Nú hava húsarhald í Nes kommunu møguleika fyri at skilja glas frá til endurvinning. Í samstarvi við IRF, hevur Nes kommuna sett eitt 1000-liturs ílat á Endurnýtsluplássið til glasburturkast.
Hvat glas kann latast til endurvinning?
Allar glasfløskur, drekkigløs og glaskrukkur kunnu latast til inn endurvinning. Glasluturin skal vera tómur og skolaður við vatni (Tað er ikki er neyðugt at vaska lutin við sápu). Áskriftir (etikettir) kunnu vera á glaslutinum, og tað sama er galdandi fyri lok og proppar úr plasti, korki og metalli.
Hvat glas kann IKKI latast til endurvinning?
- Steintoy og postalín (t.d. koppar og krúss)
- Keramikkur (t.d. urtapottar)
- Eldføst føt
- Grýtulok úr glasi
- Ljósperur (Allar ljósperur skulu í reyða posan)
- Spegl
- Vindeygagløs, bilrútar og laminatgløs
- Holnálir (kanylir) og annað glas við vandamerki á
Skiljing av húsarhaldsburturkast
Tá tað snýr seg um at skilja húsarhaldsruskið, vísir IRF til bæði hvíta og reyða posan.
Í hvíta posan kanst tú lata:
- Papp/pappír
- Tíðarrit og prentað bløð
- Lýsingar (tak plastposan av fyrst)
- Smáeskjur (t.d. frá heilivági, smyrsli)
- Brævbjálvar (við og uttan rút)
- Skógvaeskjur, papprullur, bøkur
Eisini pappír/papp við eitt nú smáum jarnklipsum, klisturstubbum og tílíkum kann latast í hvíta posan. Les meira um hvíta posan her.
Í reyða posan kanst tú lata:
- Ljósperur
- Battarí (skulu vera í afturlatnum ílati/krukku fyri seg í posanum)
- Máling
- Loysingarevni
- Sýra og lútur
- Spreydósir
- Leivdir av plantu- og djóraeitri
- Smærri elektroniskir lutir
- Serliga dálkandi burturkast annars
Tú kanst lesa meira um reyða posan her.