Sanna Hansen segði:
Góðu tit øll.
Hesa tíðina á árinum dáma tey flestu okkara at pynta – bæði inni og úti.
Vit pynta við einglum, nissum, hjørtum, jólatrøum, seta stakar í vindeyguni og so pynta vit eisini við stjørnum.
Mær dámar væl at pynta við stjørnum, og eg havi stjørnur hangandi uppi alt árið.
Allar hesar stjørnurnar hava sína søgu, sum eg í tí stilla gleðist um.
Eg fari at siga nøkur orð um tvær av hesum stjørnunum.
Aðra stjørnuna havi eg fingið frá ommusoninum Jóannes. Hon hongur í einum vindeyga í stovuni.
Í 2023 vóru vit í Sankta Susanne í Spania.
Ein dagin fór eg saman við ommubørnunum Sannu, Jóannes og Maiu inn til Barcelona. Vit fóru at vitja kirkjuna Sacrada Familia.
Kirkjan Sacrada Familia hevur staðið í gerð í meiri enn 140 ár. Væntandi verður hon liðug í 2026. Tað er arkitekturin Antoni Gaudi, sum hevur teknað hana. Tað sum ger, at eg minnist navnið Antoni Gaudi, er, at eg átti ein abbabeiggja her á Toftum, sum æt Anton og hevði kelinavnið Gódi. Vit sum eru komin eitt sindur upp í árini minnast væl Góda.
Tá ið vit komu til souvenirhandilin, ynskti Jóannes at keypa mær okkurt, og eg valdi hesa stjørnuna, sum er skorin úr kartong.
Hin stjørnan hongur í vindeyganum í sjónvarpsstovuni. Hon lýsir og hongur uppi alt árið.
Tað er ein herrnhuterstjørna, sum eisini verður kallað ein Christiansfeld stjørna.
Fyri góðum sjey árum síðani vóru vit og ferðaðust í Kolding. Tað vóru Elisabeth, sum tá átti trý børn, og so Jóannes og eg. Jóhan var í Grønlandi.
Henda sunnudagin helt Jóannes, at vit áttu at farið suður til Christiansfeld til gudstænastu. Christiansfeld er í Suðurjyllandi – millum Kolding og Haderslev.
Talan er um lítlan bý. Har búgva umleið 3000 fólk.
Hóast býurin er lítil, so er hann væl kendur, tí hann hevur sína so serligu søgu, at hann er komin á varðveitingarlistan hjá UNESCO.
Tað vóru herrnhutarnir, sum bygdu býin fyri umleið 250 árum síðani.
Herrnhutarnir eru ein kristin rørsla. Rørslan starvar upprunaliga úr Kekkia. Orsakað av forfylging noyddust tey at flýggja og vóru spjadd til nógva staðni í Europa.
Søgan um herrnhutarnar og Christiansfeld er tann, at Christian 7. kongur saman við Streuense lækna var í Hollandi, og har vitjaði hann býin Zeist, har herrnhutarar búðu. Blómandi vinnulívið og búskapurin hugtóku Christian tann 7.
Hann vildi hava ein bý av sama slagi í Danmark, so hann bjóðaði teimum til Danmarkar at byggja ein bý upp úr ongum.
Í 1772 keyptu herrnhutararnir eitt góðs í Suðurjyllandi. So fóru teir í holtur við at byggja býin, og í 1800 vóru teir lidnir.
Vit vóru við til gudstænastuna henda sunnudagin, og aftaná fóru vit sightseeing.
Tað var eitt stórt upplivilsi at fáa søguna um býin fortalda og um dugnaligu og arbeiðssomu fólkini, sum bygdu og síðani hava røkt hesar sermerktu bygningarnar, sum standa so tættir saman.
Áðrenn vit fóru til hús aftur, keyptu vit hesa stjørnuna, sum síðani hevur hingið í vindeyganum heima hjá okkum.
Søgan um stjørnuna er meiri enn 160 ára gomul.
Tað var í týska herrnhutarabýnum Niesky. Ein lærari í støddfrøði í einum dreingjaskúla gjørdi eina stjørnu úr kartong. Hann hongdi hana upp við ljósi í miðjuni.
Næmingarnir vóru hugtiknir av stjørnuni, og tað gav læraranum hugskotið, at næmingarnir nú skuldu uppliva, hvussu geometri og onnur støddfrøði kundu ítøkiliggerast og ein vakur lutur spyrjast burturúr.
Hann setti teir at gera hvør sína stjørnu.
Talan er um stjørnu við 25 takkum.
17 hava fýrakantaðan fót, og átta hava tríkantaðan fót.
Tá adventin kom, vórðu stjørnurnar hongdar upp. Tær skuldu minna næmingarnar um stjørnuna, sum vísti vísmonnunum veg til Betlehem, har sum Jesus varð føddur.
Í Matteusar evangelii kapittul 2 og vers 1-2 stendur soleiðis:
Táið nú Jesus var føddur í Betlehem í Judea – á døgum Heródesar kongs – komu vísmenn úr Eysturlondum til Jerusalem og søgdu:
„Hvar er kongur Jødanna, sum føddur er? Tí vit hava sæð stjørnu Hansara har eysturi og eru komnir at tilbiðja Hann.“
Og so stendur í versunum 9 og 10:
Táið teir høvdu hoyrt orð kongsins, fóru teir avstað, og stjørnan, sum teir høvdu sæð har eysturi, gekk fyri teimum, inntil hon kom og varð standandi, uppi yvir har barnið var.
Táið teir sóu stjørnuna, gleddust teir ómetaliga.
Og tað er jú hetta, sum jólini snúgva seg um. Tann glaði boðskapurin er, at Jesus varð føddur inn í henda heim fyri at frelsa okkum.
Íblásturin til stjørnuna hjá herrnhutarunum er morgunstjørnan. Morgunstjørnan er planetin Venus, tá ið hon er vestanfyri sólina og skýnur á eysturhiminin undan sólarrisi.
Hetta er mynd uppá, at nú er náttin av og dagurin í nánd.
Kristni boðskapurin er, at Jesus er ljósið, sum vinnur á myrkrinum í hesum heimi.
Symbolikkurin hjá herrnhutarunum er, at kristindómurin verður tongdur saman við adventsstjørnuni. Jesus Kristus er morgunstjørnan, sum varð føddur undir stjørnuni, sum skein yvir Betlehem.
Frá ættarliði og til ættarlið fór førleikin at gera vøkru stjørnurnar. Í 1897 varð av álvara farið undir at gera nógvar stjørnur við tí fyri eyga at selja tær.
Eg gleðist um at hava eina sovorna stjørnu og um boðskapin, sum hon ber boð um.
Stjørna leiddi vísmenn fyrst,
so teir funnu Jesus Krist;
okkum við ein stjørna leiðir,
okkum lívsins gøtu greiðir,
so vit finna Jesus Krist.
Takk fyri og góða advent ynski eg tykkum øllum.