Týsdagin 3.mai 2022, á krossmessu, skipar Tofta skúli fyri einum stuðulsátaki til frama fyri ”Hjálp til Ukraina”. Við hesum stuðulsátaki ynskja vit at seta fokus á týdningin at hjálpa í breiðari merking.
Stuðulsátakið verður skipað sum ein stuðulsrenning uppi á rennibreytini á Svangaskarði, hvar ið næmingarnir renna ella ganga í umleið ein hálvan tíma.
Møguleiki er at stuðla hesum átaki við at flyta eina upphædd inn á konto 6460-169.720.1 hjá Nes kommunu. (Viðmerkið ”Hjálp til Ukraina”). Peningurin verður síðani fluttur til Reyða Kross Føroya.
Skráin fyri dagin:
1. & 2. tími: Vanlig skúlagongd
3. tími: Flokslærarar tosa við næmingarnar um at hjálpa í breiðari merking
Kl. 11.00 – 12.30: Stuðulsrenning á rennubreytini á Svangaskarði.
Kl. 13.00 – 14.00: Hugnaløta við sangi og kaffi
Dagurin endar við einari hugnaløtu kl. 13.00. Á skránni verður sangur, kaffi og okkurt gott til næmingarnar. Møguleiki verður eisini at at keypa heimagjørt súltutoy og okkurt annað. Foreldur og onnur eru vælkomin til hugnaløtuna, um tað liggur fyri.
Allur stuðulin verður latin til Reyða Kross Føroya at umsita og lata sum hjálp til Ukraina.
Vit vóna, at tað verður tikið væl ímóti hesum stuðulsátaki!
Tofta skúli.