Onnur tíðindi

Urgukonsert mánakvøldið

  • 7
    Shares

Mánakvøldið, 20. august kl. 20.00, verður urgukonsert í Fríðrikskirkjuni. Tað verður amerikanski urguleikarin, James D. Hicks, sum framførir Nordic Journey / Organ Music from Nordic Lands. Konsertin er partur av Summartónum.

Á skránni eru nýggj verk til urgu frá tónasmiðjum í norðurlondum, ið James D. Hicks hevur bílagt til framførsluna.

Løgini sum spæld vera, kom frá innspældu røðini hjá Hicks, Nordic Journey, ið er ein kanning av norðurlendskum urguverkum, upptikin á søguligum urgum úr øllum Skandinava. Røðin er framleidd av plátufelagnum, American Pro Organo,  í sjey pørtum. Áttandi partur verður upptikin í november, í Hallgrímskirkjuni í Reykjavík, og hendan konsertin fer at innihalda nógv av verkunum, ið verða upptikin í næstu dupult fløgu.