Onnur tíðindi

Summarkvøld við Toftavatn 2023

Mikukvøldið 21. juni kl. 18 er tiltakið summarkvøld við Toftavatn aftur á skrá. Summarkvøld við Toftavatn er eitt afturvendandi tiltak, ið tekur støði í verkætlanini við gøtuni runt Toftavatn, ið Nes og Runavíkar kommunur eru felags um.

Farið verður avstað av tveimum støðum kl. 17.50: frá Skúlanum við Løkin og av Svangaskarði. Í ár hugleiðir Urd Johannesen. Ólavur Højgaard syngur.

Talan er um eitt sera hugnaligt barna- og familjuvinarligt tiltak, har burgarar og okkurt at drekka verða at fáa ókeypis. Øll eru hjartaliga vælkomin.

Nes og Runavíkar kommunur