Onnur tíðindi

Súni í Hjøllum, borgarstjóri, setti Bilafestivalin á Svangaskarði seinnapartin

Súni í Hjøllum, borgarstjóri í Nes kommunu:

 

Bilafestivalurin á Svangaskarði tann 17. og 18. apríl 2021

 

Góðu tit øll, gestir og bygdafólk! Hjartaliga vælkomin til Bilafestivalin á Svangaskarði.

Nú vit í dag eru komin saman til ein bilafestival á Toftum og síggja hesar mongu og snotuligu bilar, so má sigast, at nógv er broytt við ferðasambandinum tey seinastu hundrað árini.

Fyrr í tíðini ferðaðust fólk eftir sjónum við báti og gingu um fjøll millum bygdir eftir varðagøtunum.

Fyrrapartin í 1900-árunum komu størri før, brúgvar og havnaløg. Á landi fingu føroyingar vegir, og alt hetta bøtti munandi um ferðasambandið. Samskiftið gjørdist eisini betri, so hvørt sum postsambandið mentist, og telefonin kom. Ikki minst gjørdist trivnaðurin og livilíkindini betri, tá ið hvørt hús fekk ravnmagn.

 

Í kjalarvørrinum av ídnaðarkollveltingini í útheiminum komu seinnapartin av 1800-talinum bæði sporvognar, tok og motorakfør. Til motorakførini var neyðugt við vegum. Føroyingar, sum høvdu verið uttanlands, byrjaðu at tosa um at gera vegir í Føroyum.  Í skjølum sæst, at í 1905 viðger Føroya løgting á fyrsta sinni spurningin um at gera vegir í Føroyum.

 

Í 1916 verða teir fyrstu koyrivegirnir í gomlu Nes sóknar kommunu umrøddir á løgtingi. Tá vóru bara tvey vegastrekki til akfør millum bygdir gjørd í Føroyum. Talan var um Sanatoriuvegin úr Havnini niðan í Hoydalar og spildurnýggi vegurin millum Skopun og Sand. Fleiri andøvdu ímóti og vóru beinleiðis ímóti at gera vegir í Føroyum, men umsíðir komu vegirnir so við og við.

Í 1922 kemur fyrsti bilurin til landið. Wenzel Petersen og Vilhelm Nielsen innfluttu  ein 1-tons Ford TT lastbil. Tað var Júst Sivertsen og Johannes Olsen, sum keyptu bilin.

Um hetta mundið høvdu mjólkabátarnir siglt í eini 30-40 ár úr bygd í bygd eftir mjólk. So hvørt sum vegir komu millum bygdirnar, fækkaðust plássini, sum bátarnir sigldu til. Fast vegasamband kom út á Toftir í 1938. Sum næsta atløgupláss hjá Havnini gjørdist Toftir nú ferðslumiðdepilin í Eysturoynni, og fyrsta veruliga atløgubryggjan á Toftagjógv, sum kom í 1928, gjørdist nú eitt knútapunkt.

Nú vegirnir vóru komnir, komu nakrir fáir bilar – eisini her í Eysturoynni. Arnhold Davidsen á Kvíggjarheyggi er dømi um ein mann í Nes kommunu, sum byrjaði tíðliga. Longu í 1943 keypti hann sín fyrsta lastbil. Sum kunnugt gjørdist tað at koyra bil hansara lívsstarv. Aðrir fingu sær eisini lastbil. Frá barna- og ungdómsárunum minnist eg best sjálvur lastbilarnar hjá Frank Gaardbo (har Svend Olsen í Hjøllum, Svend-gubbi, koyrdi), bilarnar hjá D.P.Højgaard (har m.a. Frede Benjaminsen og Eskild Højgaard koyrdu), Dánjal Eli Højgaard og seinni Frits Johannesen.

Ein av teimum fyrstu, sum hevði hýruvognskoyring á Toftum, var Petur Sofus (Piddi) Højgaard. Í 1959 høvdu tríggir menn hýruvognsloyvi. Teir vóru Arnhold Davidsen á Kvíggjarheyggi, Petur Martin Joensen í Saltnesi og Dánjal Eli Højgaard á Regni. Sum smádrongur fyrst í 1960-unum minnist eg eisini, at m. o. Aksel, Nanna og Gunnar Olsen koyrdu hýruvognskoyring. Helst havi eg eisini gloymt onkran.

