Í vár samtykti bygdaráðið, eftir tilmæli frá Burðardygd, at rudda í sjónum fram við havnalgnum. Hetta skuldi gerast í samband við árliga ruddingardagin hjá Nes kommunu, sum var 30. apríl. Av ávísum orsøkum varð átakið útsett, men varð so gjørt í síðstu viku.
Ein kavarafyritøka stóð fyri ruddingini. Arbeiðið fevndi um alt leyst tilfar út á 10 metrar frá bryggjuni. Á teir lutir, sum ikki kundu takast upp við hond, vórðu endar settir á, so teir kundu verða lyftir upp við krana. Arbeiðsmenninir hjá kommununi hjálptu til við hesum.
Sigast má, at rættiliga stórar nøgdir av óruddi komu úr sjónum. Við hesum átaki vil kommunan varpa ljós á, hvussu umráðandi tað er, at vit øll standa saman og dagliga hugsa um okkara umhvørvi – bæði á sjógvi og landi.