Týsdagin 10. november 2020 verður Kommunuval.
Tá freistin at lata inn valevnislistar var farin, var ein listi.
Valstýrið hevur gjøgnumgingið og góðkent listan.
Hesi eru uppstillaði til Kommunuvalið í Nes kommunu:
- Petur Jákup Anfinnur (Dakko) Petersen, Saltnes
- Elin Ólavsdóttir á Torkilsheyggi, Nes
- Kaj Eli Hansen, Nes
- Janus Thomsen, Nes
- Heini Súnason Kristiansen, Toftir
- Høgni Hansen, Toftir
- Súni í Hjøllum, Toftir
- Hanna Krista Poulsen, Toftir
- Jan Højgaard, Nes
- Hallfríð Lamhauge Kjeld, Toftir
- Rannvá í Túni Petersen, Saltnes
Valið fer fram í Fimleikahøllini í Tofta skúla. Atkvøðugreiðslan byrjar kl. 10.00 og heldur fram til kl. 20.00 ella so leingi veljarar møta uttan steðg.
Veljarir fáa valkort sendandi og verða bidnir at siga frá skjótast gjørligt á kommununuskrivstovuni um feilur er íkomin.
Nes kommuna.