2. august 2021 verður vitarenning (orienteringsløb) í haganum við Toftavatn. Byrjað verður á Svangaskarði, har málið eisini verður.
Tað er Esbjerg Politi Idrætsforening, sum skipar fyri einum túri til Føroyar eftir ólavsøku í 2021. 120 luttakara hava teknað seg til føroyatúrin og tað er fullteknað. Luttakararnir, sum eru løgreglufólk og familjulimir teirra, eru úr Danmark, Svøríki og Noreg. Harumframt verður tað eisini møguleiki hjá føroyingum at luttaka.
Í vitarenning verður runnið í ókendum øki og tí er neyðugt við korti og kumpas tá runnið verður. Á rutuni eru fleiri eftirlitstøð (postar), sum rennarnir skulu finna. Endamálið er so at finna skjótasta vegin til øll eftirlitsstøðini í rættari røð og koma fyrst á mál. Sum skilst verða fleiri teinar og longsti teinurin verður 6,5 km.
Fyrireikingarnar av vitarenningini hava verið í gongd síðani 2017 og í 2018 vóru 2 mans í Føroyum og teknaðu rutuna á kort, sum rennast skal í haganum við Toftavatn.
Myndin: Erik Lindholdt, fyrireikari og Jóhannus Danielsen, borgarstjóri.
Í gjár vitjaði ein av fyrireikarunum, Erik Lindholdt, á Toftum. Fundur var á kommununi og hann kunnaði seg um umstøðurnar á Svangaskarði v.m. Nes kommuna hevur í verið í tøttum samskifti við fyrireikararnar síðani 2017, sum gleðast um vælvildina teir eisini hava fingið frá teimum, sum umsita hagarnar við Toftavatn.
Teir 120 luttakarnir verða í Føroyum í eina góða viku. Umframt vitarenningina í haganum við Toftavatn 2. august, verður eisini skipað fyri rennikappingum í Havn 3. og 5. august, og á Tvøroyri 7. august.
Nærri verður at frætta um kappingarnar og tilmelding í komandi ári.