Í samband við at Nes kommuna tekur býarheiti, bjóðar bygdaráðið øllum borgarum í kommununi til morgunmat og hátíðarhald í fimleikahøllini í Tofta skúla leygardagin kl. 10.00.
Morgunmatur verður at fáa frá kl. 10.00.
Síðani verður tiltak í fimleikahøllini kl. 10.30, har borgarstjórin heldur røðu og heiðrar borgara nr. 1500.
Eisini verður felagssangur og Jens Marni Hansen fer at framføra.
At enda fara Angela og Hannibal at undirhalda.
Vit bæði vóna og vænta at síggja nógv fólk.
Hjartaliga vælkomin!
Nes kommuna