Í kvøld fer Sølvi R. Hansen at halda ein fyrilestur á bókasavninum í Tofta skúla. Sølvi er formaður í felagnum fyri frælsan ítrótt í Føroyum (FÍF), og hann hevur givið fyrilestrinum heitið “Rørsla-ger okkurt sum tú tímir”
Fyrilesturin er partur av skránni á Várdøgum, sum Nes kommuna skipar fyri í hesum døgum. Ein kaffimunnur verður eisini at fáa.