Týsdagur 3. mai
Kl. 10:00 – 12:00 Gamla Gerði er opið. Frásøgn við Tórði Mikkelsen og systrunum í Gerðinum. Musikskúlanæmingar luttaka. Ein drekkamuður verður at fáa. Ókeypis.
Kl. 16:00 – 18:00 Tekniverkstað fyri børn á Bókasavninum v/Edith Mørkøre (Litbrigdi). Børn undir 7 ár kunnu luttaka saman við vaksnum. Ókeypis.
Kl. 17:00 Hugnalig sangløta á Neshamri við “Ólavi Højgaard og vinmonnum”. Aftaná er nátturði við breyði og føroyskum viðskera í gamla prestagarðinum. Ókeypis.
Kl. 20:00: Kvinnukvøld í Tofta skúla. Marjun Lómaklett, integratiónsprestur, hevur upplegg: “Kvinnur í dagsins samfelag”. Herborg Torkilsdóttir framførir. mótasýning v.m. Drekkamuður verður at fáa.