Runt um í kommununi sæst skøra á nøkrum støðum. Til tess at fyribyrgja, at skøra fær fótafesti og spjaðir seg, verður heitt á fólk um at grava skøruna upp í egnum øki og í felagsøkjum. Umráðandi er at taka skøruna upp við rót. Skøran skal í ein posa, sum verður burturbeindur sum vanligt húsarhaldsburturkast, sum verður brent.
Heitt verður á fólk um ikki at brúka týningarevni ella salt móti skøruni. Hetta situr leingi eftir í jørðini og ávirkar annan gróður og umhvørvið annars. Har sum skøra er tikin upp, kann sáast ella plantast við øðrum vøkstri, soleiðis at skøra ikki festur seg aftur.
Oftast sæst skøra framvið vegum, gøtum og á traðum í kommununi, har hon hevur fest seg í lendið, har annar vøkstur ikki er so nógvur. Fær skøra fótafesti, kann hon vaksa seg stóra og spjaðast.
Nes kommuna