kommunu, Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu og Artur Johansen, borgarstjóri í Sjóvar kommunu, sáttmála um keyp av einum nýggjum stigabili av slagnum Rosenbauer. Kostnaðurin er slakar 6,5 mió. kr, sum verður fíggjað yvir tvey fíggarár í mun til fólktalið í kommununum. Eftir ætlan verður stigabiluri avhendaður seint á heysti 2025.

Aftan fyri Skálafjarðar Kommunala Sløkkilið (SKS) standa tær tríggjar kommunurnar við Skálafjørðin, Nes – , Runavíkar- og Sjóvar kommuna. Felagsskapurin var stovnaður fyri 50 árum síðan, tann 4. september 1974. Samstarvið hevur verið fyrimyndarligt við sera góðum og trúgvum sløkkiliðsfólkum – tey seinastu mongu árini við Sunleivi Højgaard sum tilbúgvingarleiðara og Vilhelm M. Olsen sum varaleiðara.

Fólkatalið í hesum trimum kommunum er nú áleið 7.200, meðan fólkatalið var á leið 4.400, tá ið felagskapurin varð stovnaður. SKS fevnir um eitt rættiliga vítt øki, av Eystnesi og norður til Funnings.

Í stýrinum fyri Skálafjarðar Kommunala Sløkkilið eru teir tríggir borgarstjórarnir fastir limir, harafturat hevur Runavíkar kommuna tveir fastar limir. Í stýrinum er eisini tilbúgvingarleiðarin og eitt umboð frá fútanum. Eisini møtir varatilbúgvingarleiðarin til fundirnar.

Arbeiðið uppá brimverjuna í Oyrunum byrjar aftur

Nú byrjar arbeiðið uppá brimverjuna í Oyrunum aftur. Í løtuni er brimverjan komin út á 110 metrar, og nú verður farið undir at gera teir írestandi 70-80 metrarnar soleiðis, at brimverjan kemur út á 180-190 metrar.

RTS og Nes kommuna hava gjørt sáttmála um, at grótið verður fingið til vega úr lendinum sunnan fyri vatnbrunnarnar við Regnavegin. Eftir ætlan verður arbeiðið liðugt komandi vár.

At fáa brimverjuna liðugtgjørda er, vísandi til framløguna í Tofta skúla fyri stuttum, fortreytin fyri at fremja ætlanina um eitt trivnaðarøki við Rætt.

Nú nýggjur sáttmáli er gjørdur við RTS um grótið sunnan fyri vatnbrunnarnar, so er fyrr gjørdi sáttmálin millum Nes kommunu og Skákið broyttur. Íbúðarverkætlanin hjá Skákinum fevnir nú um økið norðan fyri vatnbrunnarnar.

Ætlanir um tríggjar nýggjar íbúðarbygningar

Í summar bjóðaði Nes kommuna út jørð til íbúðarverkætlan undir Høganesi, í økinum omanfyri, har KBH hevur bygt seks randarhús fyri stuttum.  Talan er um eitt øki á áleið 8000 fermetrar.

Tað var upp til tey bjóðandi at koma við uppskoti um, hvussu byggingin verður skipað, og hvat slag av íbúðum verða bygdar. Hetta kann vera eigaraíbúðir, leiguíbúðir ella lutaíbúðir.

Tað er treyt, at hóskandi tal av íbúðum er í verkætlanini. Tað er fyrimunur, um byggingin er fjølbroytt við ymiskum íbúðarstøddum, har atlit verður tikið til umhvørvið og góða útsýnið. Kommunan leggur dent á, at byggingin tekur seg væl út, er dygdargóð og fellur væl inn í landslagið.

Tríggjar byggifyritøkur vístu áhuga, men tá ið freistin var farin tann 20. sept., var eitt boð innkomið frá byggifyritøkuni KBH.

Ætlanin hjá KBH snýr seg um tríggjar íbúðarbygningar, har støddin á íbúðunum er annaðhvørt 84 og/ella 114 fermetrar.

Á býráðsfundinum í Nes kommunu tann 30. sept. varð samtykt, eftir tilmæli frá teknisku deild og teknisku nevnd, at játta KBH tilsøgn um nevnda lendið og at arbeiða víðari við uppskotinum um hesa íbúðarverkætlanina.

 

Innspark avhendaði arbeiðini á spæliplássunum

Í vár samtykti býráðið í Nes kommunu  at taka av tilboði frá Innspark um at keypa nýggjan útbúnað til spæliplássini í Tofta skúla og Barnagarðinum á Svangaskarði.

Gjørd er ein heildarætlan fyri útiøkið við skúlan, og í summar varð so fyrsta byggistigið framt í sjálvum skúlagarðinum. Talan er samanlagt um eina sera stóra íløgu, og tí er neyðugt at taka hetta í stigum.

Í Barnagarðinum varð annars byrjað í fjør, og í summar varð so hildið fram. Nú er eisini komin nýggjur útbúnaður til vøggustovuna.

Í fjør varð eisini ein stór íløga gjørd í spæliplássið í nýggja Frítíðarskúlanum. Innspark var eisini veitari.

Við hesum íløgum ynskir býráðið at raðsfesta og stimbra umstøðurnar hjá børnunum, tá ið tey eru uttandura.

Fyrrapartin í gjár var fundur á kommunuskrivstovuni, har Hans Korsgaard, stjóri í Innspark, avhendaði arbeiðini til Súna í Hjøllum, borgarstjóra í Nes kommunu.

Nes kommuna takkar Innspark fyri sera gott samstarv.

×