Onnur tíðindi

Sløkkiliðið skipað

4. september í ár fyllir Skálafjarðar Sløkkilið 47 ár. Hendan dagin í 1974 møttust umboð fyri Skála, Sjóvar, Runavíkar og Nes kommunu á kommunuskrivstovuni á Skála fyri at umrøða sløkkiliðsmál. Ongi amboð vóru tá kring fjørðin til eldsløkking, men Skála kommuna hevði í boði, at fáa ein sløkkiliðsbil frá A/S H. Meisner-Jensen í Keypmannahavn fyri slakar 3 hundrað túsund krónur. Burturúr fundinum kom Skálafjarðar Sløkkilið, og tær fýra kommunurnar samdust um at keypa umrødda bil, og politisk semja gjørdist í sama viðfangi um at keypa eina brandpumpu, sum skuldi hava støð í Runavík.

 

Í dag varða tríggjar kommunur av Sløkkiliðnum. Fjórða hvørt ár, eftir at kommunuval hevur verið, verður stýrið fyri sløkkiliðið valt við umboðum fyri Nes, Sjóvar- og Runavíkar kommunur. Týsdagin var skipanarfundur hildin á kommunuskrivstovuni á Toftum, og stýrið skipaði seg, eftir uppskoti frá borgarstjóranum í Runavíkar kommunu, við Súna í Hjøllum sum formanni og Arturi Johansen sum næstformanni. Hini politisku umboðini eru Tórbjørn Jacobsen, Terje Beinar Vestergaard og Pauli Poulsen, sum allir umboða Runavíkar kommunu. Hans L. Djurhuus umboðar fútaembætið í stýrinum. Við á fundinum vóru eisini tilbúgvingarleiðarin og varaleiðarin – Sunleiv Højgaard og Vilhelm M. Olsen.

 

Á myndini síggjast fremst frá vinstru: Artur Johansen, Súni í Hjøllum og Sunleiv Højgaard og aftast frá vinstru: Hans L. Djurhuus, Pauli Poulsen, Tórbjørn Jacobsen, Terje Beinar Vestergaard og Vilhelm M. Olsen.