Onnur tíðindi

Vaktarskifti í Barnaverndini við Skálafjørðin

Nes-, Sjóvar- og Runavíkar kommuna umsita í felag barnaverndina í økinum við Skálafjørðin. Nú húsast barnaverndin í húsunum, sum Símun í Bakkanum og konan Karla í sínari tíð bygdu úti við Toftavatn. Roðin, sum er eldrasamtakið hjá somu kommunum, eigur húsini.

Jenny Petersen, sum hevur starvast hjá barnaverndini í 18 ár, hevur verið leiðari síðan 1. mai 2021. Hon hevur nú valt at taka við øðrum avbjóðingum. Tí hevur verið søkt eftir nýggjum leiðara. Setanarnevndin, ið m.a. var mannað av borgarstjórunum í teimum trimum kommununum, innstillaði einmælt Katrina Dam til starvið sum leiðari. Tikið var undir við hesum í avvarðandi kommununum. Katrin er 34 ára gomul, hon varð í 2020 útbúgvin sum sosialráðgevi frá Professionsháskúlanum Absalon í Slagelse í Danmark, og var annars júst byrjað í starvi hjá Barnaverndartænastuni við Skálafjørðin. Fyrstu 3 árini eftir lokna útbúgving starvaðist hon sum sosialráðgevi á familjudeildini á Amager í Danmørk.

Í samband við vaktarskiftið varð skipað fyri hugnaligari samkomu í dag. Jenny takkaði fyri tíðina, og ynskti avloysaranum hepna hond og bestu eydnu í starvinum.

Vegna kommunurnar í samstarvinum takkaði Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu, Jenny Petersen fyri trygga leiðslu og gott samstarv. Samstundis ynskti hann vegna kommunurnar Katrini Dam blíðan byr í nýggja og ábyrgdarfulla starvinum.