Tíðindaskriv:
Í kanningini hevur Gallup Føroyar tosað við 438 fólk í ávikavist Runavíkar, Nes og Sjóvar kommunu, sum eru 65 ár og eldri.
Hetta svarar til 43% av teim 1015, ið eru í hesum aldursbólki.
Tey eldru á Skálafjørðinum eru sum heild væl nøgd við tilveruna og eru væl fyri.
Tey allarflestu búgva í egnum sethúsum og ein stórur partur býr saman við hjúnafelaga ella familju.
45% av teim spurdu kundu hugsað sær at flutt í eina minni íbúð.
Nógv tey flestu koma runt í egnum bili, so tey eru sera mobil og taka sær av egnum viðurskiftum. Út við 100 av teimum 438 spurdu arbeiða framvegis og fleir av teim kundu hugsað sær at arbeitt fleiri ár afturat.
Tey flestu hava avvarðandi, sum búgva í nánd ella aðrastaðnis í Føroyum. Bert nøkur fá hava eingi avvarðandi. Yvir 75% kenna seg ongantíð einsamøll. Tó eru nøkur, sum ofta ella av og á gera tað.
Tá tey sjálvi skulu meta um egna heilsustøðu, siga tey flestu, at hon er góð. Helvtin sigur seg røra seg kropsliga antin við at ganga ella gera fimleik.
Í kanningin síggja vit, at tey flestu halda seg eta sunnan kost.
Nógv eru sera aktiv og luttaka í sosialum felagsskapum, umframt at tey spæla ein aktivan lut í sínum egnum familjum.
Ein lítil tørvur er á vitjunarvinum og enn fleiri hava hug at vera vitjunarvinur hjá onkrum.
Spurd um framtíðina og møguleikar at verða heima sum longst, svaraðu tey flestu, at tað mest umráðandi fyri tey er, at avvarðandi eru í nánd ella til staðar fyri at veita eina hjálpandi hond. Eisini var sera umráðandi at hava møguleika at fáa heimahjálp ella heimasjúkrarøkt.
Sum heild halda tey spurdu, at Økistænastan hjá Skálafjarðarsamstarvinum, sum umsitur heimahjálp/heimasjúkrarøkt, økisterapi, røktarheim og sambýli, veitir eina góða tænastu.
Á fundi 7. sept., varð kanningin løgd fyri bý- og bygdaráðslimir í Runavík, Nes og Sjóvar kommunum.
Les kanning her