Onnur tíðindi

Skrivstovufólk til Nes kommunu

Nes kommuna søkir eftir skrivstovufólki at byrja 01.01.2024. Talan er um fulltíðarstarv við møguleika fyri niðursettari tíð.

Arbeiðsuppgávurnar eru í høvuðsheitum

  • Móttøka og telefonavgreiðsla
  • Avgreiða innkomnan post
  • Umsita journalskipanina
  • Umsita fólkayvirlitið
  • Gera klárt til fundir og tiltøk
  • Umsita heimasíðuna
  • Aðrar fyrifallandi uppgávur

Vit vænta at tú

  • Hevur viðkomandi útbúgving innan skrivstovu ella aðra líknandi útbúgving
  • Hevur gott yvirlit, ert røkin og nærløgd/nærlagdur
  • Ert fyrikomandi, tænastusinnað/ur og álitisfull/ur
  • Megnar at halda tíðarfreistir
  • Tolir skiftandi arbeiðstrýst
  • Hevur lætt við at umstilla teg til nýggjar mannagongdir
  • Dugir væl at samskifta
  • Hevur góðar málsligar førleikar
  • Hevur góðar telduførleikar og megnar at seta teg inn í nýggjar skipanir

Vit bjóða

  • Eitt spennandi starv við møguleika fyri fakligari og persónligari menning
  • Eitt gott og mennandi arbeiðsumhvørvi, har uppgávur javnan verða loystar í felag

Setanarviðurskifti

Løn verður ásett sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Starvsfelagið.

Umsóknir við prógvum, CV og øðrum viðkomandi skjølum, skulu verða Nes kommunu í hendi í seinasta lagi hósdagin 2. november. Umsóknirnar kunnu sendast við telduposti til nes@nes.fo ella við brævi til Nes kommunu, Toftavegur 3, 650 Toftir. Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Súna í Hjøllum, borgarstjóra, á telefon 565000 ella til Elsbet E. Magnussen, kommunuskrivara á telefon 565007.

 

Nes kommuna tilskilar sær rætt til at lýsa starvið leyst av nýggjum, um ikki nóg nógvir ella skikkaðir umsøkjarar eru til starvið.

Um Nes kommunu

Á kommunuskrivstovuni starvast, umframt borgarstjóran, kommunuskrivarin, roknskaparleiðarin, ein bókhaldari, tekniski leiðarin og eitt starvsfólk á teknisku deild.

Nes kommuna er ein framsøkin kommuna við 1530 íbúgvum. Við atliti til umhvørvi og náttúru, skapa vit bestu fyritreytir fyri vinnu-, frítíðar- og bústaðarmøguleikum. Vit ynskja at vera ein kommuna, ið er savnandi, vísir umsorgan og gevur møguleikar fyri tí einstaka og familjuni at trívast. Eisini ynskja vit, við opinleika, góðum samskifti og dugnaskapi, at skapa álit ímillum borgarar og kommununa. Nes kommuna er ein kommuna fyri øll, og vit vilja skapa lív og ganga fremst.