Í 1967 varð Bilstøðin AUTO stovnað á Toftum. Tað vóru Kristian Høgagarð, Theodor Heinesen í Nýggjagerði, Dánjal Eli Højgaard , Frits Johannesen, Hjørleif Jacobsen og Hendrik Johannesen, sum stovnaðu bilstøðina. Brøðurnir Kristian Martin Hammer, vanliga nevndur Gissi, og Klæmint Hammer plagdu eisini at loysa av. Ikki allir hýruvognsførararnir í Nes kommunu gjørdust limir í AUTO. Nakrir hildu fram at koyra fyri seg sjálvar.

 

AUTO byrjaði við seks bilum, men seinni kom ein bilur afturat. AUTO royndi á álvarsaman og skemtiligan hátt at lýsa fyri sær sjálvum í bløðunum. Ein lýsing rímaði við orðum og tølum og ljóðaði soleiðis:

 

Skulu tit bil hýra

so snarið bert 7404

 

Í 1972 gevst AUTO, hetta var samstundis sum alsamt fleiri privatbilar koma. Tó hava ávís fólk síðan við jøvnum millumbilum  havt og hava framvegis hýruvogn í Nes kommunu. Onnur í Nes kommunu hava havt og hava framvegis lastbilar, bussar og maskinur til vinnuveg.

Fyri at fáa ein mynd av, hvussu skjótt biltalið økist, kunnu vit nevna:

1969: 3000 bilar

1974: 7000 bilar

1981: 12000 bilar

 Í dag eru væl oman fyri 30.000 bilar skrásettir í Føroyum.

So sigast má, at tað nærum eru øll yvir 18 ár, sum hava ein bil.

Bilurin er okkum øllum sera hentur uppá so nógvar mátar. Men bilarnir hava ikki bara verið hentir. Teir kunnu eisini vera ein hóttan, tá vit hugsa um ferðsluvanlukkur. Í 1974, tá ið Tryggingarsambandið fór at kanna møguleikarnar at stovna eitt ferðsluráð í Føroyum, doyðu 13 fólk í ferðsluni. Okkurt ár í 1980-unum doyðu 14 fólk í ferðsluni. So syndarligur hevði standurin ongantíð verið fyrr, og tí var alneyðugt at gera ferðsluna tryggari. Tað hevur verið aðalmálið hjá RFF og hjá myndugeikunum annars. Tryggari vegir, tryggari bilar, herd lóggáva og áhaldandi dygdargott arbeiði hjá RFF hevur bøtt munandi um støðuna. -Hetta er álvarsmál, har ikki ber til at slaka. Áhaldandi má arbeiðast fyri eini so tryggari ferðslu sum møguligt.

 

Tað vardi meg ikki, og neyvan nakran, at tá ið B68 eitt kalt vetrarkvøld í november í fjør vann sær rættindi aftur at spæla í fremstu deildini í fótbólti, at hetta samstundis skuldi fáa tað avleiðing, at vit í dag fara at uppliva størsta bilatiltak nakrantíð í Føroya søgu.

 

Tit í B68, sum eru stigtakarar, eiga eina stóra tøkk fyri hugskotið og tiltakið, sum tit gera saman við teimum ymsu bilasølunum og fyritøkunum annars. Samstundis sum tiltakið setur sjóneykuna á álvarsmál og avbjóðingar innan bilar, keyp og sølu, burðardygga ferðslu og umhvørvi, so ber eisini til hjá teimum vitjandi at uppliva hugna,  góða samveru – og her  bæði í álvara og gaman møguleika at stuðla okkara lokala fótbóltsfelagi B68.

 

Við hesum fáu orðum vil eg vegna Nes kommunu ynskja tykkum øllum tveir góðar og gevandi dagar og kunngeri hervið Bilafestivalin á Svangaskarði at verða settan.