Tað er Esbjerg Politi Idrætsforening, sum skipar fyri einum túri til Føroyar eftir ólavsøku í 2021. 120 luttakara hava teknað seg til føroyatúrin og tað er fullteknað. Luttakararnir, sum eru løgreglufólk og familjulimir teirra, eru úr Danmark, Svøríki og Noreg. Harumframt verður tað eisini møguleiki hjá føroyingum at luttaka.
Í vitarenning verður runnið í ókendum øki og tí er neyðugt við korti og kumpas tá runnið verður. Á rutuni eru fleiri eftirlitstøð (postar), sum rennarnir skulu finna. Endamálið er so at finna skjótasta vegin til øll eftirlitsstøðini í rættari røð og koma fyrst á mál.
Fyrireikingarnar av vitarenningini hava verið í gongd síðani 2017.
Nes kommuna hevur í verið í tøttum samskifti við fyrireikararnar, sum gleðast um vælvildina teir eisini hava fingið frá teimum, sum umsita hagarnar við Toftavatn.
Tað eru fimm ymiskar rutur við ymiskum torleikastigum, so øll kunnu vera við.
Tilmelding fer fram við at senda ein teldupost til e.lindholdt@gmail.com í seinasta lagi mánadagin 26. juli. Tó ber til at melda seg, so leingi pláss eru eftir. Minst til at viðmerkja navn og tal av luttakarum. Afturat tilmeldingini skulu 100kr gjaldast til Esbjerg Pl v/ Lars Thøgersen. Pengarnir skulu flytast á konto hjá Lån & Spar:
• Reg. 0400 Konto 4012748197 ella
• Iban nr. DK4404004012748197/Swift nr. LOSADKKK
viðmerk: ”Toftavatn” + navn/felag & tal av luttakarum.
Nærri kunning um tiltakið sæst við at trýsta her.